verður greinað, hvat er vinnuligur fiskiskapur, og hvat ikki er vinnuligt. Fyrst skulu vit gera vart við, at Suðurstreymoyar Útróðrarfelag, sum umboðar umleið 30 bátar í Bólki 5A og 5B, ikki er partur av Meginfelag [...] innslag segði formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna (MÚ) millum annað: At tað er hol í høvdið at útluta fleiri fiskidagar Hetta er óseriøst Og at Vørn, sum nóg illa hevur ráð til olju, neyvan megnar at umsita [...] við, at vit meta Vørn hava víst í verki í mong ár, at talan er um ein vælvirkandi stovn. At siga bólk 5B bert vera fyri frítíðarfiskarar, er bara hálvur sannleiki. Útróðrafólk byrja í bólki 5B og verða
Brússel váttar, at flogvøllurin er stongdur, men vil ikki upplýsa nærri í løtuni. Flogvøllurin upplýsir, at tey kanna málið. Vit vita ikki enn, hvat dronan ger ella hví hon er í loftrúminum omanfyri Bruxelles [...] Kurt Verwilligen, talsmaður fyri Skeyes, sum er belgiski flogferðslu- og ferðslutænastuveitarin fyri sivilt loftrúm. Hann upplýsti eisini, at stongsilin er fyribils. Tað upplýsir franski miðilin Le Soir
filmin á tiltaki í Mettustovu 5. novembur. Á skránni er eisini framløga um, hví rætturin til abort er ein mannarættindaspurningur. Tiltakið byrjar kl. 19, er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Tú kanst [...] yvir landamørk. Tí um allan heim eru kvinnur fyri vantandi abortrættindum, og er eitt universelt mannarættindastríð. Eisini er hetta háaktuelt evni í Føroyum, tí føroyska abortlóggávan frá 1956 avmarkar [...] Tíðindaskriv: Abortion Dream Team er ein pólsk grasrótarrørsla, sum stríðst fyri abortrættindum í Pólandi, og veitir ráðgeving til kvinnur, sum leita sær abort undir einari av strangastu abortlóggávunum
metlágt, vøksturin framúr góður og lívfrøðiligu úrslitini tey bestu nakrantíð í søgu felagsins. Týðandi er eisini, at rakstrarkostnaðurin í føroysku sjógvalingini heldur fram at lækka - 12% lægri í Q2 og 14% [...] samanborið við somu ársfjórðingar í fjør. Hetta endurspeglar góða lívfrøðiliga gongd, effektiva aling og skynsaman rakstur. Í Skotlandi var gongdin støðug á flestu alistøðum fyrra partin av ársfjórðinginum [...] hægri prísir á laksi gjøgnum veturin og inn í 2026. Hóast fíggjarligan mótburð í hesum ársfjórðinginum er samtakið væl brynjað til at møta framtíðar møguleikum og avbjóðingum á sterkum lívfrøðiligum grundarlagi
sermerkt hetta seinasta árið, eru rentulækkingar. Millum juni í fjør og juni í ár er rentan lækkað sjey ferðir. Hyggja vit eftir, hvat ið marknaðurin væntar á hesum økinum komandi tíðina, so eru ikki útlit fyri [...] um heldur fram. Harafturímóti væntar marknaðurin, at rentan nú er á einum meira støðugum støði, men tað kann tó broytast. Hóast rentan er lækkað ofta seinasta árið, so ber enn til at fáa rentu fyri in [...] at búskaparvøksturin í ár er minni enn undanfarin ár. Búskaparvøksturin væntast at verða 2% í ár samanborið við 3,3% í fjør, 6,7% í 2023 og 9,5% í 2022. Árligi vøksturin er í ársins prísum, og tølini
trygdina – samstundis sum hetta eisini styrkir vinnulívið. Gongdin í Føroyum er ov óseriøs og sjókaðalin er bert seinasta dømið. Tað er ikki haldbart, at landins leiðsla ikki tekur ábyrgd og ikki ger seg galdandi [...] við samráðingarnar um verjusemjuna, har vit greinaðu, hvør tørvurin er í Føroyum. Úrslitið vísti greitt, at ein nýggjur sjókaðal er alneyðugur fyri trygdina og sambandið út í heim og eigur tí at verða [...] skulu vit opinbart klára einsamøll í Føroyum. Úrslitið av hesum er, at eingi verulig trygdarátøk verða gjørd í Føroyum enn. Soleiðis er ikki í Grønlandi, har teirra landsstýrið hevur verið við frá byrjan
Fríggjadagin 31. oktober var hátíðardámur í Eiðis skúla í samband við at skúlin er vorin 60 ára gamal. Hátíðarhaldi byrjaði klokkan 10 við at Tom Joensen, skúlastjóri, bjóðaði vælkomin. Eftir hetta vóru [...] ið skal koma øllum skúlanum til góðar. Gávan var 7000 krónur. Næmingaráðið sleppur sjálvt at avgera hvat pengarnir skulu brúkast til. Eftir døgurðan fóru næmingarnir í Kolshøll at hyggja eftir Ásbjørn Gyklaranum
seglbátin Rocky úr Kolding, sum bleiv brúktur til at smugla 23 kg av hassji við. Spurningurin er, um hetta kanska bara er toppurin av ísfjallinum. Í nógvum londum síggja myndugleikarnir ekstremt álvarsliga uppá [...] uppá smugling av rúsevnum og taka tilsvarandi ekstrem stig fyri at steðga smuglingini. Spurningurin er, hvat vit í Føroyum gera hesum viðvíkjandi. Tí hevur Elsebeth Mercedis Gunnlegysdóttur sett Ruth Vang [...] einaferð í ár, og um so er, í hvørji havn og hvussu ofta? Hvussu nógvir tollarar eru staðsettir í ávikavist Havn, Klaksvík og Suðuroynni? Hvussu nógvir narkohundar eru í Føroyum, og er hetta tal nøktandi?
at røkja nevnda landbúnaðarvirksemið. Undantakið frá hesi regluni er, um eitt øki er stongt fyri øllum av trygdarávum, ella tí tað er friðað. Slíkar forðingar kunnu bert gerast av ávikavist politinum og [...] ganga, har gøta er gjørd, ella ein farleið er merkt upp. Tí eru gøtur og merktar leiðir eisini eitt tað fremsta amboðið til at stýra ferðafólkaferðsluni. Órógv og slit av ferðavinnuni er samstundis minni [...] Har sum størstur vøkstur er í ferðavinnuni, kann ávirkanin tó eisini kennast stór. Á mest vitjaðu støðunum kunnu heimafólk kenna, at ferðavinnan ger seg inn á trivnaðin. Tað er ikki ætlanin. Ferðavinnu
sínum eintingum, og hvat tað kravdi av einum at hevja seg í einum náðileysum umhvørvi, sum bara virðismetir sigrar. Nógvu skaðarnir, steðgurin á landsliðnum og so framvegis. Tað mesta er vent, snarað og sagt [...] Bæði tiltøkini byrja kl. 19:30. Bókin er eitt úrslit av samstarvi og samrøðum millum høvundan og Toda, har Todi rør afturá eina yrkisleið í fótbólti, sum byrjaði í 1989 í KÍ og endaði aftur í KÍ í 2009 [...] itum og steypasigrum í skjáttuni. Nógvu sigrarnir eru sjálvandi viðgjørdir í bókini, men endamálið er fyrst og fremst at fara afturum sigrarnar og niðurløgini og greiða frá tí, sum fer fram, har almenningurin