Maximus Edmund

Vitstu vit ikki betur, so vóru Ed­mund Jo­en­sen og Sjúrð­ur Skaale maður og kona, ið hava liv­að alt ov leingi sam­an.
Báðir royndir í leikum, tó við hvør sínum dygdum. Sjúrður dugir væl at fara eft­ir málum, sum hann kann loysa. Ed­mund er tann stóri takt­ik­ar­in, sum altíð veit, hvønn leik hann skal velja, so hann fær sum best burtur úr støð­uni. Hann kláraði seg ikki serliga væl í kappingini við Høgna Hoydal, men ætlar í so máta at vinna á Sjúrði.

Tað sær kortini út, sum tann yngri og hyper­ak­tivi Sjúrður renn­ur und­a­n tí eldra og stóra Ed­mundi, sum verð­ur noyddur at gera eitthvørt á Christ­i­ans­borg, sum velj­­ar­a­r­­nir heima í Fø­r­oy­um leggja til merkis.

Saltsiloin er komin upp á pláss – hann fekk klórað nakr­ar danskar milliónir heim til end­a­mál­ið. Hó­ast Bjørn men­t­a­­mála­­ráð­harri hev­ur sagt, at Ed­mund dug­ir so væl at finna pengar, at hann eis­ini kann finna peng­ar til Hval­a­­støð­ina við Áir, so hev­ur Ed­mund ikki reist tað málið enn.

Tað síðsta stríðið mill­­um kamp­han­ar­nar á danatingi er um makr­elin og boy­kottið hjá ES.

Nú er tað Sjúrð­ur, sum er part­ur av stjór­n­ar­grund­ar­­lag­num, fyri val­ið var tað Ed­mund­, sum nú held­ur, at Sjúrð­ur hev­ur gjørt alt ov lít­ið til at ávirka stjórn­ina.

Heldur enn at fortalt okk­um, at Sjúrður hevur gjørt ov lítið, so átti Edmund at tikið lóg­v­a­tak saman við Sjúrði, og sett allar danskar politikarar upp á pláss í málinum. Sjálvandi skal Danmark taka atlit til føroysk við­urskifti, so leingi tey eru saklig.

Vit hava ikki amerikanskar tilstandir – enn, har útspilling er vegurin fram í politikki. Ein politikari fær viðring víð at vísa á sini egnu avrik, held­ur enn at tosa ilt um mót­s­tøðu­fólk.