hevði enn tá nakrar fáar mánaðir framman undan brúkt 400.000 krónur at gera takið á Perluni í stand. Men av eini játtan upp á tilsamans 600.000 krónur, endaði politiska togtoganin við, at tær síðstu 200 [...] Perluna niður kom púra óvart á okkum, sum brúktu Perluna. Talan var um eitt stað, har tað kreativa umhvørvið av álvara blómaði. Vit vóru nógv, sum um hetta mundið arbeiddu langt út á næturnar ókeypis. Talan [...] endaði við einum 7-6 meirluta í býráðnum, sum ynskti, at Perlan skuldi takast niður. Eina viku aftan á samtyktina var Perlan burtur. Í náttarmyrkrinum tann 17. september 1983 sendi býráðið sínar menn at
Jónsson var í flogfarinum, sum lætti úr Kastrup klokkan 10.00 í gjáramorgunin, men tað er ikki vist, at hann verður at síggja í sjónvarpinum í dag. Todi var ikki við, tá liðfelagarnir á útivølli sunnudagin [...] var í 1995. Í undankappingini til Europa Cup í ár vunnu teir á heimavølli 8-1 móti Lokomotiv 96 Vitebsk, og í Hvítarusslandi endaði 1-1. Á liðnum er ein spælari, sum var við Bulgaria í HM í Fraklandi. [...] fyri at stýra bóltinum í málið. Beinið stóð fast í svørðinum, og tað hevur ivaleyst staðið ov nógv á, greiddi Todi Jónsson okkum frá, áðrenn teir fóru úr Keypmannahavn og til Bulgaria. Í FCK vóru teir
vunnu vágbingar 3-1 í Sumba, meðan dysturin í Vági ? tað var eisini seinasti dystur á árinum ? endaði 0-0. GÍ hevur takið á ÍF Gøtumenn fara til Fuglafjarðar væl vitandi um, at teir sum oftast eru omaná móti [...] tær komandi vikurnar, í morgin á Toftum og um eina viku í Runavík. Tvørámenn hava verið nógv píndir av leikbannum í ár, men hesaferð eru allir tøkir. Tíggju mans liggja tó á markinum, og um dysturin móti [...] landskappingardyst á Svangaskarði, var í 1996, og tá vann heimaliðið 3-1. Í 1995 vann TB 2-1, og bæði í 1994 og 1993 endaði javnt 1-1. Seinasta útpurring hjá sumbingum Í Sumba kemur VB á vitjan, og sostatt
átti sín part av skuldini fyri málið. Hann hevði tak á innleggi, men misti, og so var Eirikur Joensen fyrstur á. Sumbingar royndu at kroysta spælið inn á hálvuna hjá VB, og teir vóru tvær ferðir í 2. hálvleiki [...] niður. Verri var hjá heimaliðnum, sum eigur HB og KÍ á. Tí varð hetta næstan mett sum síðsta freist at fylla uppí soltna stigaposan, og tað sást aftur á áræðinum, ið varð lagt fyri dagin. ? Eg rokni við, [...] venjaranum hjá VB, og hetta gav pláss fyri Eiriki Joensen á miðvøllinum, og so fekk René Thomsen álopsplássið, sum hann so at siga hevur verið fastur fúsur á, aftur. Málini Vágbingar løgdu bragdliga fyri, og fyrstu
áheitan á tíðindablaðið Sosialin: tá tit nú eru farin at vísa amerikanskum børnum umsorgan, takið so eisini tey føroysku við, tey, sum hvørt ár verða týnd á ávísari stovu á Landssjúkrahúsinum. Takið tey og [...] meðan hann/teir harmast at børn í Amerika drepa børn, gloyma tey børn, sum hvørt ár verða dripin her á landi, ikki av børnum, men av: væl útbúnum føroyingum í besta aldri, við loyvi frá fólkavaldum føroyingum [...] brúkt neyðarróp frá illa støddum foreldrum/mammum, sum hava brúk fyri øllum øðrum enn tí steini oman á byrðu, sum fosturtøka altíð endar við at verða. Ístaðin fyri at veita fíggjarliga hjálp, sosiala hjálp
eisini at undrast á, at áhugin fyri at fara niður til Skotlands at síggja landsliðið er ikki so nógv minni, enn hann er at síggja landsliðið á Svangaskarði. Tórsvallarfólk vísa ivaleyst á, at tað hevði verið [...] alíkavæl undrunarvert, at áhugin á heimavølli skal vera so lítil. Vit kunnu siga, at tað er frálíkt, at áhugin at stuðla á útivølli er so stórur, men tað sæst altso ikki aftur á heimavølli. Spurningurin er [...] at ferðast, og so er tað sjálvandi sera ymiskt, hvussu nógv tey ferðandi brúka umborð á skipinum og í flogfarinum, og meðan tey eru í Aberdeen. Men rokna vit við, at túsund fólk fara avstað, so er tað
tú nakrar vónir um at sleppa á besta liðið hjá Aarhus Fremad? ? Um eg sleppi undan skaðunum, sum hava verið so nógvir og órógvandi í ár, so haldi eg ikki, at eitt pláss á besta liðnum er so ógvuliga langt [...] roknar tú við at fáa møguleikan á besta liðnum? ? Eg haldi ikki, at teir, sum eg venji saman við, eru so nógv betri fyri, enn eg eri, men tað er sjálvandi torførari at koma á liðið, tá tú sjálvur hevur biðið [...] tað ikki soleiðis, at ein dystur á besta liðnum stendur fyri nú beinanvegin, og tað kann gott vera, at eg fari ikki at gera so nógv við tað, nú síðsta hondin skal leggjast á útbúgvingina, men so ætli eg mær
Millum ferðafólkini í flogfarinum til Vilnius mikukvøldið var eisini Serghéy Kréksjin, sum er russari. Hann hevur í ár roynt seg í B68, uttan at tað hevur hilnast serliga væl. Nú var hann á veg heim aftur til [...] vildi fegin síggja eitt sindur av litaviska høvuðsstaðnum, og tí høvdu vit bílagt ferðaseðil við flogfarinum til Moskva seinnapartin og ikki við tí, sum fór fyrrapartin. Men tá vit komu til passeftirlitið [...] okkum hevði ikki loyvi at vera í Litava, og so var einki annað at gera enn at finna honum eitt rúm á gistingarhúsinum í lufthavnini, har hann so skuldi bíða til hóskvøldið, greiðir Niclas Davidsen, formaður
tá hann var á veg inn í málteigin, dómarin bríkslaði, og so var aftur øði í. Endin varð, at tveir H71-arar fingu reyða kortið, og Kyndil fekk fríkast (!). Dómararnir høvdu tá mist takið á dystinum, og [...] máldómaran, sum stóð inni á vøllinum. Hoyvíkingar ilskaðust, og tað sá eisini út til, at Kyndlavenjarin vardi innanfyri, men spælið steðgaði ikki, og Hannis Wardum setti ferð á frameftir. Ein H71-spælari [...] Kyndil á odda 14-12. Størri var munurin ikki, men Kyndil dróg longsta stráið, tá avtornaði, og hóast munurin bert var eitt mál, so var greitt, at kyndlamenn hava fleiri streingir at spæla upp á í álopinum
ein av avgerandi løtunum í dystinum. StÍF misti takið, og VÍF, sum fáar minuttir áðrenn hevði verið aftan fyri 5-7, skeyt fimm mál á rað og kom sostatt upp á 10-7, áðrenn heimaliðið fekk fótað sær aftur. [...] arbeitt við at spæla nakrar nýggjar mans inn á liðið. Menn sum Agnar Højgaard, Poli Hansen og John Petersen vóru ikki við leygardagin, og í løtuni bendir ikki nógv á, at teir koma aftur í bræði, so sigast má [...] løtuna í seinna hálvleiki, sum rættvísgjørdi sigurin, og at vinna móti StÍF á Skála má metast sum ein sera góð byrjan upp á kappingina ? ein kapping, sum uttan iva fer at verða merkt nógv av VÍF, eins