Skúlin skal menna tónleikalívið í Fuglafirði

Í nógv ár hevur so at siga einki virkesemi verið innan rútmiska tónleikin í Fuglafirði, men nú hevur skúlin keypt fleiri ljóðføri og ætlar harvið at fáa gongd á aftur í bygdini, sum hevur fostrað so kendar bólkar sum Silly Boys og Absurdy Fair

Tað er einki at ivast í, at tá ið man setur Fuglafjørð og tónleik saman, so hugsar man fyrst og fremst um kórtónleikin, tí bygdin hevur fleiri kend kór. Kendast er uttan iva gentukórið, sum Frits Johannesen í mong ár hevur tikið sær av, men eisini kunnu nevnast Fuglafjarðar Sangkór og kórið hjá brøðrasamkomuni í bygdini.

Tann rútmiski tónleikurin hevur ikki verið nógv frammi í Fuglafirði í mong ár. Soleiðis var ikki fyrr, tí í sekstiárunum áttu fuglfirðingar ein tann best umtókta bólkin í landinum, nevnliga Silly Boys, og nøkur ár seinni var ein annar bólkur hagani, Absurdy Fair, eisini væl dámdur kring landið. Síðani tá hevur eingin rútmiskur bólkur úr Fuglafirði gjørt um seg, tí nærum eingir bólkar hava verið. Tó eru tað nakrir einstakir tónleikarar úr bygdini, sum spæla í bólkum, sum eru mannaðir av tónleikarum úr ymsum bygdum. Í kenda bólkinum Visible Fish er onkur fuglfirðingur, og somuleiðis er onkur eisini í bólkunum Ipkiss og Clickhaze.


Stórur áhugi fyri rútmiskum tónleiki

Í skúlanum í Fuglafirði hevur rútmiski tónleikurin eisini ligið í dvala í rúma tíð, men nú er tó gongd komin á aftur. Skúlin hevur brúkt rættuliga fitt av peningi til at keypa ljóðføri, og áhugin millum næmingarnar at spæla rútmiskan tónleik er sera stórur. Hóast ljóðførini fyrst og fremst eru keypt til framhaldsdeildina, so sleppa aðrir næmingar tó eisini at royna seg. Hendan dagin, tá Sosialurin var á vitjan, vóru tað nakrir garpar úr fjórða flokki, ið spældu fyri okkum.

Tveir lærarar í skúlanum, Jónsvein Poulsen og Martha á Lakjuni, standa á odda fyri tónleikaundirvísingini í Fuglafjarða Skúla. Tey greiða frá, at skúlin har á staðnum hevur tónleikin høgt í metum, og tískil játtar leiðsla skúlans fitt av peningi til nýíløgur av ljóðførum í mun til nógvar aðrar skúlar kring landið. Í tónleikastovuni á skúlanum eru trummur, keyboard, elektriskur gittari og mangt annað. Jónsvein greiðir frá, at næmingarnir fara sera væl um nýggju ljóðførini, sum øll verða læst inni, tá ið eingin undirvísing er.


Musikskúlin góða undirtøku

At áhugin fyri tónleiki sum heild er stórur í Fuglafirði, sæst eisini aftur á musikskúlanum. Heilt nógvir fuglfirðingar ganga í musikskúlanum, og til fleiri ljóðføri er talan um langar bíðilistar, tí øll sleppa ikki framat.

At summir næmingar eisini ganga í musikskúlanum, sæst aftur í undirvísingini í Fuglafjarða Skúla. Martha á Lakjuni greiðir frá, at tey mangan brúka fleiri av teimum, sum eisini ganga í musikskúla, til at hjálpa til í tónleikaundirvísingini. Støðið hjá næmingunum í tónleikatímunum er ógvuliga ójavnt, og tískil er tað gott, at tað ber til at fáa tær stinnaru næmingarnar at hjálpa til við frálæruni.

Í føroyska fólkaskúlanum var tað soleiðis fyrr, at tá var ikki nøkur lærugrein, sum æt tónleikur. Tá æt lærugreinin sangur, og sum navnið sigur, so var einans sungið í hesum tímum. Nú eitur lærugreinin tónleikur, sigur Jónsvein Poulsen og leggur aftrat, at saman við vælútbúnum lærarum hevur hetta ført við sær, at tað aftur er rúm fyri rútmiskum tónleiki í skúlanum. Hann nevnir í hesum sambandi, at Martha er útbúgvin fólkaskúlalærari við tónleiki sum høvuðslærugrein.


Nýggi fólkaskúlin gevur møguleikar

Í sambandi við at nýggja fólkaskúlalógin er komin, hevur tónleikurin eisini fingið betri sømdir í skúlunum. Nýggja lógin leggur upp til, at meiri verður gjørt við tær handaligu lærugreinarnar, herundir eisini tónleikin. Rúm skal verða fyri øllum teimum handaligu lærugreinunum, men tíverri førir hetta við sær, at teir einkultu lærugreinarnar ikki fáa so nógvar tímar hvør. Í nýggju fólkaskúlalógini verður eisini lagt upp, at lærugreinar í ávísan mun verða tengdar saman, so at arbeitt verður tvørtur um lærugreinarnar.

Hetta hava tey gjørt sær dælt av í Fuglafjarðar Skúla, soleiðis at næmingarnir, serliga í framhaldsdeildini, arbeiða við einum evni í fleiri lærugreinum. Eisini tónleikurin verður tengdur at øðrum lærugreinum, og í hesum døgum framføra næmingar í Fuglafjarða Skúla ein sjónleik við nógvum tónleiki, sum næmingarnir spæla.


Vónandi spyrst úrslit burturúr

Nú karmarnir so smátt aftur er við at verða til staðar fyri lívi í rútmiska tónleikinum í Fuglafirði, vóna tey bæði, sum undirvísa í tónleiki í skúlanum í bygdini, at okkurt fer at spyrjast burturúr. Hetta er væntandi, tí áhugin er, sum áðurnevnt, stórur, og við tí hugburði, sum skúlamyndugleikarnir í bygdini hava til hetta, er einki at ivast í, at vit um ikki so langa tíð fara at hoyra um onkran nýggjan tónleikabólk úr Fuglafirði, ið spælir rútmiskan tónleikan - kanska í eini Prix Føroyar finalu!