løgmaður helst at vísa, at tað verða ikki boðin øki út til oljuleiting, um so er, at bretar ikki slaka meira. Løgmaður hugsar kanska soleiðis, at eftirtíðin skal ikki sleppa at siga, at løgmaður ofraði markið [...] til eina og hvørja tíð. Men átti løgmaður ikki at ráðført seg við aðrar um, hvørjar møguliga oljupolitiskar avleiðingar ein slík avgerð kundi fáa! Tá vit hugsa um, hvussu stórt innlit og vitan formaðurin [...] Olafsson frá sum samráðingarleiðara, men at hann ikki hevur fingið undirtøku fyri hesum í Tinganesi! TAÐ er neyvan nakar ivi um, at løgmaður ætlar sær ikki at geva so uttan víðari í samráðingunum við bretar
hesir flokkar eru ikki politiskt búnir at stýra Føroya landi, eins og hon vísir eina politiska ómegd og óhøviskni, sum vanliga ikki eyðkennir føroyingin. VÍST er Poul Nyrup Rasmussen ikki væl dámdur í Føroyum [...] Hann kemur ikki til Føroya at vitja føroyska heimastýrið sum so. Um so var, at hann kom at vitja heimastýrið nú, so var vitjanin ónatúrliga illa »timað«. NEI, tá er støðan hjá Sambandsflokkinum, Verk [...] harrin um ráðagerðina hjá »Føroyabólkinum«, formanninum í fíggjarmálaráðnum Den Danske Bank ímóti føroyska heimastýrinum. MEN enn eru hesir upplýsingarnir ikki prógvaðir, og so leingi teir ikki eru prógvaðir
sum hann hevur reitt. Hetta málið taklaði hann út av lagi vánaligt. Líka mikið um Smyril var niðurundirkomin ella ei, so var tað landsstýrismaðurin, sum lorkaði okkum Skotlandssiglingina av hondum, eina [...] dragast við. Ein kann siga, at hetta er ikki sørt av lagnunnar speisemi, at maðurin, sum koyrdi ein almenna stjóra frá fyri ikki at hava ?yvirblikkið? - sjálvur var eiðasørur. Tá tað er sagt, so halda vit [...] at arbeiðið við Vágatunnlinum hevur verið gott politiskt handverk, har tað einaferð skyld ikki verður hugsað um atkvøður. Og tað er greitt, at landsstýrismaðurin eisini í øðrum málum hevur víst seg kon
Harlem Brundtland var talið av kvinnum og monnum javnt. Í Noreg hava tey í fleiri ár havt javnstøðulóg, og tað hevur borið so góða frukt, at lógin ikki er neyðug longur, og verður tí tosað um at taka hana av [...] eini javnstøðulóg, heldur hon. Men í Føroyum eru kvinnurnar høgt mettar. Menninir hava litið teimum alt upp í hendi, meðan teir búleikaðust á sjónum, og tí er ein javnstøðulóg ikki neyðug í Føroyum, er hennara [...] sigur - hevði komið av sær sjálvum. Trupulleikin er bara tann, at hendan broyting hendir ov seint, um vit ikki framskunda hana. Taka vit grannalond okkara, Danmark, Noreg og Svøríki, so eru tey fremri enn vit
at tað verður eingin samráðingarloysn, um ikki bretar vilja avmarka ?sagens kerne? til at fevna um ta gráu leiðina tvs. tað økið, sum vit ikki kundu semjast um, tá fiskimarkið varð ásett fyri 20 árum [...] verið við í oljuleitingini her, kenna seg løtt um hjartað. Nú var teirra stríð ikki til fánýtis kortini. FYRI Føroyar hevur henda løtan eisini nógv at siga. Hon boðar frá, at Atlantsmótið, sum Føroyar eisini [...] oljufeløg hava gjørt avtalur við Rusland um framtíðar útvinning. VIÐ hesi hending má sigast, at vit eisini eru komin eitt stig nærri oljuni. Tí tað er eingin ivi um, at vit fara at fáa nyttu av royndunum
JAVNAÐARFLOKKURIN hevur ikki samtykt, at hann er sinnaður at loysa frá Danmark, og tað vóru ikki nøkur tandur, sum samtyktu at virka fyri nýggjum sáttmála við danir. Landsfundurin var ikki so fjølmentur, sum [...] hevði ikki so nógvar nýggjar upplýsingar, men hon vísti so, at danskar stjórnmálastovur høvdu fyrireikað føroysku »kreppuna« upp aftur betri, enn føroyski almenningurin visti frammanundan. UM danskir [...] sum ikki sømir seg einum rættarsamfelagi, og sum ikki er dønum og donsku stjórnini til heiðurs. Tvørturímóti. SAMSTUNDIS, sum tað gerst flest øllum føroyingum greitt, at heimastýrislógin er ikki nóg góður
tað. Sjálvandi var flokkurin ímóti lógini um forkanningar við atliti til oljuvinnu, tí marknaspurningurin skuldi vera avgreiddur fyrst. Men nú noyddist so løgmaður at leggja uppskot fram um oljulóggávu, [...] hóast marknatrætan ikki er greidd. Spurningurin er nú, um hann í heila tikið er fyri lógaruppskotinum, hann sjálvur hevur lagt fram, ella um hetta bara er sambandspolitikkurin í einum nøtihylki ? at vera [...] sjálvræði á øllum økjum. MEST paradoksal er støða sambandsfloksins. Í síni tíð vildi flokkurin ikki hoyra talan um eina heimastýrislóg. Eftir krígslok vildu fleiri av fremstu monnum sambandsins, at Føroyar
aftur. Og ikki fyrr enn í juli í ár hava bretar innsæð, at krav teirra kundi ikki vinna nakran sum helst frama. Tí komu teir við einum nýggjum uppskoti, sum føroyingar kortini ikki vildu tosa um. Harvið [...] síggja, hvat nýggja bretska arbeiðarastjórnin hevur at siga til málið. Um hon veruliga er sinnað at liva upp til setning sín undan valinum um , at Bretland ynskir at virða sínar grannar - skulu hesir somu grannar [...] bæði í sambandi við olju og aðra vinnu. Fyri ikki at tosa um mentanligar økið. Hví ikki í andanum á hesum samráðingum fáa í lag aftur eitt fast rutusamband millum londini, har bæði bretska stjórnin og landsstýrið
soleiðis sum teir í løtuni bera seg at í banka- og skuldarmálinum - tað hevði fáur torað at droymt um. TAÐ var einaferð ein løgmaður, sum segði, at vit føroyingar áttu at standa saman í hesum málinum. At vit [...] síðani løgmaður skrivaði út nýval. Var hetta við bráddum huga og hevur løgmaður ætlað hetta leingi?. Við at skriva út val í eini tíð, har øll tjóðin stóð samd og saman um at fara til Danmarkar, setti løgmaður [...] Tí hvørt mansbarn hevur kunnað gjøgnumskoðað útspælini síðani valið varð útskrivað. Sama kann ikki sigast um samgongupartnaran og medseka fólkaflokkin. Formaður floksins hevur latið stavnamann sín koyra
Eidesgaard hevur gjørt av ikki at atkvøða í sambandi við formansvalið í fólkatinginum. Grundgeving hansara er tann, at hann ynskir ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk. Hetta var so eisini tað hann [...] valdagin, tá hon ikki kundi bara sær fyri at niðurgera føroyingar, tí hesir gjørdust tungan á vágskálini. Tað er líkasum, at Mimi Jacobsen hevur yvirtikið leiklutin hjá Kirsten Jacobsen, tá hon hevur verið [...] . Tá hugsað verður um, hvussu lítla virðing ávísir danskir politikarar hava havt fyri føroysku fólkatingsumboðunum - ja hvussu tað er gingið uttan um hesar, tá tað hevur snúð seg um Føroya framtíð og lagnu