Virgar T. Dalsgaard
-----
Gjøgnum árini eru nógv undarlig postulat komin frá Landsbankanum, og tað hevur líka so ofta verið andøvt móti teirra løgnu uppfatan av tí økonomiska veruleikanum. Men teir gevast ikki á hendur. Nú eru teir aftur úti við einum ”nýggjum” statistikki, sum skal kyrra fólk og billa teimum inn, at Føroyar og Ísland eru serliga væl fyri viðvíkjandi arbeiðsloysi.
Hetta er ein sera ambivalentur sannleiki, sum eina ferð enn prógvar, at statistikkur í skeivum hondum lættliga verður skyldur við loddrætta lygn.
Taka vit tey naknu heimaføroysku tølini, ber væl til at siga, at Føroyar og Ísland hava lægri arbeiðsloysistøl enn t. d. Danmark og Svøríki. MEN Landsbankin ”gloymir” at taka við í analysuna, at nettup Føroyar og Ísland loysa sítt arbeiðsloysisproblem við fráflyting. Og tað er ikki altíð ”ektað” fráflyting. Nei, eg møti bæði í Jýllandi og á Sjællandi mongum føroyingi, sum siga, at teir arbeiða her, MEN standa í fólkayvir-litinum í Føroyum. Hesir menn eru reelt føroyskt arbeiðsleysir, men koma ikki við í tann primitiva statistikkin hjá Landsbankanum. Nógvir íslendingar hava akkurát sama mynstrið í Norra. So skal skrásetingin vera statistiskt korrekt, noyðast landsbanka-menn undir drúgva kanning av ”donskum” føroyingum og ”norskum” íslendingum, og tað verður so mikið strævið arbeiði hjá teimum, at eg forstandi væl, at teir heldur velja at fuska við sínari grunnu analysu.
Høvdu Svøríki og Danmark havt somu støðu sum Ísland og Føroyar, troystaðu teir sær ikki fram við so tendentiøsum statistikki, sum Landsbankin ger. Man merkt die Absicht und wird verstimmt. Tað ræður um at mála við ljósareyðum pensli, so fólk ikki skullu leita sær til meira mannsømulig livikor!