- Ferðaleiðarastarvið er bæði mennandi og avbjóðandi

- At vera ferðaleiðari er annað enn at njóta sólina, strendurnar og havið. Tú skalt vera »standby« alt samdøgrið fyri lítla løn. Men hinvegin hevði eg avgjørt ikki viljað verið avbjóðandi tíðarskeiðið sum ferðaleiðari fyri uttan, sigur Magnus Debess Madsen úr Havn.

Fyri einum ári síðani avgjørdi 22 ára gamli Magnus Debess Madsen í Havn at fara á ferðaleiðaraskúla hjá Service & Co í Spania:
 
- Eg var júst liðugur á Handilsskúlanum í Havn og vildi royna okkurt nýtt og øðrvísi. Eg hugsaði um at fara at fjakka, men hevði ikki rættiliga hug til at ferðast við ryggsekki. Tá eg so hoyrdi um ferðaleiðaraskúlan í Spania, helt eg alt fyri eitt, tað ljóðaði spennandi og var ein góður møguleiki at sleppa at ferðast á ein øðrvísi og bíligari máta, sigur Magnus við Planet.fo.
 
Slapp ikki at vera smæðin
Magnus fór einsamallur úr Føroyum niður til Spania á ferðaleiðaraskúlan, og at byrja við tordi hann illa at fara avstað:
- Eg eri smæðin av natúr, og helt eg fór at kenna meg einsamallan. Men longu tá eg kom á flogvøllin í Keypmannahavn, legði eg til merkis, at øll vóru í somu støðu sum eg. Tískil tóku øll við opnum ørmum ímóti hvørjum øðrum, sigur Magnus glaður.
 
Á ferðaleiðaraskúlanum slapp Magnus í roynd og veru ikki at vera smæðin, tí allir næmingarnir vórðu mettir frá fyrsta degi av øllum lærarunum:
- Í fyrstuni var tað stressandi, men tá ein tíð var liðin, hevði eg vant meg við tað, var sera sjálvsikkur og tordi at kalla alt, sigur Magnur og skoytir uppí, at tað fyrsta, tey skuldu gera á skúlanum, var at fara á pallin og fortelja um seg sjálvan í tríggjar minuttir framman fyri øllum hinum:
- Teir tríggir minuttirnir vóru sera langir, men øll vóru glað, og eingin dømandi.
 
Magnusi dámdi sera væl á ferðaleiðaraskúlanum og helt undirvísingina vera sera góða, fjølbroytta og spennandi:
 
- Á ferðaleiðaraskúlanum fekk eg eitt gott og grundleggjandi innlit í starvið sum ferðaleiðari, sigur Magnus.
 
Fekk starv alt fyri eitt
Magnus var millum tey hepnu og fekk prógv handað sum ferðaleiðari í mai 2005. Sama dag fór hann til starvsfólkasamrøðu hjá Ung Rejs:
- Nógv søktu um arbeiði hjá Ung Rejs, og tí var stuttligt at fáa at vita, at eg var millum tey fáu, ið fingu arbeiði hjá felagnum, sigur Magnus.
 
Magnus fór heim til Føroya í tvær vikur at løða battaríini og helt síðan leiðina út aftur í heim og suður til Callela, ið liggur norðan fyri Barcelona í Spania:
- Vit vóru seks ferðaleiðarar frá Ung Rejs í Callela. Hvørja viku komu bussar og flogfør við tvey hundrað 16-26 ára gomlum nýggjum ferðafólkum, ið vit høvdu ábyrgdina av.
 
Stór ábyrgd
Magnus ásannar, at stóra ábyrgdin var heldur trupul at bera at byrja við:
- Ferðafólk halda altíð, at ein ferðaleiðari veit alt 100%. Men í veruleikanum var eg bara ein 21 ára gamal føroyingur, ið skuldi vera á heimavølli í Spania. Eitt nú vóru nógvir spurningar um sponsku mentanina, og tað var trupult at svara uppá, sigur Magnus og leggur afturat, at innast inni var hann ofta nervøsur, tá okkurt serligt og álvarsamt var á skránni:
- Tá var tað sera umráðandi at »halda maskuna« og at royna at hjálpa ferðafólkunum so væl sum gjørligt, so tey ikki gjørdust fjálturstungin. Á ferðaleiðaraskúlanum lærdi eg eisini at lesa fólk av, greiðir Magnus frá.
 
Hektiskar løtur
Í starvinum sum ferðaleiðari upplivdi Magnus nógvar hektiskar løtur og var í heilum á sjúkrahúsi við ferðafólki, ið komu illa fyri. Eitt nú fann hann eina ferð eina gentu á einum vesi uttan vit, og eina aðru ferð var ein drongur vorðin so illur inn á ein vinmann, at hann í øðini hevði sligið hondina ígjøgnum eina glashurð.
 
Tá  Magnus fann dreingin inni á kamarinum, gjørdist hann bangin.
Drongurin hevði skorið allar vøddarnar av, mist nógv blóð og var sera sløvur. Magnus fór í skundi á sjúkrahúsið við dreinginum. Drongurin varð lagdur undir skurð og hevði tað betri nakrar dagar seinni.
 
- Í slíkum førum noyðist ein bara at halda høvdið kalt og royna at hjálpa so væl sum til ber. Henda upplivingin var ótespilig og hørð, men bert tveir tímar seinni, noyddist eg longu at fara á flogvøllin eftir 200 nýggjum glaðum ferðafólkum og lata sum einki. Tað var eitt sindur frustrerandi, sigur Magnus og heldur samstundis, at nógv eru púra teymaleys, tá tey fara á »charterferðir« og at kalla leggja heilan eftir heima:
 
Strævin arbeiðsdagur
Ein arbeiðsdagur hjá Magnusi sum ferðaleiðari í Spania byrjaði sum oftast klokkan níggju um morgunin við »hotelltreffi« í móttøkuni á hotellum:
- Vit skuldu sita í móttøkuni í ein tíma og loysa ymsar trupulleikar, ferðafólkini høvdu. Eftir hetta royndu vit at selja útferðir og »partypakkar« til ferðafólkini. Vit skuldu royna at selja so nógv sum gjørligt, og um vit megnaðu at selja eina ávísa mongd, fingu vit bonus. Onkuntíð hevði eg ringa samvitsku, um eg hevði prangað eina veitslu ella eina útferð á onkran, ið kanska veruliga ikki hevði hug til at keypa, sigur Magnus.
 
Kapping um, hvør megnaði at selja mest, var stór millum ferðaleiðararnar. Og sølan var rættiliga alternativ:
- Um eg lokkaði onkran at keypa, var svarið ofta: ja, um tú svimur út á handan bátin á sjónum ella um tú »bungyjumpar«... Og so gjørdu vit tað ofta til stuttleika. Genturnar høvdu sínar fyrimunir í síni sølu, tí tær gingu í bikini á strondini, sigur Magnus brosandi.
 
Altíð miðpunkt
Klokkan fimm seinnapartin varð sølan steðgað og farið var undir at fyrireika rimmar veitslurnar: »Grillveitslu«, »Beachparty«, »Mexican Night«, »Pupcrawl« og stórar konsertir:
 
- Í veitslunum vóru vit altíð miðpunkt. Um lív ikki var í veitslunum, settu vit ferð á. Vit høvdu loyvi til at drekka, men altíð vóru tveir ferðaleiðarar blanka edrúir og høvdu ábyrgdina av neyðtelefonini.
 
Stuttligt at vera í býnum, men...
Magnus heldur, tað var sera stuttligt at hugna sær saman við ferðafólkunum í býnum fyrstu vikuna. Men sum vikurnar gingu, varð tað harðari og harðari at verða í býnum hvørja nátt:
 
- Veitslurnar vóru ikki lidnar fyrr enn klokkan fimm um morgunin, og so skuldu vit upp aftur til arbeiðis klokkan níggju. Men hóast hetta, noyddust vit at vera 100% við upp á alt. Tað bar ongantíð til at siga: Nei, í kvøld orki eg ikki at fara í veitslu! Tí hvørt kvøld stóðu tvey hundrað garvillir ungdómar og bíðaðu spentir eftir okkum. Tað hevði eisini verið órættvíst, um tey, ið komu síðst á sumri, fingu eina rotna ferð, bara tí ferðaleiðararnir vóru troyttir, heldur Magnus.
 
Maturin, Magnus át, meðan hann var í Spania, var heldur ikki nakað at rópa hurrá fyri, so orkan varð minni og minni, og búkurin gramdi seg meira og meira fyri hvønn dag, ið gekk:
  Vit ótu næstan altíð bara »fastfood«, tí tað var lætt, og vit høvdu ofta ikki stundir til annað. So hvørt minutt, ið tað bar til, hvíldi eg meg.
 
Einki gullnám
Ferðaleiðarastarvið er eingin dýrabarur fongur í pengaseðlum, og Magnus gjørdist ikki ríkur maður sum ferðaleiðari í Spania:
 
- Tá eg skrivaði undir sáttmálan við Ung Rejs, játtaði eg at arbeiða 120 tímar um vikuna fyri 3.200 krónur um mánaðin, sigur Magnus.
 
Men hóast arbeiðið sum ferðaleiðari næstan er 24 tímar um samdøgrið, angrar Magnus onga løtu tíðarskeiðið sum ferðaleiðari í Spania:
 
- Áðrenn eg gjørdist ferðaleiðari, hugsaði eg ikki, at tað fór at verða so strævið.  Helt veruliga, eg fór at hava góða tíð til at njóta sólina, strendurnar og havið. Men tað hevur tó verið eitt framúr gott, spennandi og avbjóðandi tíðarskeið í mínum lívi. Eg havi hitt eina rúgvu av fólkum, ment meg, upplivað og sæð sera nógv. Somuleiðis fekk eg nógvar góðar vinir og havi enn regluligt samband við fleiri. Eisini lærdi eg nógv, ið eg somuleiðis kann brúka seinni í lívinum  bæði persónliga og innan arbeiðið, sigur Magnus.
 
Kendi seg kongaligan
Í Spania varð Magnus eins og hinir ferðaleiðararnir viðfarin á bestan hátt av íbúgvunum í Callela  serliga av matstovum, barrum og handlum:
- Eg kendi meg sera týdningarmiklan, hóast tey í høvuðsheitum kanska vóru so blíð, tí tey vildu selja til míni ferðafólk.
 
Genturnar vístu ans
Í Spania vístu somuleiðis genturnar Magnusi og hinum ferðaleiðarunum stóran ans:
- Tað er altíð stuttligt, tá fólk geva einum gætur, men tað varð onkuntíð ov nógv av tí góða. Serliga tá genturnar vórðu fullar, og endamálið var at fáa ein ferðaleiðara heim við sær. Onkuntíð vóru eisini lepar til mín frá gentum, tá eg kom heim. Men Ung Rejs hevur greiðar reglur hesum viðvíkjandi, og vit ferðaleiðarar sluppu ongantíð at veita nøkrum ferðafólki meira ans enn øðrum. Men tá eg var í Spania, var hetta eingin trupulleiki hjá mær. Heldur var tað stuttligt at siga nei takk við hvørt, sigur Magnus at enda við einum smíli.