Í 30 ár hevur Norðoya Listafelag skipað fyri Norðoyasetvnuframsýningini í miðhøllini á Skúlatrøð.
Í ár er tað Rotary, sum skipar hesa framsýning í miðhøllini á Skúlatrøð, meðan Norðoya Listafelag leggur lunnar undir nýggju tilveru sína á Posthúsinum – komandi mentanarhúsið í Klaksvík.
Í Posthúskjallaranum er ruddað væl upp, og veggirnir málaðir og nýggjar ljóssetingar gjørdar til endamálið. Her verður skipað fyri eini áhugaverdari listaframsíning, kallað – Summarlist 2017.
Summarlist letur upp 27. mai, leygardagin á Norðoyastevnu, kl. 15 og verður ætlandi opin alt summarið. Hópin av listafólki víða um úr Føroyum sýna fram í Posthúskjallaranum.
Eisini er sum partur av Summarlist 2017 ein afturlítandi framsýning á loftinum á Kunningarstovuni – “í Isenkram”. Henda framsýningin letur eisini upp 27. mai, leygardagin á Norðoyastevnu, kl. 15.