Tórshavnar Býráð arbeiddi skjótt og effektivt, tá politiska stríðið um Perluna eftir togan aftur og fram endaði við einum 7-6 meirluta í býráðnum, sum ynskti, at Perlan skuldi takast niður.
Eina viku aftan á samtyktina var Perlan burtur. Í náttarmyrkrinum tann 17. september 1983 sendi býráðið sínar menn at gera arbeiðið liðugt. Og áðrenn tann fyrsti jazztónleikarin hevði fingið gníggjað sær svøvnin úr eygunum var Perlan søga.
Eitt øgiligt rok spurdist burturúr. At talan var um politiskar rossahandlar ivaðuast Perlufólkini ikki í. Stutt undan hevði meirluti ikki verið fyri at taka Perluna niður. Býráðið hevði enn tá nakrar fáar mánaðir framman undan brúkt 400.000 krónur at gera takið á Perluni í stand.
Men av eini játtan upp á tilsamans 600.000 krónur, endaði politiska togtoganin við, at tær síðstu 200.000 krónurnar skuldu brúkast til at burturbeina Perluna. Og so mátti tak vera tak.
Nátt
Heðin Mortensen var um hetta mundið formaður í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð. Í dag er hann næstformaður í somu nevnd.
? Hvat sigur tú? Eru tað fimtan ár síðan? Sum tíðin gongur skjótt, sigur Heðin og váttar, at býráðið hevði sera góðan varhuga av, at varð ikki handlað skjótt í náttarinnar myrkri, so høvdu verið øgilig mótmæli. Og hesum vildi býráðið sleppa undan.
Heðin Mortensen heldur fast um, at tað var rætt at taka Perluna niður á sinni.
? Perlan var í sera vánaligum standi. Kom eldur í, brendi hon niður alt fyri eitt. Somuleiðis var gólvið um at detta niður, minnist Heðin Mortensen.
Oasa
Perlan var um hetta mundið eitt slag av oasu fyri tónleika? og sjónleikarlívið í Havn. Eitt bíligt stað.
? Ja, eitt frálíkt stað ? tú kanst kallað tað discountstað ? sigur Kristian Blak, sum eisini var mitt í rokanum um hetta mundið.
Og sambært formannin í Tutl, so var tað ikki júst elegansa, ið eyðkendi politiska handalagið í perlustríðnum.
? Avgerðin um at taka Perluna niður kom púra óvart á okkum, sum brúktu Perluna. Talan var um eitt stað, har tað kreativa umhvørvið av álvara blómaði. Vit vóru nógv, sum um hetta mundið arbeiddu langt út á næturnar ókeypis. Talan var um eitt slag av institutión, minnist Kristian Blak.
Sodavatnsís
Kristian Blak, ið framvegis er virkin tónleikari og formaður í Plátufelagnum Tutl og sum í 1975 var við til at stovna Jazzfelagið.
Hann minnist framvegis, hvussu tey, ið hildu til í Perluni fingu lyfti frá býráðnum um, at annar almennur tónleikastaður nokk skuldi koma í staðin. Men tað hendi ongantíð á tann hátt, sum hann hevði vónað.
? Býráðið gjørdi ein tónleikaskúla. Men onki alment spælistað. Eitt tíðarskeið sluppu vit at lána býráðshølini Yviri við Strond ? Djónastova ? men tá myndugleikarnir funnu út av, at vit bjóðaðu okkara limum pilsnarøl, so vóru vit blakað út. Eg veit ikki, um tey høvdu roknað við, at vit skuldu sita og eta sodavatnsís til bluestónleik, sigur Kristian, og leggur dent á, at hann ivast onga løtu í at eitt fast alment tónleikastað, har fólk hittust at hoyra blues, jazz, rock ? ja, allan tónleik ? heldur fyribyrgir enn elvir til ólevnað og kriminalitet.
? So hevur tú um ikki annað okkurt skilagott at gera, meðan tú drekkur øl, leggur hann aftrat.
Eitt tíðarskeið var Bládýpi eisini á skránni. Men hesin staður lá mitt í bygdum øki og larmurin órógvaði grannalagið. Og tá so heldur onki skonkiloyvi var latið Bládýpinum, fór staðið líkasum í søguna.
Gras
Tað Kristian sigur seg saknað er eitt stað, har tónleikarar, ið spæla júst tað slagið av tónleiki teir og tær brenna fyri, sleppa at spæla, uttan at skula at liggja á knøunum og bøna um vælvild.
? Og um býráðið ikki kennir definitiónina av einum almennum spælistaði, so eru skrivaðar tjúkkar bøkur um hetta, sigur Kristian Blak.
Hann vísir til, at allar kanningar ? eitt nú í býum so sum Trondheim, Aberdeen, Gøteborg ? vísa, at alment stuðlað spælistøð fáa tónleikin av vaksa í býnum.
Har Perlan stóð fyri fimtan árum síðani veksur nú gras.