Eg fari ikki at taka upp tey ymisku mál, ið presti ikki hóvar, men halda meg til hansara grunduppfatan av tí kristnu læruni.
Eg kenni ikki mannin, men sum haldari á Sosialinum havi eg nú í nógv ár fylgt væl við, hvat maðurin sjálvur og aðrir - harímillum bispur - hava skrivað um evnið, og havi eg undrast yvir, at prestlærdur maður kann tulka so rangvørt.
Onkur hevur skrivað, at prestur skal vera sera bíbliukønur; tað kann væl vera, men eitt er at kunna lesa og kanska duga uttanat, eitt annað er at skilja og tulka tað, ein lesur. Um eg skuldi sagt nakað positivt út frá tí prestur skrivar og óivað meinar - og tað hætti eg mær - so hevur Peter O.K. Olofson kanska fingið fatur í onkrum, ið stendur at lesa í G.T., men rættuliga fata kærleiksboðskapin í N.T. hevur hann so eftir mínum tykki ikki; sbr. Fyrra Korintbrævið kap. 13 og leggi hann sær serliga í geyma v. 13.
Eg haldi eisini, at prestur skuldi verið so væl at sær komin og tonkt so mikið, at hann er komin til eitt fyri hann fremmand land og harvið fremmanda mentan, eisini og kanska serliga kirkjuliga mentan, tí tað er ikki tann rótføroyska kirkjumentanin og gudstrúgvin, ið hann og hansara viðhaldsfólk umboða, men tað »nýggja og fremmanda«, ið floymdi yvir Føroya-land um aldarskiftið.
Um bíbliukøni Olofson er førir fyri at finna eitt einasta dømi í N.T., har Jesus stoytir menniskju frá sær vegna misbrot og vána lív - syndarar eru vit jú øll - so er hann mær kunnugt einasti maður - og ikki fyri at arga - kvinna, ið er førir fyri tí.
Kære Peter O.K. Olofson!
Jeg tror ikke, du vil ufred, så jeg vil foreslå dig, at du giver dig i kast med at studere din landsmand, gode gamle Grundtvig, for derigennem at lære og forstå en af hans grundteser, nemlig: Menneske først og Kristen saa. Kun det er livets orden.
Við kristiligari og friðskapandi kvøðu.
Áslakkur á Steig
fyrrverandi lærari, eisini í kristni/religión
fyrrverandi meinigheitsráðslimur/kirkjuráðslimur
núverandi konfirmandlærari - Fårevejle