Í dag er eingin kirkjugongd á Sandi, tí brek er á hitaskipanini í kirkjuni. Hetta er ein skipan, sum kirkjan hevur havt í mong ár, og sum hevur riggað væl.
Men, nú er brek á skipanini, og arbeitt verður upp á at fáa hana at virka aftur. Í dag klokkan 12 skuldi verið kirkjugongd, men hon er avlýst.
In.fo kann leggja aftrat, at sunnudagsskúlarnir í Sandoynni fáa vitjan í dag, og tað verður klovnurin BUBU, sum vitjar í Skopun, Sandi og Skálavík.
- Vitjað verður fyrst í Skopun, har byrjað verður í kirkjuni klokkan 12. Klokkan 14.30 verður vitjað á Sandi - og klokkan 17 í Skálavík, siga tey í Sandoynni.