Hvat hevur Hoydal gjørt fyri at fáa okkara land at standa á egnum beinum?
Tjóðveldisflokkurin beindi fyri fullveldissamgonguni.
Fólkaflokkurin arbeiðir framvegis við at fáa okkara vakra land at klára seg sjálvt, m.a. við at lækka hallið hjá landskassanum, vaksa um búskapin og minka blokkin í mun til búskapin.
Hendan tjóðarbyggingin gongur betur uttan Hoydal enn við.
Tað, Hoydal dugir væl, er at blæsa smálutir upp til innantóman orðabrask.
Einaferð gekk Hoydal goyggjandi og glevsandi aftaná drotning okkara í mánaðir, tí hon hevði umtalað ríkisfelagskapin jaliga.
Hoydal og hansara líkar skulu bert hugleiða í eitt brotsekund hvønn morgun, so hava hvørki Hoydal, Zakarias Wang ella Føroyaland nakrantíð verið í ríkisfelagsskapinum.
Hesin veruleikafjari hugsunarháttur fær vanligar hugsandi føroyingar at venda Tjóðveldisflokkinum bakið. Hetta sóu vit eisini til seinasta løgtingsval.
Landið verður nú bygt uttan tykkum. So kunnu tit brúka so stór orð á síðulinjuni, sum tit hava hug til.
Nú er Hoydal farin at glevsa eftir Anniku Olsen, landstýriskvinnu, tí hon hevur nýtt orðið “skelkað” í einum setningi. Hoydal hevur ikki verið annað enn “skelkaður” og “skakaður”, síðan hann kom í politikk.
Hevur hann einkarrætt til orðið “skelkað/ur” ?
Eisini CHE-samgonguna sprongdi Hoydal einsamallur við berum orðadrátti og klandri – helst tí hann sá, at landskassans hall fór at liggja um 800 mió kr í 2008. Tjóðveldi kann ikki brúkast, tá ástendur.
Tá alt kemur til alt, so er ein maður ein maður, og eitt útborað lás er eitt útborað lás. Í tí førinum eitt lyklarhol at krúpa út ígjøgnum, burtur frá ábyrgd.
Veljarin hoyrir ikki bert, hvat verður sagt, men hyggur eisini eftir tí, sum verður avrikað.