- Tað sá so svart út

Línuskipið Klakkur, sum Johannesen-brøðurnir, Líggjas og Bethuel í Klaksvík, hava átt og rikið í fleiri ár, hevur havt eitt rímiliga gott ár í ár. Veiðivirðið hjá skipi og manning táttar í 14,5 miljónir krónur, sum er eitt hampiliga gott ár í mun til gongdina hjá línuflotanum annars.

Herfyri seldu brøðurnir meirilutan av skipinum til Kósina í Klaksvík, tí óvissan hjá fiskiskipaflotanum er so stór.

Líggjas Johannesen, skipari, sigur, at tað var óvissan við áhaldandi skerjingum av fiskidøgum og óvissan um lagnuna eftir 2018, sum førdu til, at teir gjørdu av av selja ein part av skipinum.

- Eg veit ikki. Tað hava verið løtur, tá vit hava sæð rættiliga svart upp á framtíðina í fiskivinnuni. Eitt er gongdin aftur og fram. Annað eru tey politisku inntrivini og signalini, har vit ár um ár missa fiskidagar – og síðan óvissan um, hvat fer at henda í 2018, tá rætturin til fiskiloyvini gongur út.

Hann sigur, at tá skýggini hava verið daprast, hava teir onkuntíð umhugsað at sloppið sær burtur úr vinnuni, meðan rímiliga væl stóð til.

- Nú var so ein møguleiki at selja ein part av skipinum, leggur Líggjas Johannesen aftrat.

Hann vísir á, at tá samráðingar yvir eina longri tíð hava verið við Kósina um at keypa part av skipinum, hava teir eisini lagt flestu lastirnar upp til virkið.

- Nú er við í avtaluni millum partarnar, at Klakkur skal landa til Kósina, um virkið kann geva kappingarføran prís. Meta vit, at fiskaprísurin er ov lágur, kann óheftur gera sína meting, so vit vita, hvar vit standa.

Líggjas Johannesen leggur aftrat, at einki er broytt við rakstri ella manning umborð á Klakki annars.