øllum, sum hava eina smartphone at fáa feskastu upplýsingar um veðrið frá teimum 26 veðurstøðunum hjá Landsverki kring landið beinleiðis á fartelefonina. Møguleikarnir at fáa koyrilíkindini ella upplýsingar [...] har til ber at síggja støðuna á landsvegakervinum á fartelefonini. Hetta hevur kanska ikki so stóran týdning hesa ársins tíð, men tá veturin kemur, kunnu hesar myndir vera sera hentar at síggja hjá bilførarum [...] hentur miðil at brúka í vetrarhálvuni í sambandi við koyrilíkindi, floglíkindi, útróðrarveður og annað. Men eisini hesa ársins tíð kann góð nytta fáast burturúr veðurlíkindunum, um tú ynskir at kunna teg
Tjóðveldi. Gunvør Balle heitir staðiliga á, at greið og realistisk mál verða sett fyri Kringvarpið. Eitt mál skal vera, at ávís nøgd av tilfari skal framleiðast, umframt at reglulig og dygdargóð tíðindir skulu [...] stýrinum og leiðsluni um at fokusera upp á høvuðsuppgávuna hjá Kringvarpinum. Henda uppgávan krevur eitt bankandi hjarta og vilja til at fáa stovnin aftur í oddin fyri fólkaræðinum og at lyfta hin føroyska [...] staðfesting av, skrivar hon. - Útvarpið, sum plagdi at eiga mesta av tí seiggi, ið hóast alt kemur frá stovninum, tykist summarmánaðirnar nærmast at vera farið í dvala. Ongi serlig krøv vera sett til
kin, Rigmor Dam, finnast hvassliga at fólkaatkvøðuni um kommunusamanlegging. Tey skriva á Facebook, at fólkaatkvøðan var púrasta óneyðug. Bjørt Samuelsen heldur, at Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, [...] heldur, at pengarnir kundu verið brúktir til onnur átrokandi mál. - Eg kenni ikki reiðiliga kostnaðin á fólkaatkvøðuni, men havi hoyrt, at hann liggur um tvær milliónir krónur. Eg kann upplýsa, at okkara [...] krónur til at seta gongd á eftirskúlaverkætlanina, og 750.000 krónur til eitt barnaumboð vóru øll feld. Grundgevingin var, at eingir pengar vóru til tað!, skrivar hon. Rigmor Dam heldur eisini, at landsstýrið
verið væl vorðið. Eg helt, at vit vóru greitt omaná, men málmaður teirra hevði fleiri framúr góðar bjargingar og teir vardu sum heild væl. Eg var bangin fyri at teir fóru at fáa eitt mál hóast vit trýstu [...] trýstu, tí tað er ikki óvanligt at teir tá fáa eitt heppið mál. Um vit vunnu dystin 3-0, so meti eg, at øll høvdu hildið tað verið eitt uppiborið úrslit, gremur David Jeffrey seg á heimasíðuni hjá felagnum [...] sum ferð eftir ferð í samrøðum peikar á, at leikararnir vita, hvat hann krevur av teimum. Tað er ein sigur. Hann hevur tó nakrar skaðar at taka sær av. Tað hevði hann eisini í fyrra dystinum heima í Belfast
fyri at fáa okkara land at standa á egnum beinum? Tjóðveldisflokkurin beindi fyri fullveldissamgonguni. Fólkaflokkurin arbeiðir framvegis við at fáa okkara vakra land at klára seg sjálvt, m.a. við at lækka [...] CHE-samgonguna sprongdi Hoydal einsamallur við berum orðadrátti og klandri – helst tí hann sá, at landskassans hall fór at liggja um 800 mió kr í 2008. Tjóðveldi kann ikki brúkast, tá ástendur. Tá alt kemur til [...] mun til búskapin. Hendan tjóðarbyggingin gongur betur uttan Hoydal enn við. Tað, Hoydal dugir væl, er at blæsa smálutir upp til innantóman orðabrask. Einaferð gekk Hoydal goyggjandi og glevsandi aftaná drotning
tað Edmund, sum nú heldur, at Sjúrður hevur gjørt alt ov lítið til at ávirka stjórnina. Heldur enn at fortalt okkum, at Sjúrður hevur gjørt ov lítið, so átti Edmund at tikið lógvatak saman við [...] milliónir heim til endamálið. Hóast Bjørn mentamálaráðharri hevur sagt, at Edmund dugir so væl at finna pengar, at hann eisini kann finna pengar til Hvalastøðina við Áir, so hevur Edmund [...] enn, har útspilling er vegurin fram í politikki. Ein politikari fær viðring víð at vísa á sini egnu avrik, heldur enn at tosa ilt um mótstøðufólk.
og síðan óvissan um, hvat fer at henda í 2018, tá rætturin til fiskiloyvini gongur út. Hann sigur, at tá skýggini hava verið daprast, hava teir onkuntíð umhugsað at sloppið sær burtur úr vinnuni, meðan [...] - Nú var so ein møguleiki at selja ein part av skipinum, leggur Líggjas Johannesen aftrat. Hann vísir á, at tá samráðingar yvir eina longri tíð hava verið við Kósina um at keypa part av skipinum, hava [...] so stór. Líggjas Johannesen, skipari, sigur, at tað var óvissan við áhaldandi skerjingum av fiskidøgum og óvissan um lagnuna eftir 2018, sum førdu til, at teir gjørdu av av selja ein part av skipinum.
hava, men afturfyri eru vit ikki so stirvin og tung at flyta okkum sum tær: Vit kunnu ofta laga okkum til tykkara ætlanir, og tit fara skjótt at síggja, at júst tykkara innsatsur veruliga ger mun. Spyrjið [...] - Tað er kapping um vitanina. Vit vita, at fyritøkur og stovnar aðrastaðni eisini vilja hava fatur í føroysku vitanini. Tí er tað alneyðugt, at vit gera vart við tær stóru, spennandi og ikki minst fjøltáttaðu [...] íbúgvarnir eru, tess sterkari eru vit, og tess betur brynjað eru vit at møta framtíðini, segði Heðin Mortensen. Borgarstjórin segði í røðuni, at Tórshavnar kommuna kann ikki bjóða teimum lesandi til skorin klæði
forkvinna í MBF stutt eftir at eg bleiv landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, og fekk eg ta stóru gleði at hava eitt tætt og gevandi samstarv við hana hesi árini. Tað hendi aldrin, at farið var hvør til sítt [...] Hon lærdi okkum og vísti okkum, at brekapolitikkur snýr seg ikki um eitt stríð móti persónligum forðingum hjá tí einstaka, sum er við skerdan lut. Tað snýr seg um, at vit øll í felag skulu skapa eitt [...] har okkara íborni rættur at trívast og mennast ikki skal verða skerdur av okkara ymisku persónligu, fíggjarligu, kropsligu, sálarligu ella menningarligu førleikum Vit fara at sakna hennara ljósu, djørvu
heimaføroysku tølini, ber væl til at siga, at Føroyar og Ísland hava lægri arbeiðsloysistøl enn t. d. Danmark og Svøríki. MEN Landsbankin ”gloymir” at taka við í analysuna, at nettup Føroyar og Ísland loysa [...] og ”norskum” íslendingum, og tað verður so mikið strævið arbeiði hjá teimum, at eg forstandi væl, at teir heldur velja at fuska við sínari grunnu analysu. Høvdu Svøríki og Danmark havt somu støðu sum [...] kyrra fólk og billa teimum inn, at Føroyar og Ísland eru serliga væl fyri viðvíkjandi arbeiðsloysi. Hetta er ein sera ambivalentur sannleiki, sum eina ferð enn prógvar, at statistikkur í skeivum hondum lættliga