- At fólk fáa skeivan heilivág kemur fyri á Landssjúkrahúsinum eins og tað fyrikemur á øðrum sjúkrahúsum. Men seinastu árini hava vit gjørt nógv fyri at betra um tryggleikan, sigur Johnny í Grótinum.
Feilmedisinering er temaði í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð, og sjúkrahússtjórin sigur millum annað í blaðnum, at evni er sera viðkomandi, tí tað kemur fyri í Føroyum eins væl og aðrastaðni, tó vit framvegis einki vita um hvussu ofta tað hendir.
Les eisini: Feilmedisinering ein ógreiður trupulleiki
Á Landssjúkrahúsinum hava tey tó tikið trupulleikan í álvara og sambært stjóranum gjørt nógv fyri at tryggja starvsfólk og sjúklingar. Fakfólk frá Apoteksverkinum hava seinastu árini havt ein virknan leiklut í, hvussu Landssjúkrahúsið goymir og tryggjar heilivágin. Tey hava verið á deildunum og gjørt mannagongdir fyri, hvussu heilivágur skal handfarast umframt, at tey hava strammað upp á økinum.
- Tað er altíð umráðandi at hava greiðar reglur fyri, hvussu man handfer heilivág. Og tað er tað serstakliga hjá okkum, tá vit hava fleiri sjúklingar á einari stovu, sigur Johnny í Grótinum. Tískil hevur stovnurin eitt nú heilivágsrúm, sum bert læknar og sjúkrarøktarfrøðingar hava atgongd til, og tað eru læknarnir, sum ordinera heilivágin.
- Tað er púra vanligt, at sjúklingar sjálvmedisinera við heilivági, sum tey hava við heimanífrá. Tí er tað umráðandi, at vit hava greiðar mannagongdir fyri, hvussu slíkt verður handfarið, sigur Johnny í Grótinum og vísir á, at í 2021 verður trupulleikin munandi minni, enn hann er í dag.
- Í nýggja bygninginum fáa vit einstaklingastovur, har bert ein sjúklingur liggur. Tá verður møguleikin fyri at taka heilivág hjá grannasjúklinginum munandi minni, greiðir Johnny í Grótinum frá.










