Men tað eru meira viðmerkingarnar frá nevndarliminum enn lagnan hjá uppskotinum, sum er hugtungur lesnaður, tí tær prógva bara tað atgerðarloysi, sum valdar í politisku skipanini viðvíkjandi miðlunum.
Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum, Jóna Mortensen og Edva Jacobsen úr Sambandsflokkinum siga, at tey eru ímóti at krevja kringvarpsgjaldið inn umvegis skattin, tí tey eru av teirri fatan, at tá privatpersónar rinda árlig ella hálvárlig gjøld fyri tænastur, eru tey meira tilvitað um tænastuna.
Teirra grundgeving til ikki at broyta kringvarpsgjaldið er altso, at brúkarin kann betur fylgja við tá hann fær eina rokning. Um hetta er rætt, so er at gjøgnumføra hetta fyri sjúkrahús, skúlar og annað við.
Viðmerkingarnar hjá Jenis av Rana um kommunistiska indoktrinering o. a. eru so óseriøsar, at tær lata vit liggja. Meira hugstoytt er síggja vinnulívsmannin Poul Michelsen beinleiðis mæla til, at hildið verður fram við botnórættvísu kappingaravlagingini – at Kringvarpið – samstundis sum tað krevur skatt inn, skal fíggja sítt virksemi við at kappast við privatar miðlar. Ein nýggjur liberalur flokkur átti sjálvsagt at havt konstruktivari tankar um marknaðarbúskap og alment virksemi.
Rigmor Dam og Gunvør Balle, sum umboða uppskotsstillararnar, nema í viðmerkingum við umstøðurnar hjá føroysku fjølmiðlunum sum heild og royna at lýsa týdningin av at hava frælsar fjølmiðlar. Tær vísa eisini á, sum gott er, at hugskotið um ein miðlagrunn, sum Mentanargrunnurin skal umsita, ikki er gott, og at lýsingar og sponsoreringar ikki hoyra heima í public service Kringvarpinum.
Enn einaferð kunnu vit staðfesta, at borgarligi parturin av løgtinginum ikki gongur inn fyri liberalum politikki. Tey borgarligu vilja ikki lata marknaðarkreftirnar ráða og virða ikki rættin hjá privatum fjølmiðl at virka frítt.
Tí er so lítil vón fyri, at Kringvarpið kemur úr naggatódnini. Viljin er, at hesin mentanarstovnur skal fíggjast við láturligum sponsoreringum og við at kappast við privatar miðlarnar um handilslýsingar.
Álit okkara á, at politiska skipanin fer at tryggja grundarlagið hjá fjølmiðlunum er ikki til staðar. Men vit vóna, at bjørnin í Mentamálaráðnum fyrr ella seinni vaknar – og sær ljósið.










