Kollfirðingar vunnu FM fyri 3. flokkar

Flogbóltur 3. flokkarnir: Kollafjarðar skúli gjørdist føroyameistari

Í dag gjørdist Kollafjarðar skúla føroyameistari í flogbólti fyri 3. flokkar. Vinnarin varð funnin í Høllini á Hálsi, tá økisvinnararnir frá øllum landinum dystaðust um endaliga meistarheitið.

 

- Tilsamans vóru 143 børn við, sum vóru býtt upp í 35 lið. Tað var sera javnt millum flokkarnar, men samanumtikið ein sera væleydnað kapping, har allir næmingarnir vóru á vøllinum, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi.

 

Gjøgnum allan veturin hava Anna Frederiksen og Peter Morell, sum vóru við til at vinna Ársins Ítróttaátak, skipað fyri skúlakappingum og venjingum í skúlaflogbólti runt alt landið og hetta var endin á vitjanunum á skúlunum henda veturin.

 

Úrslit:

1. Kollafjarðar Skúli 

2. Skála Skúli

3. Sørvágs Skúli

4. Skúlin á Løgmannabreyt

5. Skúlin í Trongisvági

6. Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík

7. Eiðis Skúli