Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðmátingar í Klaksvík á einum øki, har mesta loyvda ferð er 40 km um tíman, kom ein bilførari í felluni. Hann koyrdi 68 km um tíman, og fyri tað fær hann bæði bót og eina treytaða [...] koyrikortinum. Í Havn varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Vaktleiðarin sigur, at tað var friðarligt í býarlívinum í nátt. Tað regnaði illa, og tað vóru ikki nógv fólk í býnum. Løgreglan [...] treytaða frádøming av koyrikortinum. Og tá løgreglan í nátt gjørdi ferðmátingar í Norðoyatunlinum varð ein bilførari máldur at koyra 110 km um tíman. Hann fekk bót og klipp fyri tað – og slapp slapp við
Í gjár og í dag hevur Tróndur í Gøtu landað umleið 2700 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði. Teir byrjaðu at landa skipið klokkan 20 í gjárkvøldið, og tá In.fo frætti av Havsbrún seinnapartin [...] lidnir at landa. Norðingur, sum eisini hevur verið á svartkjaftaveiði, hevur ligið nakrar tímar í Klaksvík og bíðað eftir landingartørni, og teir skuldu sleppa fram at, tá landararnir á Havsbrún vórðu lidnir [...] , vistu tey ikki við vissu, hvat næsta skipið í røðini verður, men á virkinum verður roknað við fleiri skipum, sum dagarnir ganga, nú svartkjafturin er í føroyskum sjógvi, og nógv skip eru á feltinum.
iðara hjá Klaksvíkar kommunu í samband við integrasjón av útlendingum í Klaksvíkar kommunu. David Im er fegin um altjóða mentanardagin, sum var í Ósáskúlanum í Klaksvík í dag, og fyri afturmeldingarnar [...] ein fyrimunur at verða viðgjørdur av einum myndugleika niðri í Keypmannahavn, sum ofta ikki hevur nóg gott innlit, tá tað kemur til viðurskifti í Føroyum. [...] hann hevur fingið frá bæði nýføroyskum tilflytarum og frá fólki annars. Hann heldur, at Føroyar eru í einari jaligari tilgongd hvat viðvíkur integrasjón av útlendingum. David Im sær fleiri praktiskar fyrimunir
hondbóltskvinnunum í Klaksvík komandi tvey árini. Tað váttar formaðurin í Stjørnuni, Kristoffur Ragnarson, fyri Norðlýsinum. Gerster gjørdist av álvara eitt navn í føroyskum hondbólti seinast í 80'unum, tá hann [...] kvinnuliðini hjá Stjørnuni og VÍF. Fyrru ferðina hann var í Stjørnuni, var steðgurin trý ár, og tá varð úrtøkan trý gull í steypakappingini og tvey í landskappingini. [...] leiða H71 til FM-gullið. Júst H71 var eisini felagið, sum hann vendi aftur til, tá hann eftir nøkur ár í týskum og donskum hondbólti aftur kom til Føroya. Síðani hevur hann fest búgv her á landi, og umframt
Atli Danielsen kom í 2013 aftur til barndómsfelagið í Klaksvík, eftir at hann fyrst hevði verið uttanlands, og síðani hevði spælt hálvtannað ár við B36. Seinnu kappingarhálvu í fjør var Atli tó ikki partur [...] fótbóltinum. Tá lá tað líkasum í luftini, at talan helst fór at verða um ein fyribils steðg, og í gjárkvøldið kundi Norðlýsið so vátta, at Atli verður partur av liðnum hjá KÍ í 2015. Har verður hann partur [...] Mikkjali Thomassen, sum eisini var venjari hjá Atla, tá miðvallarin spældi í B36. Umframt drúgvar royndir fyri KÍ, B36 og feløg í Noreg og Danmark, hevur Atli Danielsen spælt 41 dystir fyri føroyska A-landsliðið
heimavøll í fyrstu finaluni. Hvørki kvinnurnar hjá Mjølni ella menninir hjá ÍF hava mist stig í hesum kappingarárinum. Fyrsta FM finalan hjá kvinnum verður mikukvøldið í Badmintonhøllini í Klaksvík klokkan [...] finalurnar í flogbólti verða í vikuni. Bæði hjá kvinnum og monnum er talan um endurtøkur av steypafinalunum. Hjá kvinnum er finalan millum Mjølnir og SÍ, meðan finalan hjá monnum er millum ÍF og SÍ. Í báðum [...] hóskvøldið á Kambsdali klokkan 19. Spælt verður best av trimum. Leygardagin verða næstu finalurnar í Trongisvági. Er ongin vinnari funnin tá, so verður ein ein triðja FM finala spæld. Rás2 sigur frá øllum
HB verður annað liðið í kvinnufinaluni. Seinni í dag verður tað avgjørt, um HB skal spæla ímóti B36 ella EBS/Skála. Tey hittast í seinnu hálvfinaluni í Gundadali klokkan 18.00. EBS/Skála vann fyrru há [...] hálvfinaluna 4-1. Fyrra hálvfinalan millum KÍ og HB í Klaksvík endaði 2-2. Í dag var einki at rafla um. HB var frammanfyri 3-0 eftir fyrra hálvleik og økti beinanvegin eftir steðgin til 4-0. Tá kendist tað [...] spælarin hjá HB var Rebekka Benhakoura, sum skoraði fýra av teimum seks HB málunum – tvey í fyrra hálvleiki og tvey í seinna hálvleiki. Steypafinalan verður leygardagin 21. september.
Í dag gjørdist Kollafjarðar skúla føroyameistari í flogbólti fyri 3. flokkar. Vinnarin varð funnin í Høllini á Hálsi, tá økisvinnararnir frá øllum landinum dystaðust um endaliga meistarheitið. - Tilsamans [...] við, sum vóru býtt upp í 35 lið. Tað var sera javnt millum flokkarnar, men samanumtikið ein sera væleydnað kapping, har allir næmingarnir vóru á vøllinum, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi. Gjøgnum [...] venjingum í skúlaflogbólti runt alt landið og hetta var endin á vitjanunum á skúlunum henda veturin. Úrslit: 1. Kollafjarðar Skúli 2. Skála Skúli 3. Sørvágs Skúli 4. Skúlin á Løgmannabreyt 5. Skúlin í Trongisvági
Í 30 ár hevur Norðoya Listafelag skipað fyri Norðoyasetvnuframsýningini í miðhøllini á Skúlatrøð. Í ár er tað Rotary, sum skipar hesa framsýning í miðhøllini á Skúlatrøð, meðan Norðoya Listafelag leggur [...] leggur lunnar undir nýggju tilveru sína á Posthúsinum – komandi mentanarhúsið í Klaksvík. Í Posthúskjallaranum er ruddað væl upp, og veggirnir málaðir og nýggjar ljóssetingar gjørdar til endamálið. Her verður [...] listafólki víða um úr Føroyum sýna fram í Posthúskjallaranum. Eisini er sum partur av Summarlist 2017 ein afturlítandi framsýning á loftinum á Kunningarstovuni – “í Isenkram”. Henda framsýningin letur eisini
veðrið er betri, og streymurin eisini fer at batna, hava allir teir størru útróðrarbátarnir í Klaksvík loyst í kvøld og eru farnir at royna eydnuna. Tá Fiskamarknaður Føroya fríggjadagin gjørdi sínar metingar [...] útróðrarbátar fóru at gera onkran túr hesa vikuna. Í kvøld veit heimasíðan hjá Norðlýsinum at siga, at allir teir størru útróðrarbátarnir í Norðoyggjum - fimm í tali - hava loyst og eru farnir við línu. Útr [...] seta teir allir norðan fyri í kvøld. Eftir vánaligt veður og harðan streym, er hetta fyrsti dagur hjá nøkrum av bátunum í næstan eina heila viku. Tá tað hevur viðrað fyrr í hesum mánaðinum, hava bátarnir