Góð konsert í Deplinum í Skálavík

Í gjárakvøldið hevði Kirkjukórið úr Mossfelsbær í Íslandi, eisini nevnt Lágafellskórið eina góða konsert Í Deplinum í Skálavík.

 

Trivið var í bæði tann íslendska sangskattin, og tann íslendska sálmaskattin.

 

Áhoyrararnir vóru serliga fegnir at hoyra Maríus Sverrisson og ArnÞrúður Øsp Karlsdóttir syngja kenda íslendska fosturlandssangin "Nú andar suðrið".

 

"Á Sprengisandi" slær heldur ikki falskar mentir hjá føroyskum áhoyrarum.

 

Undir greinini ber til at síggja og hoyra tvær kykmyndir av hesum báðum sangunum, sum vóru serliga væl fagnaðir í Deplinum í Skálavík ígjár.

 

Í dag skal íslendska kirkjukórið syngja til guðstænastuna í Húsavíkar kirkju, sum byrjar klokkan 12.

 

Í morgin syngur Lágafellskórið í Tilhaldinum í Havn. Tað verður klokkan 15. Og í annaðkvøld klokkan 20 fer kórið at hava konsert saman við Ebenezer-kórinum í Ebenezer.