Linfield-venjarin: Sannførdur um okkara møguleikar

Venjarin hjá Linfield, David Jeffrey, var tó alt annað enn nøgdur eftir 0-0-javnleikin ímóti B36 heima á Windsor Park.

- Hetta var eitt frustrerandi kvøld og vit eru vónbrotnir, men vit eru framvegis væl við. Aftaná at vit settu okkum á dystum, settu vit dagsskránna fyri tað mesta í fyrra hálvleiki. Vit skaptu nakrar góðar málmøguleikar og fingu eitt brotsspark. Høvdu vit gagnnýtt tað, so hevði verið væl vorðið. Eg helt, at vit vóru greitt omaná, men málmaður teirra hevði fleiri framúr góðar bjargingar og teir vardu sum heild væl. Eg var bangin fyri at teir fóru at fáa eitt mál hóast vit trýstu, tí tað er ikki óvanligt at teir tá fáa eitt heppið mál. Um vit vunnu dystin 3-0, so meti eg, at øll høvdu hildið tað verið eitt uppiborið úrslit, gremur David Jeffrey seg á heimasíðuni hjá felagnum.
- Men sannleikin er, at vit ikki fingu bóltin í málið, og hetta hóast alt ikki er tað ringasta úrslitið, sum vit kundu fáa. Leikararnar hava nú sæð sínar mótstøðumenn, teir vita hvat bíðar fyri framman og mín sannføring er, at hetta er ein dystur, vit væl kunnu vinna, sigur David Jeffrey, sum sjálvur hevur spælt í nógv ár sum spælari í júst Linfield.
Hann er ein valdsmikil og virdur venjari, sum ferð eftir ferð í samrøðum peikar á, at leikararnir vita, hvat hann krevur av teimum. Tað er ein sigur. Hann hevur tó nakrar skaðar at taka sær av. Tað hevði hann eisini í fyrra dystinum heima í Belfast, men nú er ein skaði komin afturat.
Umframt at miðvallari Michael Gault, miðvallari Philip Lowry og málmaður Alan Blayney framvegis eru skaddir, er verjuleikari Albert Watson nú eisini vorðin skaddur og kemur ikki við til Føroya.