við orðum, men tað er ein ótrúliga góð kensla. Tað sigur Livar Nysted í samrøðu við Sosialin í kvøld. Túrurin byrjaði á vestur síðuni av Australia í býnum Geraldtonm, sum liggur smáar 400 kilometrar norðanfyri [...] norðanfyri Perth. Málið var Port Luis á oynni Mauritius, ein teinur uppá 6500 kilometrar á opnum havi. - Eg eri ógvuliga móður og troyttur, men tað er ein góð møði. Tú koyrir í einum slagi av rúsi beint í løtuni [...] løtuni, men eg eri troyttur, tað eri eg, sigur Livar Nysted, sum hevur róð í 57 dagar og 15 tímar. - Tú skal heilt vist vera rættiliga tvørur, men um tú tímir tað, tú fer í holt við, so skal tað nokk ganga
Sosialinum, sum er komin út í kvøld. Í tíðargreinini útdýpir Sjúrður Skaale sínar viðmerkingar í sendingini Gud Signi Føroyar, sum er í Kringvarpinum í kvøld. - Vaclav Havel sigur einastaðni, at tá ein ideologi [...] lívinum. Men tann, sum er kristin, má eisini gera sær greitt, at hann hevur fingið sítt forstand til at brúka. Hann má eisini hugsa sjálvur. Tey, sum eingi virði hava, er vandamikil. Men tey, sum í einum teksti [...] Havel sipaði til ta kommunistisku ideologiina, sum kvaldi hansara land. Men júst tað sama kann sigast um religión. Og eftir mínum tykki er tað hetta sum hendir, tá fólk kopla vit og skil frá, og blint
leigu og ikki um fíggjarliga leasing. Tað merkir, sambært ráðnum, at árliga leigan skal takast við sum ein rakstrarútreiðsla í landsroknskapinum á hvørjum ári í leigutíðarskeiðinum. - Eg helt at spurningurin [...] politikkin hjá umstrídda borgarstjóranum í Farum, Peter Brixtofte, sum lat privat fíggja eina røð av bygningum og øðrum íløgum fyri kommununa, sum afturfyri bant seg til langar leasing-avtalur. Undir umfatandi [...] ella leasing var útgreinaður fakliga, tí vit hava havt fakfólk at gera lógaruppskotið. Men er hetta ein ivaspurningur, so ber væl til at broyta uppskotið soleiðis, at eingin ivi er um at talan verður um
Í bátahylinum her í býnum liggur ein hópur av bátum, og í einum teirra sæst ein maður arbeiða. Maðurin er John Allan Midjord, sum áður hevur starvast sum bankamaður í Føroya Banka. Hann hevur í løtuni [...] her fær ein altíð eitt prát um útróður og veður, sigur John Allan. Viðlíkahald Seinnapartin týsdagin var av allar fagrasta veðri, og tá fór John Allan sjálvandi ein túr í bátin. Ein bátur sum hevur eini [...] verður árliga varmakeldustevnan hildin í Fuglafirði. Henda stevnan er so ein partur av summarfrítíðini hjá John Allani. Hann lesur sum nevnt í Danmark, men hevur eisini búð aðrastaðni í verðini, m.a. í USA
Hann veit um aðrar bátar, sum fiska rættiliga væl. Men, sum hann sigur: Fái eg 100 pund uppá stampin, so eri eg nøgdur við tað! Sjáldan langt úti Ein so royndur útróðrarmaður sum Benadiktus veit sjálvandi [...] tað mesta, sum hann plagar at hava við sær. Gággan roynist best Tað hava verið tíðir, tá fiskurin best tók tað eina slagið av agni. Og tí er natúrligt at spyrja ein so royndan útróðrarmann sum Benadiktus [...] nógv um streym og vind. Men eisini ein heilan hóp um tey góðu miðini. Hevur hann so nøkur mið, sum hann ofta søkir við Havørnini? -Nei, eg havi ikki nøkur føst mið sum so. Eg eri allastaðni her á teirri
heilivágsrúm, sum bert læknar og sjúkrarøktarfrøðingar hava atgongd til, og tað eru læknarnir, sum ordinera heilivágin. - Tað er púra vanligt, at sjúklingar sjálvmedisinera við heilivági, sum tey hava við [...] sera viðkomandi, tí tað kemur fyri í Føroyum eins væl og aðrastaðni, tó vit framvegis einki vita um hvussu ofta tað hendir. Les eisini: Feilmedisinering ein ógreiður trupulleiki Á Landssjúkrahúsinum hava [...] munandi minni, enn hann er í dag. - Í nýggja bygninginum fáa vit einstaklingastovur, har bert ein sjúklingur liggur. Tá verður møguleikin fyri at taka heilivág hjá grannasjúklinginum munandi minni, greiðir
hvussu tað er í Mykinesi. Tað er ein øgilig rúgva av fólki, sum fer út har. Føroyingar, sum ætla sær har, sleppa næstan ikki við, tí tað ofta ikki er pláss í bátinum. Sum eg skilji á lagnum, eru tað útlendskar [...] ov lítið. Eg havi sagt tað við tey, og eg havi eisini biðið um ein fund. Vit hava nógv góð fólk, sum kenna hvønn einasta fjallatopp, sum mann kundi tosað við og hoyrt. Men vit hava so ikki fingið nakað [...] í Vágum, har nógv støð eru, sum ferðafólk vanliga vitja. Hann hoyrir her javnan um, hvussu ferðafólkini ganga í náttúruni uttan at taka tey røttu atlitini. - Tey skulu sum oftast taka eina selfie. Og hendan
arbeiðsdagur Ein arbeiðsdagur hjá Magnusi sum ferðaleiðari í Spania byrjaði sum oftast klokkan níggju um morgunin við »hotelltreffi« í móttøkuni á hotellum: - Vit skuldu sita í móttøkuni í ein tíma og loysa [...] ferðaleiðaraskúlan í Spania, helt eg alt fyri eitt, tað ljóðaði spennandi og var ein góður møguleiki at sleppa at ferðast á ein øðrvísi og bíligari máta, sigur Magnus við Planet.fo. Slapp ikki at vera smæðin [...] eitt gott og grundleggjandi innlit í starvið sum ferðaleiðari, sigur Magnus. Fekk starv alt fyri eitt Magnus var millum tey hepnu og fekk prógv handað sum ferðaleiðari í mai 2005. Sama dag fór hann til
klára seg eins væl og menn. Sjálvandi havi eg virðing fyri, at onnur halda tað er ein trupulleiki. Kanska hugsa mínir medarbeiðarar soleiðis. Hvussu ein er skikkaður og hvussu ein annars er sum menniskja [...] Hvussu uppalir tú dóttur tína? - Sum kvinna í leiðandi starvi havi eg ikki somu umstøður at bjóða dóttur míni sum ein mamma um gongur heima, men eg vil eisini siga, at ein heimagangandi mamma hevur heldur [...] Øll hava somu møguleikar, tað ræður bara um at brúka teir. Ein kvinna, sum sjálv er í leiðandi starvi, segði mær ein dagin, at hon hevði hoyrt ein mann siga, at hann ikki kundi hugsað sær at arbeitt undir
morgin er ein vika síðan samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar slitnaðu, og fakfelagið setti í verk fyrstu tiltøkini í verkfallinum. Sum landið liggur í løtuni [...] okkara limir ikki velja føroyska heilsuverkið frá. - Hetta, sum Kristina Háfoss kallar eitt óvanligt krav, er einans eitt ynski um somu løn, sum onnur. Eingin orsøk er til, at sjúkrarøktarfrøðingar ikki [...] sigur fíggjarmálaráðharrin frá tingsins røðarapalli, at tey hava víst vilja at flyta seg. Hetta er ein andsøgn - antin vilt tú flyta teg, ella heldur tú fast í karminum, skrivar fakfelagið og leggur afturat