Nú veðrið er betri, og streymurin eisini fer at batna, hava allir teir størru útróðrarbátarnir í Klaksvík loyst í kvøld og eru farnir at royna eydnuna.
Tá Fiskamarknaður Føroya fríggjadagin gjørdi sínar metingar fyri hesa vikuna, væntaðu tey, at útróðrarbátar fóru at gera onkran túr hesa vikuna.
Í kvøld veit heimasíðan hjá Norðlýsinum at siga, at allir teir størru útróðrarbátarnir í Norðoyggjum - fimm í tali - hava loyst og eru farnir við línu.
Útróðrarbátarnir eru Líðhamar, Norðsøki, Kallanes, Bragd og Brandur. Sum skilst, seta teir allir norðan fyri í kvøld.
Eftir vánaligt veður og harðan streym, er hetta fyrsti dagur hjá nøkrum av bátunum í næstan eina heila viku. Tá tað hevur viðrað fyrr í hesum mánaðinum, hava bátarnir gjørt góðar setur.