Tríggir á landsliðnum spæla seriufótbólt í Danmark

Fótbóltur: Uni Arge, sum er tann av teimum trimum, ið er næst byrjunaruppstillingini, heldur seg vera nóg væl fyri til tað. Jan Dam og Símun Eliasen rokna báðir við at byrja á beinkinum

(VILNIUS) Tá flogfarið hjá Atlantic Airways seinnapartin mikudagin setti seg í Vágum, og ferðafólkini úr Danmark fóru frá borði, vóru landsliðsvenjarin og útisetarnir, sum skuldu til Vilnius, við. Men hesir komu ongantíð longri enn inn í fráfaringarhøllina. Ein knappan tíma seinni vóru teir aftur í flogfarinum, sum lætti úr Vágum klokkan 17.30 og tríggjar tímar seinni lendi í Vilnius.Millum útisetarnar vóru Uni Arge og Símun Eliasen, sum báðir búgva í Aarhus og spæla fótbólt við Aarhus Fremad, og Jan Dam, sum hevur spælt við næstbesta liðnum hjá Herfølge, tá hann ikki hevur verið heima ¡ Fðroyum og hjálpt HB.

Besta liðið hjá Aarhus Fremad er í superliguni, har teir stríðast fyri lívinum, men teir báðir føroysku spælararnir eru ikki við í hesum stríðnum. Hóast teir verða mettir at vera millum átjan teir bestu spælararnar í Føroyum, so spæla teir á næstbesta liðnum í Aarhus Fremad, og tað vil við øðrum orðum siga, at teir spæla í Jyllands seriuni.

Símun Eliasen hevur spælt har tað mesta av árinum, meðan Uni Arge bara hevur verið har, síðani hann fór av Ólafsfirði í Íslandi og fór undir aftur lesnaðin í Aarhus. Tað gongur væl hjá liðnum, sum er næstfremst, nú tað resta fýra umfør. Eydnast tað teimum at halda tørn um hetta plássið, so flyta teir upp í Danmarksseriuna, og alt bendir á, at hetta fer at eydnast, tí gloppið niður til triðja plássið er fýra stig.

Næstfremsta liðið hjá Aarhus Fremad spælir 4-4-2, og teir báðir føroyingarnir spæla við mest sum hvørja ferð, og báðir eru teir onkuntíð komnir á málskjúttaralistan.

Men stóri spurningurin er, um tað er nóg mikið at spæla so niðarlaga í Danmark, tá  tú samstundis skalt røkja altjóða uppgávur fyri Føroyar. Tað eru teir báðir samdir í, at tað ikki er:

? Eg verði viðhvørt biðin um at venja við liðnum í superliguni, og tað dámar mær sera væl, tí tað er stórur munur á intensitetinum og ferðini at venja við besta og næstbesta liðnum, sigur Símun Eliasen. Tá hann í summar var í Føroyum og helt frí, vandi hann og spældi nakrar dystir við ÍF. Símun heldur ikki, at hann hevur fingið so nógv burturúr hesum kappingarárinum, sum hann annars kundi havt fingið:

? Tað hevur verið tungt og torført at koma á rætta lagið, eftir at brotna beinið var í lagi aftur. Tað er fleiri ferðir komið fyri, at tá eg havi hildið, at nú var alt í lagi aftur, so er onkur fylgisskaði komin, og so hevur aftur verið neyðugt at hvíla og byrja av nýggjum.

Roknar tú við at fáa møguleikan at spæla leygardagin?

? Eg rokni ikki við at vera við í útgangsstøðuni, men fái eg møguleikan, sum dysturin líður, so fari eg at taka av, eisini um eg bara fái tveir minuttir, svarar Símun Eliasen smílandi og sipar harvið til ta ferðina, tá hann varð settur á vøllin, tá tað bara manglaði ein lítil løta av dystinum móti Spania. Fyrstu ferð Símun hevði bóltin, legði hann upp til málið, sum núverandi liðfelagin í Aarhus Fremad, Uni Arge, skoraði.

? Nú eru tveir títtir dystir á skránni, og vit fáa at síggja, hvat tað verður til. Men fái eg ikki møguleikan, so er hetta ein góður máti at leggja botn í fyrireikingarnar til eitt nýtt kappingarár, sum eg vóni at sleppa heilskapaður ígjøgnum.

Men hevur tú nakrar vónir um at sleppa á besta liðið hjá Aarhus Fremad?

? Um eg sleppi undan skaðunum, sum hava verið so nógvir og órógvandi í ár, so haldi eg ikki, at eitt pláss á besta liðnum er so ógvuliga langt burtur, men nú fáa vit at síggja.


Kapping um álopsplássini

Tá Uni Arge eftir væl eydnaða tíðarskeiðið í Íslandi kom aftur til Aarhus, har hann um ársskiftið verður liðugur við útbúgvingina til tíðindamann, bað hann um loyvi at venja við superliguliðnum hjá Fremad, og tað fekk hann:

? Málið hjá mær var í fyrstu atløgu at varðveita venjingarstøðuna, sum eg var komin í í Íslandi, og tað haldi eg hevur eydnast. Eg venji fýra ella fimm ferðir um vikuna, og spæli dystir í vikuskiftinum. Ferðin í venjingini er sera høg.

Men roknar tú við at fáa møguleikan á besta liðnum?

? Eg haldi ikki, at teir, sum eg venji saman við, eru so nógv betri fyri, enn eg eri, men tað er sjálvandi torførari at koma á liðið, tá tú sjálvur hevur biðið um pláss í felagnum, enn tað er hjá teimum, sum eru keyptir til felagið. Fremad hevur tveir fulltíðar álopsspælarar, og eg kenni tað ikki soleiðis, at ein dystur á besta liðnum stendur fyri nú beinanvegin, og tað kann gott vera, at eg fari ikki at gera so nógv við tað, nú síðsta hondin skal leggjast á útbúgvingina, men so ætli eg mær at gera nógv við fótbóltin.

Hvar verður tað?

? Tað veit eg ikki. Leiftur var áhugað í at endurnýggja sáttmálan, eg hevði tað gott í Ólafsfirði, og tað verður har uppi, at tað fer at ganga fyri seg komandi summar. Kanska tað kann samanflættast við onkrar uppgávur sum tíðindamaður, eg veit ikki enn, men kemur einki burturúr uttanlands, so verður tað í Føroyum, og har er HB sjálvsagt mest nærliggjandi møguleikin.

? AGF hevur álopstrupulleikar, er tað ikki ein møguleiki?

? Eg havi einki hoyrt frá teimum, og eg rokni ikki við at frætta frá teimum. Men tann, sum eg spældi saman við í álopinum hjá Leiftri í summar ? hann eitur Baldur Bragason ? er í hesi vikuni til royndarvenjingar í AGF. Tað verður spennandi at frætta, um hann fer at fáa nakað burturúr tí.

Ert tú nóg væl fyri at spæla á landsliðnum?

? Eg havi onkuntíð givið avboð til landsliðið, tí venjingarstøðan ikki hevur verið nóg góð. Hesa ferð havi eg ikki givið avboð, og tað er tí, at eg haldi meg vera væl fyri. Um eg skal spæla við ella um eg skal sita á beinkinum, ta avgerðina tekur venjarin.


Ikki væleydnað ár

Jan Dam var liðformaður á landsliðnum fyri ikki so langari tíð síðani. Nú landsliðið er í Litava ásannar veteranurin, sum tær báðu seinastu ferðirnar hevur givið avboð, tí hann í summar er farin undir útbúgving í Danmark, at tað verður sera torført hjá honum at koma á liðið hesa ferð.

? Vit spældu ógvuliga vánaligt í Estlandi 4. juni. Síðani tá hevur landsliðið spælt tveir dystir, og eg havi fingið upptøkur av báðum niður til Danmarkar. Tað hevur verið hugaligt at sæð, hvussu raskir og miðvísir føroyingarnir hava verið, bæði í Bosnia og á heimavølli móti Kekkia, og eg má siga, at verjan hevur staðið seg serstakliga væl. Tí síggi eg onga orsøk hjá venjaranum at broyta tann partin, og tað vil aftur siga, at eg veri á beinkinum.

Men ert tú nóg væl fyri at spæla á landsliðnum?

? Eg kenni tað soleiðis, at venjingarstøðan er góð, og at Ole Mørch, venjarin hjá Herfølge, hevur biðið meg venja við superligu liðnum, taki eg tað sum eina ábending um, at hann heldur tað sama. Tú skalt minnast til, at Jákup Mikkelsen og teir fýra, sum spæla frammanfyri hann, eru klárt tann besta verjan í Danmark. Tað haldi eg, og hagtølini geva mær rætt í hesum. Tíverri havi eg ikki higartil kunna vant við teimum, tí eg hevði lovað teimum í HB at koma heim til dystirnar móti Sumba og ÍF.

Jan Dam hevur spælt við næstbesta liðnum hjá Herfølge nakrar ferðir, og tað hevur ikki gingið verri enn ilt. Mótstøðan er upp og niður, men tá teir spældu móti teimum næstbestu í Brøndby, sum eru greitt á odda í hesum bólkinum ó Danmarksseriuni, gekk sera væl:

? Brøndby hevur nógv fólk, sum hevur støði til superliguna, so tað er ikki pláss fyri øllum á besta liðnum. Emeka Andersen stóð í málinum, og har vóru fleiri aðrir, sum plaga at vera í superliguni, t.d. Brian Jensen, men vit vunnu 2-0. Tað var stuttligt.

Annars hevur kappingarárið hjá Jan Dam ikki verið serliga hugaligt. Tíðliga á árinum gekk hann í seks vikur við brotnari nøs, og hann var ikki meiri enn komin fyri seg aftur, tá hann beklaði illa og noyddist at halda frí í tríggjar vikur.

? Eg haldi framvegis, at tað er stuttligt at spæla fótbólt, og eg eri sinnaður at gera nógv við venjingina í Herfølge. Tað er upp til venjaran at gera av, hvar eg skal spæla, men eg vóni at komandi kappingarár ikki verður so skaðamerkt, sum hetta árið hevur verið.