Teir ætla sær at buka burtur úr hinum súkklarunum.
Undir øllum umstøðum fara teir at traðka tað, teir eru mentir.
Brian Jacobsen og Símun Jóhann Samuelsen ganga báðir í fimta flokki í Glyvra Skúla, og tá ið Sosialurin kunnaði teir um súkklukappingina, sum verður á Eystanstevnu, avgjørdu teir alt fyri eitt, at teir fóru at luttaka.
Trimma vøddar og súkklur
Enn hava teir ikki luttikið í súkklukapping fyri børn, men í ár skal tað vera. Seinastu dagarnar upp undir Eystanstevnu ætlaðu teir sær at venja hart. Longsti túrur, Brian hevur verið á súkklu sínari, einari væl tilkoyrdari Empire XT Golden við átjan kervum, er úr Salttangará og inn á Strendur. Símun Jóhann hevur verið heilt í Lamba við sínari Esperia Nedved, somuleiðis við átjan kervum.
Eins og beinvøddarnir á dreingjunum, skulu súkklurnar eisini trimmast til kappingina. Farið verður hegnisliga til verka við bust og sterkum lúti, tí súkklan skal skína.
Rópa á báðar
Kappingin fyri børn verður leygarkvøldið eftir Grand Prix súkklukappingina, sum byrjar við Eysturoyar Heilsølu klokkan 18.
Fyrimyndin hjá ungu dreingjunum eitur Pól Didrikssen og er sjálvandi eysturoyingur og íðin súkklari.
Spurdir, hvør fer við gullinum eftir loknan leik, svara teir í ein munn:
- EG...!
Floks- og skúlafelagar, sum fara at rópa og eggja undir kappingini, velja hvørgan framm um hin. Tey fara at rópa á báðar garparnar í fimta flokki.
...
Møtið á keiini!
Børn, ið ætla sær at luttaka í spennandi súkklukappingini, skulu boða frá luttøku á keiøkinum í Runavík um sekstíðina leygarkvøldið. Aldursbólkar og teinar eru ymiskir. Súkklað verður kring timburhandilin.
Tað er súkklufelagið í Havn, sum skipar fyri kappingunum.lkini, sum eru uppvaksin og hava røtur her dáma tað ikki. Men tilflytararnir leggja ikki so nógv í tað, sigur hann.
Glyvramaður, saltangarámaður ella runavíkingur?
Teir hava í hvussu so er tann fyrimun, at teir bæði kunnu kalla seg bygdarfólk og býarfólk.
-Í Runavíkar kommunu búgva 2400 fólk og tað er nóg stórt at vera ein býur. Men hvør sær eru tær tríggjar størstu bygdirnar í kommununi Glyvrar, Saltangará ella Runavík ikki nóg stórar til at bera býarheiti. Í Saltangará, búgva ikki meira enn eini 800 fólk, sigur Niels Jacob Nielsen.










