hvør hann var. Skemtingarsamur sum Kurt var, svaraði hann: "Vit hava verið saman til skips, og tá var tú í buksunum hjá mær." Tá tað var sagt, tá visti Bethuel, hvør maðurin var, og teir fingu eitt gott prát [...] royndi at finna, og fann ofta svarið. Vit sigldu saman fyrst frá februar 76 til septembur 78, tá vit fóru á hvør sítt hold, og síðan bert vóru onkrar túrar saman, til vit fyrst í 90 árunum komu aftur at sigla [...] Fuglafjarðar í 1966, tá hann giftist við Annefíu Johannesen. Tey fingu 6 børn, fýra synir og tvær døtur. Fyrstu ferð eg mynstraði sum stýrimaður, var við "Kappanum" í desembur 1971. Tá kom eg umborð sum 2
Serliga skutu vit nógvar harur í Fýramarkahaganum, har vit sluppu at skjóta ákkurát tá vit tímdu at fara. Og har vóru teir flestu harutúrarnir, sum vit vóru, eisini. Fyrsti haruhagin vit keyptu/leigaðu [...] eisini nógv harur saman, tá ið tú fekk aldur at bera byrsu. Tað er serliga ein dagur eg minnist væl. Vit vóru við sum berarar. Tað var tá vit fóru við pápa yvir á Gjóvadali. Vit fóru frá morgunstundini [...] bera, tí vit fingu aðruhvørja haru sum pápi skjeyt. Dagurin fór at halla, skýmingin var komin, og eg minnist at vit tosaðu um at vit máttu fáa eina haru aftrat, tí so høvdu líka nógvar at bera. Vit gingu
Tá ið eldri sonurin og eg fóru út at geva okkara langommu og ommu á Selheyggi jólapakka í fjør, tóku vit hesa myndina. Ikki visti eg tá, at hetta skuldi blíva seinasta myndin, eg tók av míni kæru ommu [...] hvussu kedd hon varð, tá ið hann einaferð varð hóttur, men gleðin var stór, tá ið hann aftur kom í skránna, tí hjá eldri fólki eru góðar rutinur í gerandisdegnum av størri týdningi, enn vit ofta geva okkum far [...] Børnini gingu tá í skúla annan hvønn dag og høvdu stóra virðing fyri skúla, foreldrum og lærara. Læraran, Jóhan Kalsoy, umtalaði omma mangan við føgrum orðum. Helst man hann eisini hava verið ein góður
Tað eru løtur í lívinum, tá vit noyðast at steðga á, líta aftur um bak og meta um, hvat vit veruliga hava fingið burtur úr lívinum. Her verður ikki hugsað um góðs og fæ, men um tey virði, sum ikki kunnu [...] slík løta kom tann dagin, tá vit frættu, at Ann var farin. Hon hevði verið sjúk nøkur ár, men deyðin kom kortini so brádliga, so óvæntað ? Ann vaks upp við Tinghúsvegin í Havn. Vit gingu allar í sama skúla [...] okkum saman. Vit gjørdu eisini fimleik í Havnar Fimleikafelag og vóru við til »uppvísing«, eins og nógvar myndir vísa. Sagt í stuttum, so høvdu vit eina góða ungdómstíð. Í realskúlanum gingu vit í sama flokki
avgreiðast, so tey kundu leggjast til viks sum loyst. “So fingu vit tað uppá pláss”, plagdi hann at taka til, tá okkurt mál var avgreitt. Vit komu at samstarva í nevndini í Felagnum fyri hoyribrekað, og tey [...] einsamøll eftir. Felagið fyri Hoyribrekað hevur mist ein góðan vin. Vit, ið varða av hesum felag, hava mist ein góðan samstarvsfelaga, sum vit fara at minnast í takksemi og eisini við einum smíli við minni [...] eyðkenna høgtíðina, verða beind burtur og vit eru í tí myrka og mangan baldruta januar, har summarið sýnist at vera langt burtur. Uppaftur daprari gjørdist dagurin, tá deyðsboðini bórust um, at Regin Havn Rasmussen
hon var ónøgd, tað veri seg bæði her heima og uttanlands. Hon var eisini klár til at vísa sína nøgd, tá hon helt, at onkur gjørdi ella segði okkurt, hon helt vera rætt. Mong munu hava fingið eina heilsan [...] Robben Island, skrivaði hon saman við konuni. Tá hon var á kvinnukongress í Kenya, fór hon so ta longu ferðina til Cape Town fyri at vitja familjuna. Maðurin var tá leyslatin. Hann doyði nøkur fá ár seinni [...] seinni. Amnesty International hevði aðalfund í Suðurafrika í 1997. Tá fóru vit sum luttóku á fundinum fyri Føroyar við heilsan frá Anette. Tað var eitt upplivilsi fyri lívið. Øll familjan var samankomin, konan
ótrúliga góð. Vit høvdu neyt, seyð, gæs, hønur, hund og kettu. Rossið Floru minnist eg eisini. Tá ið vit vóru í Havnardali í torvi, tá var gott at seta seg í hestavognin. Kavakvøldini plagdu vit at skreiða [...] Elias. Tit hava mist nógv. Má Harrin signa og varðveita tykkum. Tit vóru so sera væl um hann líka til tað síðsta. Gott at eiga tað lyftið, at vit skulu møtast aftur í Himli ein dag. Friður veri við minninum [...] ár. Tað var so stutt ímillum okkum bæði; vit vóru yngst av 4 systkjum. Vuksu upp úti í Perskonugøtu, har mamma og pápi festu búgv, beint innan fyri bøgarðarnar. Tá var langt heim í Havnina. Pápi okkara,
okkum eldru, tá næsta ættarlið vísir seg at taka við, og tað aftur ýður av børnum her um leiðir. Treyðugt so at hús ikki vera seld, fólk falla frá og onnur taka við, men vit og Jógvansa hús hava so verið góðir [...] fróðarfrólk, og hava mong fólk ávegis til okkara mangan steðga sera leingi við garðin hjá Jógvani at práta um lívsins mongu viðurskifti, ikki minst um søgu, mentan og ættarbond. Sjálvi hava vit havt so mangt [...] nær. Friður veri við minninum um Jógvan Petersen. P.S.Kendu vit Jógvan rætt hevði hann staðiliga frábiðið sær slíkan háva, tíansheldur umtalu, men tað verður hervið kortini gjørt; tað hava hann og hansara
Skipasmiðju at arbeiða. Tá ið skipasmiðjan læt aftur, fekst tú starv hjá Byggiservice á Skála, og har hevði tú tína gongd til fyrst í ?98; tá gjørdi tú av at fara aftur til skips. Vit kendu Hannus sum ein [...] sum Hannus hevði. Vit minnast Hannus sum ein, sum spreiddi gleði í heimi okkara, og vit fara at sakna hann nógv. Tú gavst okkum minnini, og tú gavst okkum tónleikin; hesum vilja vit aldri sleppa. Eg vil [...] fyri síðstu ferð. Aftaná at hava lokið 10. flokk, fór tú til skips við babba; hugurin mundi vera til sjógvin, tí at tú royndi títt umborð, og tú læs nógvar bøkur um fiskiskap, tá ið tú var í landi. Umframt
dag kennist, sum um vit hava ikki nógv eftir; tómrúmið í heimi okkara er stórt nú babba og Hannus eru farnir. Babba gjørdist 56 ár og Hannus 23 ára gamal; vit hildu, at vit fóru at hava tykkum hjá okkum í [...] mín var sjómaður burturav; sjógvurin var hansara eitt og alt. Líkasum vit onnur hava brúk fyri luft, so hevði babba brúk fyri sjónum Tá ið eg skuldi velja mær starv, segði babba altíð við meg: »Ongin verður [...] familjuna. Vit hava øll brúk fyri mati og drekka fyri at kunna halda áfram, og fyri babba var familjan at samanlíkna við júst hetta. Styrki hansara var grundfest í familjuni. Øll høvdu vit stóran týdning