Ein persónur er deyður og fleiri hava fingið skaða, eftir at eitt tok fór av sporinum seint seinnapartin í gjár í Suðurjútlandi sunnan fyri Bjerndrup.
Løgreglan fer at hava tíðindafund um vanlukkuna leygardagin kl 10 danska tíð
Fá yvirlit yvir tokvanlukkuna her:
* Ein 60 ára gomul kvinna er deyð, tvey fólk eru í lívsvanda, og trý onnur hava fingið álvarsligan skaða. Tað boðaði løgreglan í Suðurjyllandi frá leygarkvøldið.
* Óhappið hendi sunnan fyri Bjerndrup, har eitt tok og eitt tøðflutningsakfar vóru við, upplýsir løgreglan.
* Boðað varð frá til løgregluna umvegis alarmsentralin í gjár klokkan 16:46. Hetta var stutt eftir, at vanlukkan hevði verið.
* Umleið 95 fólk vóru í toskinum, hevur DSB upplýst.
* 106 fólk vóru við í vanlukkuni, upplýsti løgreglan leygarkvøldið.
* Enn er óvist, um deyða kvinnan var í tokinum ella í akfarinum, sum rendi saman við tokið.
* Avvarðandi hjá tí deyða eru kunnað, upplýsir løgreglan.
##med2##
* Tvey særd fólk vórðu flogin av vanlukkustaðnum við tyrlu. Ein varð flogin á sjúkrahús í Flensburg í Týsklandi.
* Á heimasíðuni hjá DSB sæst, at tokið var eitt InterCityLyn 951 við ætlaðari komu til Sønderborg kl. 17.13. DSB kannar eisini orsøkina til vanlukkuna, upplýsir DSB.
* Restina av vikuskiftinum verða eingi tok á Tinglev-Sønderborg-leiðini, skrivar DSB á X. Í staðin verða tokbussar settir út.
* Løgreglan hevur upplýst, at tey verða leingi á staðnum fyri at kanna, hvussu óhappið hendi. Thomas Danielsen, samferðslumálaráðharri í Danmark, hevur boðað frá, at Vanlukkukanningarnevndin eisini fer at kanna vanlukkuna.
* Løgreglan fer at upplýsa nýggjastu tíðindini um vanlukkuna á tíðindafundi klokkan 10:00 í dag danska tíð á vanlukkustaðnum. Eisini luttaka Sløkkilið og Bjargingarfelag Suðurjútland, Banedanmark og DSB.
/Ritzau/