Men tað, sum er sagt og váttað av løgmanni og Feng Tie, er, at ongar hóttanir vóru, og at avgerðin liggur hjá Føroya Tele. Hetta er ein nóg góð indikatión fyri okkum um, at tað verður ein rættvís kapping [...] 5G í juni saman við Føroya Tele, og úrslitini vóru sera góð, sigur hann. Tað, sum er so fínt við Føroyum, er, at mann hevur ein marknað, sum er áhugaður í nýggjari tøkni. Vit í Huawei eru langt frammi [...] nakran fund, og vit vita heldur ikki, hvat er blivið sagt á hasum fundinum. Tað kunnu bara tey vita, sum vóru á fundinum. Tað einasta, vit vita um tað, er tað, sum er komið fram í miðlunum, sigur Kenneth
rætturin helt ikki, at løgreglan hevur nóg góð prógv ímóti miljarderinum. Tveir av trimum dómarum í rættinum hildu, at tað er meira hugsandi, at Tom Hagen er ósekur - enn sekur. Løgreglan, sum í samband [...] Lørenskog, spurdi løgreglan Tom Hagen, hvat kona hansara hevði sagt við møguligu ránararnar um hann sum persón og mann. Svarið var, at hon hevði sagt, at hann er ísakaldur og fer ikki at betala. Tað veit [...] eisini, at um Tom Hagen blandaði løgregluna upp í málið, var lívið hjá konu hansara í vanda. Tað er ein fríggjadag í november í 2018, at Tom Hagen situr í einum hotellrúmi á sjeyndu hædd á Thon Hotel Arena
umhvørvisorsøkum, og í dag er vindorka ein stór vinna, sum er ógvuliga væleydnað, vísir Birgir Enni á. Hann sigur, at føroysku myndugleikarnir skuldu umhugsað, um hetta eisini er vert at royna í Føroyum. [...] at ferð nú er komið á nýggjar orkuframleiðsluhættir í Føroyum, ikki minst av umhvørvisvinarligum orsøkum. - Vindorka er rein og varandi orka, og tað ræður um at dálka minst møguligt. Tískil er talan um eitt [...] Í 1977 vísti ein tvørámaður dirvi og árræði og fór undir vindorkuframleiðslu á Tvøroyri. Ein vindmylla varð sett upp, og orkan varð seld til orkurisa Føroya, SEV. - Tá í tíðini vóru nógvir tekniskir t
alt bendir á, at tað er nakað um tað, eg sigi. Tað er skjótt at staðfesta, at eisini í Danmark forvinna fyritøkur milliardir uppá kríggini í miðeystri. Og tað er sjálvandi ein góð orsøk til at halda gongd [...] »Eg eri ein deyður maður« Eg endurtaki orðini fyri meg sjálvan, áðrenn eg fari út gjøgnum portrið frá leguni. »Eg eri ein deyður maður«.. »Eg eri ein deyður maður.« Eg má síggja meg sjálvan sum ein deyðan [...] Knappliga brestir ein vegbumba tríggjar metrar frammanfyri meg, og trykkið er so stórt, at eg verði slongdur gjøgnum luftina. Fyrsti tankin er, at nú havi eg mist bæði beinini. Tað er støv og roykur, og
gongur hetta út yvir okkara pensjón, vit fáa ikki spart eins nógv upp og mennirnir. Hetta haldi eg er nakað, vit eiga at kempa fyri at fáa í rættlag. Hvat ynskir tú skal verða broytt innan næstu tíggju árini [...] Hvat merkir 8 mars - kvinnudagurin fyri teg? - Tá eg hugsi um, at tað í ár eru 40 ár síðani kvinnurørslan og reyðsokkarnir tóku uppaftur traditiónina við at hátíðarhalda 8. mars, og tað eru góð 100 ár [...] somu løn fyri somu størv sum menninir, vit hava sama rætt til størv og útbúgvingar og vit kunnu blíva tað, vit hava hug til. Vit kunnu frítt velja hvørjum við gifta okkum við – soleingi tað ikki er sama
tú verða avvístur? Hvat er tað, sum tey verða avvíst fyri? Hvat er tað, sum ger, at familja og vinir velja at avvísa ein, sum kemur út sum LGBT'ari, spyr Siri Sørensen. Fyri summi er orsøkin einfalt tann [...] í Føroyum, um hvat tað er at vera LGBT'ari. – Hetta kann vera við til at avmystifisera, hvat tað merkir at vera LGBT'ari. Tað tykist sum, at har eru framvegis fordómar um, hvat tað er at vera LGBT'ari [...] jur skulu trívast eins væl í Føroyum og aðrar familjur, er neyðugt, at tey vaksnu gevast við at siga, at tað er synd í børnunum, heldur Siri Sørensen, sum eisini metir, at tað er ein av uppgávunum hjá
- Eg haldi tað er fínt, at fólk gera vart, tá ið tey hava verið fyri órætti. Eg trúgvi eisini, at ætlanin hjá teimum, ið byrjaðu hetta, var góð, men nógv av tí er blivið misbrúkt til nakað heilt annað [...] við at øll somul stilla seg upp og siga #MeToo, #YouToo ella #YouAsshole ella hvat vit velja at siga. Tað einasta tað avrikar er at undirgrava rættarskipanina, vísir Sveinur Tróndarson á. Til ber at lesa [...] trupulleikar við einum hashtaggi. - Vit hava eina rættarskipan, har slík mál skulu loysast. Um vit hava ein trupulleika við verandi skipan, so mugu vit pínadoyð syrgja fyri at loysa hann. Vit loysa ikki heimsins
Tað er ikki nøktandi og tí skulu vit fáa hesi viðurskifti í rættlag eisini, sigur Andras L. Samuelsen. Arbeiðstíðin Formaðurin í Føroya Lærarafelag sigur, at tað er serliga arbeiðstíðin, sum er ein stórur [...] tað er neyðugt at lærarar sleppa á skeið fyri at kunna undirvísa eftir nýggju fólkaskúlalógini. Lærarar hava tørv á støðugari eftirútbúgving fyri at undirvísingin skal vera nóg góð. Ein byrjan er farin [...] arbeiða mistu inntøkuna inn aftur. - Ein avleiðing av nýggja setanarsáttmálanum, ið kom í gildi í fjør, er, at lærarar skulu hava nýggja eftirlønarskipan. Hetta er um at koma uppá pláss. Síðani tænast
var 14 ára gamal, og í dag er hann danskur statsborgari. Móðir nýggja prestin í Vági er úr Irak, meðan faðirin er dani. Gleðiboðskapurin einfalda uppgávan Patrick De Neergaard er sum vera man fegin um starv [...] rósandi orð at bera føroyingum. - Gestablídni er avgjørt eitt orð, eg seti í samband við føroyingar, og higartil hevur blíðskapurin á hesum oyggjum verið ein góð uppliving, sum bert ger útlitini betri fyri [...] bakgrund hansara er ein fyrimunur í yrkinum. - Nú eri eg føddur í Irak og uppvaksin á Arabisku Emiratunum, og í barndómi mínum var talan um eitt muslimskt umhvørvi, hóast familja mín er kristin, greiðir
føroyingar. Í Grønlandi er eitt mentamálastýri eins og í Føroyum, men grønlendsku politikararnir hava ikki orðað eina mentapolitikk. Eitt notat er frá 1990, sum er eitt upplegg til ein grønlendskan mentapolitikk [...] Kløvstad. Gott samskifti ein fyritreyt Ein av týdningarmestu hornasteinunum undir einum vælriknum mentunarhúsi, sum skal vera bindilið millum Føroyar og hini Norðurlondini, er, at samskiftið millum stovnin [...] Hann harmast um, at leikluturin hjá størsta mentunardeplinum ikki er lýstur í álitinum. Ein spurningur, ið av tí sama ikki verður svaraður, er, hvussu føroyska mentunarlívið hevði sæð út, um vit ikki høvdu