eftirtrykkiliga. Her hava vit ein flokk og ein serliga markantan politikara, sum hevur koyrt seg sjálvan fram sum verja hjá teimum á niðastu rókum, og sum nú ger beint tað øvugta. Gott nokk hevur [...] tað er har, sum valið hjá Jónu Mortensen stendur. Samgongan – og aðalmálini hjá Fólkaflokkinum – fram um hennara egnu sannføring. So tá Jóna Mortensen hevur sum hjartamál at hjálpa sjúkum [...] sambandsflokkur beint nú, tað er ikki so løgið, tí flokkurin hevur so mangan víst sítt politiska skitsofreni við skiftandi fólkum, sum koma drússandi úr ymsum flokkum. Jú, í samgonguni eru
tí av røttum spyrja, hvørji motiv ein politikari hevur, sum vil dylja upplýsingar fyri almennninginum. Vit kunnu tí ikki annað, enn geva Øssuri Winthereig úr Føroyskum Fjølmiðlafólkum rætt, [...] hyggja upp á lógina um alment innlit, so er tað eitt afturstig. Lógin um alment innlit er eitt gott og neyðugt amboð, bæði hjá fjølmiðlum og hjá borgarunum. Heldur enn at skerja hana, so átti hon
innan stutta tíð – bara við at leggja okkurt um eina hálva milliard á borðið! Ein slík verkæltan hevði eisini skapt nógv arbeiði í landinum, bæði meðan hon var í gerð – men eisini aftaná, tí ein slík [...] Endamálið er at seta upp nakrar vindmylluparkir – einar hundrað ella gott og væl tað – sum skulu nøkta allan orkutørvin, sum vit hava til upphiting av húsum og til el-framleiðslu – sum [...] verkætlan, sum kostar einar fýra til fimm milliardir krónur. Endamáli hjá týsku – enn ókendu – fyritøkuni er at kunna nýta Føroyar sum eitt prógv fyri, at tað ber til at leggja um eitt heilt samfelag
á, sum gott er, at hugskotið um ein miðlagrunn, sum Mentanargrunnurin skal umsita, ikki er gott, og at lýsingar og sponsoreringar ikki hoyra heima í public service Kringvarpinum. Enn [...] lagnan hjá uppskotinum, sum er hugtungur lesnaður, tí tær prógva bara tað atgerðarloysi, sum valdar í politisku skipanini viðvíkjandi miðlunum. Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum, Jóna Mortensen [...] Enn einaferð kunnu vit staðfesta, at borgarligi parturin av løgtinginum ikki gongur inn fyri liberalum politikki. Tey borgarligu vilja ikki lata marknaðarkreftirnar ráða og virða ikki
virksemi á slíkar inntøkur. Tá politiski myndugleikin ikki vil tryggja stovnins inntøkur við kringvarpsgjaldið um skattin, so skyldar myndugleikin bæði stovninum og brúkarunum, at stovnurin [...] Vit skulu sjálvandi hava eitt gott og eitt trygt og eitt óheft kringvarp. Tað kundi verið rætt, at latið útvarpið verið útvarp, sum var fíggjað við kringvarpsgjaldinum, meðan sjónvarpið aftur [...] og hevði málið fallið, um tað var lagt fyri tingið. Úrslitið av vánaliga rakstrinum av Kringvarpinum seinastu mongu árini er nú, at allir pengarnir, sum Kringvarpið arvaði frá gamla Útvarpi Føroya
Tað besta fyri føroyingin hevði verið, um hann slapp undan trælabandinum, sum bankarnir hava. Sjálvandi var eisini gott, um oljufeløgini ikki høvdu sama hvørkratak, men við bankunum er tað [...] bara syrgja fyri, at brúkarin sleppur at velja, hvønn banka hann vil hava. Um ikki í øllum heiminum, so bara í ríkinum, tað hevði verið eina risavinningur fyri brúkaran, og so fingu vit tveir
tíngið, tí tað órógvaði. Nú er tað grundarlagið undir støðutakanini hjá landsstýrinum. Tað er sjálvandi gott í sjálvum sær. Men viðgerðartilgongdin í hesum máli er djúpt órógvandi. [...] hetta sonevnda »OPP-modellið«, har privat feløg kunnu tjena sær hópin av pengum upp á almennar byggiætlanir. Hetta er eitt modell, sum er nógv brúkt í Evropa, og sum Kári P. Højgaard og løgmaður ætlaðu [...] midlet...« í sambandi við allan skudin, sum løgmaður, Kári P. Højgaard og tingmenn á Skálafjørðinum høvdu við at fáa sáttmálan við CIP undirskrivaðan sum skjótast – og áðrenn løgtingið annars
at brúka pengar úr Húsalánsgrunninum og møguliga úr Realinum til bankakeypið - ein góð milliard sigst vera í hesum grunnum, og saman við teimum 400 milliónunum, sum TF Holding er sinnað at [...] Í fyrstu syftu tykist hetta ikki skilagott. Bankin er bjargaður – kreppuloysnin er funnin. At leggja bankan undir Finansiel Stabilitet er ein kreppuloysn – ella rættari, tað er kreppuloysnin, sum [...] førum skyldu at greiða Føroya fólki frá hesum viðurskiftum. Vit kunnu bara vóna, at bankin fær eitt gott og trygt grundarlag at virka á – um pengarnir, sum skulu tryggja hetta koma uttanífrá ger væl ikki
fram – við stuðuli frá Tjóðveldinum og Poul Michelsen, sum var farin úr Fólkaflokkinum. Her kom í ljósmála slíkt, vit ikki hava sæð áður í føroyskum politikki. Kaj Leo Johannesen, løgmaður [...] samgonguna, sum tyktist heldur trek og fastlæst – helst tí, at arbeiðslagið og yvirlitið ikki var so gott, sum tað átti at verið. Fyrst í árinum hendi tað, at Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, [...] veljarakanning, sum Gallup gjørdi fyri Sosialin, so hevur hetta ikki tikið grundarlagið undan samstarvinum hjá borgarligu reaktioneru samgonguni, hóast tært er av grundarlagnum – og hóast andstøðan
við tingbólkin hjá Sambandsflokkinum, sum hann er samdur við, og komin til ta niðurstøðu, at hann fer ikki at skriva út val. Hann gongur sostatt ikki ynskinum hjá Fólkaflokkinum á møti. Løgmaður [...] flokkinum, sum nú hevur fingið nýggjan formann, sum greitt hevur sagt, at Javnaðarflokkurin er ein samríkisflokkur, so hann trolar týðuliga innanfyri hjá Sambandsflokkinum aftur [...] suppskot verður reist móti løgmanni á tingfundinum í morgin – ella nýtt samstarv proklamerað, so kunnu vit bara staðfesta, at parodiin heldur fram.