Fyrstu FM finalurnar í flogbólti verða í vikuni. Bæði hjá kvinnum og monnum er talan um endurtøkur av steypafinalunum.
Hjá kvinnum er finalan millum Mjølnir og SÍ, meðan finalan hjá monnum er millum ÍF og SÍ. Í báðum førum er talan um greiðar favorittar, sum eisini hava heimavøll í fyrstu finaluni. Hvørki kvinnurnar hjá Mjølni ella menninir hjá ÍF hava mist stig í hesum kappingarárinum.
Fyrsta FM finalan hjá kvinnum verður mikukvøldið í Badmintonhøllini í Klaksvík klokkan 20, meðan fyrsta FM finalan hjá monnum verður hóskvøldið á Kambsdali klokkan 19.
Spælt verður best av trimum. Leygardagin verða næstu finalurnar í Trongisvági. Er ongin vinnari funnin tá, so verður ein ein triðja FM finala spæld.
Rás2 sigur frá øllum FM finalunum.