- Eg haldi tað er fínt, at fólk gera vart, tá ið tey hava verið fyri órætti. Eg trúgvi eisini, at ætlanin hjá teimum, ið byrjaðu hetta, var góð, men nógv av tí er blivið misbrúkt til nakað heilt annað. Tað dámar mær ikki.
Tað sigur Sveinur Tróndarson í longri samrøðu við Sosialin um #MeToo-rørsluna. Vikuskiftis-Sosialurin viðgerð hesa ferð rørsluna, ið seinastu mánaðirnar hevur sett dagsskránna í fleiri vesturlendskum samfeløgum.
Í greinini vísir Sveinur Tróndarson millum annað á, at tað kann tykjast, at fólk venda bakið til rættarskipanina, og í staðin halda seg kunna loysa allar trupulleikar við einum hashtaggi.
- Vit hava eina rættarskipan, har slík mál skulu loysast. Um vit hava ein trupulleika við verandi skipan, so mugu vit pínadoyð syrgja fyri at loysa hann. Vit loysa ikki heimsins trupulleikar við at øll somul stilla seg upp og siga #MeToo, #YouToo ella #YouAsshole ella hvat vit velja at siga. Tað einasta tað avrikar er at undirgrava rættarskipanina, vísir Sveinur Tróndarson á.
Til ber at lesa alla samrøðuna við Sveinur Tróndarson og temaið um #MeToo í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.