Í Skálavík gongur væl. Her ræður bjartskygni, og nógv er á skránni, hóast fólkatalið er lutfalsliga fáment, 150 í tali. Bygdin hevur fingið eftirskúla, café’in á Mølini byggir út og fær fleiri kømur, og Bakkafrost er í holt við stóra verkætlan við lívfiskastøð. Skjøtil er settur á eitt stórt kampingøki, og bygt verður upp í undirhúsið við nýggjum almennum wc - eisini til fólk við avbjóðingum, og her verða brúsumøguleikar, vaskimaskina og turkitrumla.
Í Skálavík eru grundstykki tøk at byggja á, og arbeitt verður eisini við at fjøltátta bústaðarmynstrið í kommununi. Bygdin hevur barnaskúla, sum fólk eru sera fegin um, og her er spælipláss. Tað kemur ikki upp á tal at lata skúlan aftur. Skálavík er eins og aðrar kommunur í sýsluni eisini partur av eldrasamstarvinum, og í bygdini er Gerðisgarður.
Umstøðurnar við havnalagið eru tær bestu, ið hugsast kunnu, og her hava útróðrarmenn allar neyðugar fasilitetir. Í Skálavík er vøkur náttúra, og bygdin er rein og nosslig, og hóast fáment - men víð í vavi - var Skálavíkar kommuna hin fyrsta í Føroyum, sum megnaði at fremja sína spillivatnsætlan í verki. Hetta var eitt stórt arbeiði og eitt stórt tak, tá leiðingarnar tilsamans eru fleiri kilometrar langar.
Áin í bygdini er rein, og tá hugsað verður um umstøðurnar hjá barnafamiljum, kann av sonnum sigast, at Skálavíkin - øll, sum hon er - er eitt stórt spælipláss og paradís hjá børnum.
Borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, hevur verið fremstur á skútuni heilt síðan hin 1. januar í 1989, og nú kommunuval aftur stundar til, hevur hann enn einaferð latið seg stillað upp til val. Men, hann er ikki bara fremstur á skútuni í heimbygdini. Øll árini, hann hevur verið borgarstjóri, hevur hann siglt í Grønlandi, og tað ger hann framvegis.
- Tøknin er so mikið góð í dag, at tað saktans ber til at gera eitt uppskot til eina fíggjarætlan, meðan tú ert til fiskiskap á Diskobankanum. Tú ert langt burtur, men kortini sær nær øllum. Tú hevur alla kommununa á telefon ella teldu.
Og væl hevur vignast, má sigast.
- Vit hava alt her í kommununi, og vit eru skuldafrí. Skuldin er umleið 3,7 miljónir krónur, og vit eiga 4,1 miljónir krónur á bók, áðrenn skatturin fyri henda mánaðin er komin. Soleiðis hava vit eina nettoogn á einar 400.000-500.000 krónur, sigur Linjohn Christiansen.
Men, troyttast skiparin ikki eftir so mong ár?
- Nei, tað geri eg ikki. Eg geri uppskot um peningarenslið í kommununi, og síðan semjast vit um endaligu fíggjarætlanina. Tá eg eri burtur, hava tey, sum heima eru, leiðsluna, og eg eri við, tá tørvur er. Telefonin spyr ikki, um tú ert í kjallaranum heima í Skálavík, ella tú ert til fiskiskap í Grønlandi. Eg haldi, at hetta er ein góð skipan og fyri tey, sum eftir eru heima, er tað kanska bara ein lætti, tá buldribassin, sum hevur verið heima í tveir mánaðir, fer avstað aftur, sigur Linjohn Christiansen brosandi.