ikki er bókbindari. Tann seinasta kreppan, tann nú í nítiárinum tók eisini fast. ? Vit selja slíka var, sum ger, at vit merkja eina afturgongd skjótari enn tey, sum selja neyðsynjarvørur. ? Men tað gekk [...] tríggjar døtur, og hóast tær altíð eru fúsar at hjálpa, hevur ongin teirra hug til at átaka sær ábyrgdina av handlinum. Men vónirnar fyri at føra handilin víðari í slektini eru ikki mistar enn. Tí Erning og [...] børnini. Somuleiðis er ætlanin eisini at hava nøkur tilboð ígjøgnum árið. Bíðar tolin Nú er Erning komin upp í árini, hann fyllir 74 í heyst. Og sjálvt um hann er vælsignaður við eini góðari heilsu, og ikki
Fuglafirði gjørt um seg, tí nærum eingir bólkar hava verið. Tó eru tað nakrir einstakir tónleikarar úr bygdini, sum spæla í bólkum, sum eru mannaðir av tónleikarum úr ymsum bygdum. Í kenda bólkinum Visible [...] gongd komin á aftur. Skúlin hevur brúkt rættuliga fitt av peningi til at keypa ljóðføri, og áhugin millum næmingarnar at spæla rútmiskan tónleik er sera stórur. Hóast ljóðførini fyrst og fremst eru keypt [...] til nýíløgur av ljóðførum í mun til nógvar aðrar skúlar kring landið. Í tónleikastovuni á skúlanum eru trummur, keyboard, elektriskur gittari og mangt annað. Jónsvein greiðir frá, at næmingarnir fara sera
ikki skilir hann, heldur Páll. - Vit hava í 100 ár havt eitt skrivað mál. Men eru vit eitt lesandi fólk?. Men hinvegin tosa, hoyra og lurta flest øll . Í dag hoyra vit útvarp og sjónvarp hvønn dag. Tað [...] heldur ætli mær at grava, sigur Páll, men leggur dent á, at bæði eru neyðug! - Vit hava í Føroyum úrmælingar og ta er alneyðugt, at vit hava fólk, ið hava bindini at blíva við, um tað so snýr seg um at [...] har vit eiga úrmælingar, ið eiga at stuðlast, metir Páll. Sjónleikur hevur eisini ment seg og vit hava yrkisleikarar, ið nú hava fingið eitt støðið at byggja á. Og júst hetta hevur tydning. At vit geva
nógv øðrvísi ósemju, enn tær vit eru von við. ? Talan er um eina knappliga eskalering. Brádliga hava vit tey 19 NATO-londini, sum eru tey sterkastu, og tey ríkastu, ið eru samd um at bumba eitt serstakt [...] henda í einum kríggi. Vit vita ikki, hvussu alt sær út um 14 dagar, sjálvt um vit beint nú ikki síggja aðrar møguleikar enn teir ið vera troyttir, sigur Rói, og leggur afturat, at vit tíverri munnu siga, [...] eisini verið, um vit í sama mun hava samkenslu, tá neyð er elvd av náttúruvanlukkum, ella vanligum fátækradømi. ? Viðhvørt, heldur Rói, men í hesum kemur eisini nakað annað inn í myndina. Vit eru so avmarkað
Á sýningini eru myndir frá einum myndatøkumanni úr hvørjum norðurlandi. Absalon Hansen, hevur á framsýningini, ið hevur verið flutt kringum í Estlandi, 10 myndir úr Føroyum. Nú er hon komin til høvuðsstaðin [...] 200 dias-myndir higani við á ferðini. Ætlanin er tó ikki bert at vísa estlendingum, hvar og hvussu vit liva. Gjøgnum myndalinsuna ætlar hann sær somuleiðis at vísa føroyingum lív og land estlendinga. Hann
Í síðstu viku skrivaðu vit, at klaksvíkingar á heimavølli taptu móti VB og vístu eitt fótbóltsavrik, sum var vánaligt. Vit skrivaðu eisini, at trupulleikarnir tóktust koma av, at teir vóru farnir frá 3-5-2 [...] prúður amerikumaður, sum er komin til Klaksvíkar. Tað sigst, at hann skal vera málmansvenjari, men fáur man ivast í, at venjarin ætlar at brúka ein mann í so góðum árum og sum er komin so langa leið. Marek hevur [...] eftiransari, og tað er sjálvandi altíð ein fyrimunur at hava bólttryggar spælarar í verjuni. Teir eru hentir í uppspælinum. Mál og møguleikar Talan var ikki um nógvar upplagdar møguleikar. Kurt Mørkøre
fyrst og fremst eitt ábyrgdarleyst landsstýri, ein fávitskut fyrisiting, og síðani ein niðurundir komin Fólkaflokkur. Alt við kós á fullveldisleið. Har mangur gerst mótfallin. Um greinastubba tín er stutt [...] skjaldramerkið, við høgum liberalistiskum idealum, út við vesaldóm sum undanstøkking og gravartøgn - og eru ikki vendar móti onkrari hissini argapirru í øðrum flokki. Sagt í allari fortróligheit (og lat tað [...] mansbarn í landinum hevur síni minni um henda fakbólk, og nøkur av okkum hava enntá verið lærarar eisini. Vit minnast nakrar fáar av teim sum plágur; men hinar sum eina signing fyri lívið. Henda gæva stætt, sum
luftini, var tað soleiðis, at Annlis og Johannus í felag gjørdu hvørja einkulta sending. Seinni eru tey so komin ásamt um, tey skifast um at gera aðruhvørja sending, tí hetta var nógv høgligari fyri tey bæði [...] at í fyrstuni høvdu tey sett sær sum mál, at sendingin skuldi venda sær til tey, sum eru millum 16 og 25 ár. Síðani eru hesar rammur víðkaðar nakað bæði upp og niður eftir. Grugg hevur, sum áðurnevnt, [...] vitja foreldur og onnur skyldfólk í vikuskiftunum. Ung eru opin Nógv vilja vera við, at tað er trupult at fáa føroysk ungfólk at opna seg. Hetta eru vertirnir í Grugg ikki heilt samdir í. Tey siga, at tað
bíbliukøni Olofson er førir fyri at finna eitt einasta dømi í N.T., har Jesus stoytir menniskju frá sær vegna misbrot og vána lív - syndarar eru vit jú øll - so er hann mær kunnugt einasti maður - og ikki fyri [...] kærleiksboðskapin í N.T. hevur hann so eftir mínum tykki ikki; sbr. Fyrra Korintbrævið kap. 13 og leggi hann sær serliga í geyma v. 13. Eg haldi eisini, at prestur skuldi verið so væl at sær komin og tonkt so [...] so mikið, at hann er komin til eitt fyri hann fremmand land og harvið fremmanda mentan, eisini og kanska serliga kirkjuliga mentan, tí tað er ikki tann rótføroyska kirkjumentanin og gudstrúgvin, ið hann
elska og virða hetta fólkið. Vit vóru ikki har, tí at vit hildu okkum vera klókari, rættvísari ella nakað slíkt. Vit høvdu einki ímóti fólkinum har, tvørtur ímóti føldi eg, at vit hava nógv at læra av teirra [...] sonn, tí tey eru fulkomiliga mótsigandi viðvíkandi læruni um Gud o.s.fr. - Um lívið onga meining hevði, hevði eg kunnað verið samdur við teimum, ið siga ?en hver er salig i sin egen tro?. Vit eru øll á veg [...] Í nógvum førum hevur hetta ført við sær, at fólk eru farin út um Norðurlond at nema sær størri kunnleika. Í Amerika er ørgrynna av lærdum skúlum, ið eru halgaðir læruni av Bíbliuni, og hesir skúlar hava