Minningarorð um Ann Gunhild Marr Poulsen

18. september 1934   29. november 2003

Tað eru løtur í lívinum, tá vit noyðast at steðga á, líta aftur um bak og meta um, hvat vit veruliga hava fingið burtur úr lívinum. Her verður ikki hugsað um góðs og fæ, men um tey virði, sum ikki kunnu keypast fyri pengar.
Ein slík løta kom tann dagin, tá vit frættu, at Ann var farin. Hon hevði verið sjúk nøkur ár, men deyðin kom kortini so brádliga, so óvæntað ?
Ann vaks upp við Tinghúsvegin í Havn. Vit gingu allar í sama skúla, gingu til prest saman. Thaysen, prestur, konfirmeraði okkum í Havnar kirkju 2. oktober 1949. Vit hittust øll aftur at minnast henda dag 45 og 50 ár seinni, og sjálvandi var Ann ein av fyrireikarunum.
Sum skúlagentur høvdu vit ein bindiklubba, ? kanska ikki so nógv fyri at binda. Tað var felagsskapurin, sum dró okkum saman. Vit gjørdu eisini fimleik í Havnar Fimleikafelag og vóru við til »uppvísing«, eins og nógvar myndir vísa. Sagt í stuttum, so høvdu vit eina góða ungdómstíð.
Í realskúlanum gingu vit í sama flokki, og tóku realprógv í 1951. Sambandið okkara millum slitnaði ongantíð, hóast Ann, eins og fleiri aðrar, fór uttanlands at læra í nøkur ár. Hon var á húsarhaldsskúla í Skotlandi, og síðan las hon til ensk/ týskan korrespondent í Keypmannahavn.
Á hvørjum sumri, tá útisetarnir komu heim, skipaðu vit fyri einum hugnaligum kvøldi. Tað hevði týdning at hittast aftur og práta.
Tað eru dýrabar lívsvirði, sum verða bygd upp soleiðis millum skúlagentur, sum hava kenst alt lívið. Vit komu at kenna bæði sterkar og minni sterkar eginleikar hjá hvør aðrari. Og tað er so gott í slíkum felagsskapi at kenna seg trygga og góðtikna. Næstan sum í systraflokki.
Ann hevði góðar gávur. Hon var serstøk á sín dámliga hátt. Bar sín uppruna við sær. Hetta góða, gamla føroyska lyndið úr móðurættini úti í Mattalág í Havn, og so hitt skotska lyndið frá pápa sínum, sum var úr Aberdeen.
Ann var ofta biðin um at standa fyri, tá størri tiltøk skuldu verða, sum tá t.d. stóra Skarðhamar-familjan í juli 1998 skuldi hittast. Ann dugdi væl at leggja til rættis og spardi seg ikki. Har var skil í, einki hálvgjørt.
Sjálv ferðaðist Ann víða um. Saman við manninum og børnunum búðu tey 3 ár í Kanada, 3 ár í Hammerfest, 1 ár í Schweiz og 1 ár í Danmark í sambandi við arbeiðið hjá Roberti.
Tá vit allar fóru á eftirløn, var Ann ein av teimum, sum skipaði fyri at vitja tær í Real'51, sum ikki búgva í Havn. Vit vóru í Schweiz, í Noregi, í Klaksvík, í Húsavík og fleiri aðrastaðni.
Ann var bókhaldari á virkinum hjá Roberti. Hon fýrdi ikki fyri tí nýggja, og í 1990 tók hon teldukoyrikortið.
Ann verður stórliga saknað av okkum í bindiklubbanum. Hon var altíð so lívsglað. Altíð í gongd við okkurt handarbeiði. Dugdi so væl at siga frá og var altíð við tí góða orðinum.
Serliga minnast vit Ann fyri hennara trúfesti og hjálpsemi. Somuleiðis eiga vit nógv góð minni um hana.
Vit vátta okkara samkenslu við tykkum, sum mistu eina góða konu, mammu, ommu, systur og vermóður.
Ærað veri minnið um vinkonuna Ann.
????????????????

Bindiklubburin