Atli Danielsen kom í 2013 aftur til barndómsfelagið í Klaksvík, eftir at hann fyrst hevði verið uttanlands, og síðani hevði spælt hálvtannað ár við B36.
Seinnu kappingarhálvu í fjør var Atli tó ikki partur av liðnum hjá KÍ, og boðini vóru, at hann hevði tikið ein steðg frá fótbóltinum.
Tá lá tað líkasum í luftini, at talan helst fór at verða um ein fyribils steðg, og í gjárkvøldið kundi Norðlýsið so vátta, at Atli verður partur av liðnum hjá KÍ í 2015. Har verður hann partur av hópinum hjá Mikkjali Thomassen, sum eisini var venjari hjá Atla, tá miðvallarin spældi í B36.
Umframt drúgvar royndir fyri KÍ, B36 og feløg í Noreg og Danmark, hevur Atli Danielsen spælt 41 dystir fyri føroyska A-landsliðið.