Nøkur orð til Jens Chr. Carlsson

Fyrst tøkk fyri at tú hevur roynt at lisið greinar mínar um ávíst álvarsmál.

Eingin er nú forpliktaður út yvir síni evnir, verður sagt, so eg vil beinanvegin vátta mína ábyrgd og skuld fyri, at tú eyðsæð ikki hevur fatað eitt kvekk av, hvat málið snýr seg um.

Málið snýr seg um:

1) At prinsippið um rættartrygd er brotið.

2) At stovnur, sum øll í landinum hvønn dag njóta gott av, er amputeraður.

3) At heiðurspersónur er illa viðfarin.

Og ábyrgdina eigur í seinasta enda eitt higartil handlingslammað løgting. Men fyrst og fremst eitt ábyrgdarleyst landsstýri, ein fávitskut fyrisiting, og síðani ein niðurundir komin Fólkaflokkur. Alt við kós á fullveldisleið. Har mangur gerst mótfallin.

Um greinastubba tín er stutt at siga, at hann er eitt dapurt dokument um tað støði, sum dagsins debattur er á í fjølmiðlunum landsins - bæði í luftini og á pappíri.

Eg kenni teg als ikki, og visti virkuliga ikki av, at tú var til. Men havi nokk ikki forsømt so nógv, allíkavæl.

Blaðgreinir mínar hava vituliga verið, við grundlógartryggjaðum rætti, vendar móti landsins myndugleikum og tí flokki, sum eg havi styðjað í mong ár - og sum hevur skift skjaldramerkið, við høgum liberalistiskum idealum, út við vesaldóm sum undanstøkking og gravartøgn - og eru ikki vendar móti onkrari hissini argapirru í øðrum flokki.

Sagt í allari fortróligheit (og lat tað vera okkara millum), so hevur málið einki við lærarar sum so at gera. Hvørt mansbarn í landinum hevur síni minni um henda fakbólk, og nøkur av okkum hava enntá verið lærarar eisini. Vit minnast nakrar fáar av teim sum plágur; men hinar sum eina signing fyri lívið.

Henda gæva stætt, sum, fyri avmarkaða løn og í avmarkaðari arbeiðstíð - dag út og dag inn - skal endurtaka fyri óvitum nakað, sum onnur gott nokk hava funnið upp á - men tað gera teir. Og gott er, at tað verður gjørt. Tí onkur skal vera til tað.

Tað mest eftirektarverda við grein tíni er, at seminaristarnir av Frælsinum helst ikki dáma bókmentir, skaldskap, mentan og søgu. Tað kennist hugstoytt. (So Signar, landsstýrismaður, her er nokk nakað, sum kann sparast upp á). Um substansin annars er bara at konstatera, at greinin er eitt skúladømi í skúlagarðsbriksli og øvund og uttan minsta skugga av nøkrum sakligum argumenti, men tað er helst ov nógv forlangað av summum í hesum døgum.

Næstu ferð, at Lærarafelagið gevur út bókina um skúlalærarar í Føroyum, eigur henda tín perla í djúptøknari andsvitan og í so eminentum stíli, at verða tikin við. Tað hevði hóskandi ríkað um »Mentunnarstættarins paradubók«, sum P.W.H. tók til á sinni.Yvir og farin.


Arnstein Niclasen