veturin skipar bókasavnið á Sandi fyri einari spurnarkapping millum bygdirnar í Sandoynni. Skopun, Skálavík, Sand, og so eru bygdirnar í Húsavíkar kommunu í parti – tær eru Dalur, Skarvanes og Húsavík. Fyrsta [...] kommununi hjá liðnum. Teir fýra liðleiðararnir eru: Jóannes Johannesen úr Dali, Dávur Sørensen úr Skálavík, Jóannes Johannesen (í Miðstovuni) av Sandi og Annika Joensen úr Skopun.
Í Kyndilsmessuódnini í 2008 fekk havnarlagið í Hvalba stóran skaða, eins og havnarlagið í Skálavík. Skálavík fekk fíggjarliga hjálp úr landskassnum, meðan Hvalba mátti dúva uppá kommunukassan. Tað kostaði
sum vitjar í Skopun, Sandi og Skálavík. - Vitjað verður fyrst í Skopun, har byrjað verður í kirkjuni klokkan 12. Klokkan 14.30 verður vitjað á Sandi - og klokkan 17 í Skálavík, siga tey í Sandoynni.
Tað er ikki frítt, at menn í Skálavík við spenningi fylgja við arbeiðinum at útvega bygdini ein tryggan bátahyl. Nú er nevniliga arbeiðið, við at gera nýtt grótkast frá Magnusartanga og norður til havnargarðin [...] Skálavíkar. Ætlanin er, at einir seks lastbilar verða brúktir til hetta arbeiðið. Havnarlagið í Skálavík fekk stóran skaða í herviligum ódnarveðri í vetur. Nú skal so alt gerast fyri, at slíkt ikki kann
Tíðindaskriv: Javnaðarflokkurin heldur landsstevnu í Kelduni í Skálavík leygardagin. Á skránni verður millum annað formansrøða og politiskt orðaskifti. Eisini heldur Heini í Skorini framløgu. Um kvøldið [...] valevnabýti millum feløgini 16:30 Fundarsamtykt 17:00 Fundurin liðugur 18.00 Veitsla í Kelduni í Skálavík
Kirkjukórið úr Mossfelsbær í Íslandi, eisini nevnt Lágafellskórið eina góða konsert Í Deplinum í Skálavík. Trivið var í bæði tann íslendska sangskattin, og tann íslendska sálmaskattin. Áhoyrararnir vóru [...] síggja og hoyra tvær kykmyndir av hesum báðum sangunum, sum vóru serliga væl fagnaðir í Deplinum í Skálavík ígjár. Í dag skal íslendska kirkjukórið syngja til guðstænastuna í Húsavíkar kirkju, sum byrjar
Eli Hentze Nú leygarkvøldið 23. januar kl. 20.00 verður hugnakvøld í Skálavík. Tey, ið skipa fyri eru: Dansigaman, Leikum Fagurt og Stígum Fast. Hetta er 4 árið í slag, at skipað verður fyri hesum altíð [...] dansast. Lagt verður fyri við føroyskum dansi. Fyrireikararnir vænta og vóna at síggja nógv fólk í Skálavík leygarkvøldið. Bussar koyra til Skálavíkar úr øllum bygdum og heimaftur ókeypis, siga tey, ið skipa
Í Skálavík gongur væl. Her ræður bjartskygni, og nógv er á skránni, hóast fólkatalið er lutfalsliga fáment, 150 í tali. Bygdin hevur fingið eftirskúla, café’in á Mølini byggir út og fær fleiri kømur, og [...] - eisini til fólk við avbjóðingum, og her verða brúsumøguleikar, vaskimaskina og turkitrumla. Í Skálavík eru grundstykki tøk at byggja á, og arbeitt verður eisini við at fjøltátta bústaðarmynstrið í kommununi [...] sum fólk eru sera fegin um, og her er spælipláss. Tað kemur ikki upp á tal at lata skúlan aftur. Skálavík er eins og aðrar kommunur í sýsluni eisini partur av eldrasamstarvinum, og í bygdini er Gerðisgarður
SKÁLAVÍK Palli á Lava Olsen, sum er føddur í 1957 og sum soleiðis er farin um tey hálvt hundrað, sat í heilar seks setur og í tilsamans 24 ár í bygdarráðnum í Skálavík. Hetta var í eini tíð, meðan hann [...] út á sjógv. Fáir næmingar Í barnaskúlanum í Skálavík, sum fevnir um 1. flokk og upp til og við 5. flokk, ganga einir 7-8 næmingar. Tá skúlatíðin í Skálavík er liðug, halda næmingarnir fram á Sandoyar [...] Meginskúla. Palli á Lava Olsen sigur, at tendensurin er, at næmingatalið í barnaskúlanum í Skálavík minkar so líðandi. - Jú, eg haldi, at heldur fleiri næmingar vóru á skúlanum her, tá eg byrjaði fyri
í Kelduni í Skálavík. Ógviliga forvitnisligt, vóru luttakaraheiðursmerki til allar súkklarar frá Grótvirkinum við flottum búmerki. Ferðasteypið er eisini frá Grótvirkinum. Sandoy og Skálavík fevna sanniliga [...] Adél Gyepes. Tær súkklaðu ein styttri tein úr Skálavík til Skopunar og til Húsavíkar at venda og til Skálavíkar aftur. Síðani fóru tær eitt eykaumfar úr Skálavík til Sands og aftur til Skálavíkar. Samlaður [...] langa teininum. Mong halda kanska at Sandoyggin er fløt, men tey tvey umførini, ið vóru súkklað úr Skálavík til Skopunar og síðani til Dals og aftur til Skálavíkar hava við sær útvið 1800 hæddarmetrar til