Tað er ikki frítt, at menn í Skálavík við spenningi fylgja við arbeiðinum at útvega bygdini ein tryggan bátahyl. Nú er nevniliga arbeiðið, við at gera nýtt grótkast frá Magnusartanga og norður til havnargarðin, farið í gongd, skrivar bkv.fo.
Sambært varaborgarstjóranum í Skálavíkar kommunu, Páll á Lava Olsen er talan um ein spennandi ætlan.
Umframt lastbilar í Sandoynni, eru neyðugt at fáa bilar frá øðrum plássum í landinum at koyra grót.
Grótið verður koyrt av Krókafossum og til Skálavíkar. Ætlanin er, at einir seks lastbilar verða brúktir til hetta arbeiðið.
Havnarlagið í Skálavík fekk stóran skaða í herviligum ódnarveðri í vetur. Nú skal so alt gerast fyri, at slíkt ikki kann henda aftur.










