Vágbingar fáa í framtíðini eitt nýtt andlit at síggja, tí 36 ára gamli presturin, Patrick De Neergaard, er nú vígdur og til reiðar at fara í holt við starvið sum prestur í Vági frá 21. september.
Undir gudstænastu sunnudagin í Havnar Kirkju var innsetan av nýggja prestinum, sum er føddur í Irak og í størstan mun uppvaksin á Arabisku Emiratunum. Kristna familja hansara flutti til Danmarkar, tá Patrick De Neergaard var 14 ára gamal, og í dag er hann danskur statsborgari. Móðir nýggja prestin í Vági er úr Irak, meðan faðirin er dani.
Gleðiboðskapurin einfalda uppgávan
Patrick De Neergaard er sum vera man fegin um starv sítt í Føroyum, og hevur hann higartil bert positiv og rósandi orð at bera føroyingum.
- Gestablídni er avgjørt eitt orð, eg seti í samband við føroyingar, og higartil hevur blíðskapurin á hesum oyggjum verið ein góð uppliving, sum bert ger útlitini betri fyri eini góðari framtíð í Føroyum, sigur Patrick De Neergaard, tá vit fingu orðið á hann mánamorgunin eftir vígsluna í kirkjuni sunnudagin.
36 ára gamli presturin hevur lokið universitetsútbúgving sína í gudfrøði í Århus, og spurdur, hvat eftir ætlan skal eyðkenna tænastu hansara í Føroyum, er svarið einfalt.
- Eg ætli mær ikki at koma við nøkrum kollveltandi nýggjum men heldur varðveita tær siðvenjur, sum longu eru í Føroyum. Einfalda uppgáva mín er at boða gleðiboðskapin, sigur Patrick De Neergaard.
Hann leggur dent á, at hann ynskir at ogna sær vitan og innlit í føroyskan sið og mentan á átrúnaðarliga økinum fyri á tann hátt at integrerast skjótari og betri í føroyska samfelagið.
- Gjøgnum samtalu, samskifti og samarbeiði er møguleiki hjá mær betri at skilja, hvørji virði eru galdandi í føroyskum trúarlívi, og hetta er ynski mítt, sigur danski/irakiski presturin, sum nú skal vera trúarhirði í Vági.
Fyrimunur við mentanarligum fjølbroytni
Umframt hetta vísir nýggi presturin á, at øðrvísi mentanarliga og etniska bakgrund hansara er ein fyrimunur í yrkinum.
- Nú eri eg føddur í Irak og uppvaksin á Arabisku Emiratunum, og í barndómi mínum var talan um eitt muslimskt umhvørvi, hóast familja mín er kristin, greiðir Patrick De Neergaard frá.
Hann heldur, at hetta er ein fyrimunur fyri hann á fleiri hættir.
- Fyrst og fremst hevur hetta lært meg at skilja aðrar siðir og givið mær innlit í mentanarligt og átrúnaðarlig fjølbroytni og nuansur, og á henda hátt er lættari at seta seg inn í støðuna hjá einum minnilutabólki, sigur Patrick De Neergaard.
Sambært gudfrøðinginum kann hann eisini nýta pluralistiska og fjøltáttaða mentanarinnlit sítt í Føroyum, tí aftur nú stendur hann andlit til andlit við nýtt umhvørvið og nýggja mentan.
- Við øðrvísi mentanarligu og etnisku bakgrund míni havi eg betri førleika at tillaga meg nýggja umhvørvið í Føroyum, enn um eg ongantíð hevði upplivað nakað øðrvísi enn danska samfelagið, sigur De Neergaard.
Liberalur
Spurdur, hvat átrúnaðarligt rák hann sum prestur umboðar, ger hann ikki tað stóra burturúr.
- Eg meti meg ikki vera øðrvísi enn aðrir prestar. Eg ynski at varðveita tað góða, sum er í føroyskum trúarlívi, og eg síggi meg sjálvan umboða eina liberala fatan, sigur nýggi presturin í Føroyum.
Hann endurtekur bert einfalda ynski sítt og uppgávu sína at boða gleðiboðskapin og at integrerast í føroyska samfelagið við støði í einum fjølbroyttum baklandi.
Vildi royna okkurt nýtt
36 ára gamli presturin vísir víðari á, at hann søkti um prestastarvið í Føroyum við ynskinum at royna okkurt øðrvísi.
- Eg helt talan vera um eina spennandi uppgávu, tá eg sá lýsingina í mars ella apríl, og eg kundi tá hugsað mær at fáa nýggjar royndir í nýggjum umhvørvi, vísir Patrick De Neergaard á.
Fimm umsøknir komu um tóma prestasessin í Vági, har allir umsøkjarar vóru danir, og avgerðin fall so á hálva irakan, sum er uppvaksin í muslimskum landið á Arabisku Emiratunum.
Áðrenn loknu útbúgving sína í gudfrøði á lærda háskúlanum í Århus arbeiddi Patrick De Neergaard í heimsumfatandi felagsskapinum Sameindu Tjóðir umboðandi Danmark, og tískil er talan eisini um persón við altjóða royndum og innliti, og er hetta sambært honum ein førleiki og fyrimunur í nýggju uppgávu síni á avbyrgdu oyggjunum í Norðuratlantshavi.
- Eg meti ongan vanda vera við einum mentanarligum samanstoyti av øðrvísi uppruna mínum, men tvørturímóti er hetta ein førleiki, um hann verður nýttur rætt, sigur komandi presturin í Vági sannførdur.
Sunnudagin varð hann so formliga settur í Havnar Kirkju sum prestur í Vági, og fer arbeiði hansara í gongd 21. september. Sostatt tykist talan vera um eina loysn á trupulleikanum í Vágs bygd, sum ikki hevur havt fastan prest í longri tíð.
Danski/irakiski presturin við kristnari bakgrund í muslimskum umhvørvi er sostatt ein heldur øðrvísi innsetan av nýggjum presti í Føroyum, og vónandi hevur nýggi presturin við altjóða royndum og einum fjølbroyttum mentanarligum baklandi nógv at geva íbúgvunum í Vági og í Føroyum.










