Útlendingamál eiga at verða á føroyskum hondum

(Ljóðsamrøða) Hoyr samrøðu við David Im, verkætlanarleiðara hjá Klaksvíkar kommunu

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við David Im, verkætlanarleiðara hjá Klaksvíkar kommunu í samband við integrasjón av útlendingum í Klaksvíkar kommunu.

 

David Im er fegin um altjóða mentanardagin, sum var í Ósáskúlanum í Klaksvík í dag, og fyri afturmeldingarnar, sum hann hevur fingið frá bæði nýføroyskum tilflytarum og frá fólki annars.

 

Hann heldur, at Føroyar eru í einari jaligari tilgongd hvat viðvíkur integrasjón av útlendingum. David Im sær fleiri praktiskar fyrimunir við, at føroyingar yvirtaka útlendingaøkið, so nýføroysku tilflytararnir kunnu verða viðgjørdir av føroyskum myndugleika frá byrjan til enda. Fyri nýføroysku tilflytararnar er tað langt frá altíð ein fyrimunur at verða viðgjørdur av einum myndugleika niðri í Keypmannahavn, sum ofta ikki hevur nóg gott innlit, tá tað kemur til viðurskifti í Føroyum.