Balle: Niðurbræðingin av Kringvarpinum er eitt stórt vandamál

Kringvarpið Føroya hevur 60 milliónir krónur at arbeiða við um árið, men stovnurin røkir ikki sína skyldu sum mentanarberin, ið støðugt skal styrkja føroyska samleikan og gera okkum meira tilvitað, klók, errin og góð við okkara mál, mentan og søgu.

Tað heldur Gunvør Balle, sum er løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.

Hon skrivar í tíðindabrævi, sent miðlunum, at niðurbræðingin av okkara fremsta tíðinda- og mentanarstovni er eitt tað størsta vandamálið vit hava í samfelagnum í dag. Kanska tað størsta einstaka vandamálið. Demokratiska undirskotið er framman undan so óhugnaliga stórt í føroyska samfelagnum, og tað er helst ein avgerandi orsøk til, at vit eru komin so langt út politiskt, sambært henni.

- Tað hevur gingið afturá hond við góðskuni seinastu árini. Tað er summarskráin enn ein staðfesting av, skrivar hon.

- Útvarpið, sum plagdi at eiga mesta av tí seiggi, ið hóast alt kemur frá stovninum, tykist summarmánaðirnar nærmast at vera farið í dvala. Ongi serlig krøv vera sett til mentanarliga og málsliga førningin hjá mikrofonhaldarunum, og small-talk og tilvildarligur tónleikur surrar úr lurtinum samdøgrið á tamb, skrivar løgtingskvinnan fyri Tjóðveldi.

Gunvør Balle heitir staðiliga á, at greið og realistisk mál verða sett fyri Kringvarpið. Eitt mál skal vera, at ávís nøgd av tilfari skal framleiðast, umframt at reglulig og dygdargóð tíðindir skulu raðfestast hægri, bæði í útvarpinum og sjónvarpinum.

- Her krevst ein vilji og ein greið visjón frá øllum avvarðandi pørtum – landsstýrismanninum, stýrinum og leiðsluni – um at fokusera upp á høvuðsuppgávuna hjá Kringvarpinum. Henda uppgávan krevur eitt bankandi hjarta og vilja til at fáa stovnin aftur í oddin fyri fólkaræðinum og at lyfta hin føroyska mentanararvin, skrivar hon.

Les alt tíðindaskrivið her.