ODDAGREIN: Hvørjum skalt tú trúgva?

Fyrr í summar fingu vit frá okkara kosnu monn­um í Tinganesi at vita, hvussu fantastiskt alt var við hesi privatu tunnilsætlan. Serliga løg­mað­ur og Kári P. Højgaard, lands­stýr­is­maður, gingu á odda.

Tað fantastiska modellið var hetta sonevnda »OPP-modellið«, har privat feløg kunnu tjena sær hóp­in av pengum upp á almennar bygg­i­ætlanir.

Hetta er eitt modell, sum er nógv brúkt í Evropa, og sum Kári P. Høj­gaard og løgmaður ætl­aðu eisini skuldi fíggja Skála­fjarð­a­tunn­ils­ætl­­­an­­ina.
Vit hava fleiri ferðir á hesum stað víst á, at tað var »målet som hel­liger midlet...« í sambandi við all­­an skudin, sum løgmaður, Kári P. Høj­gaard og tingmenn á Skála­fjørð­i­num høvdu við at fáa sáttmálan við CIP und­ir­skrivaðan sum skjótast – og áðr­­enn løgtingið annars fekk um­­rátt seg.

Tað er bara at fara á Facebook-síð­una hjá løgmann, so síggja vit, hvussu hann hálovar ætlanini við priv­atu loysnini. Hann ger tað til ein spurning um persónligt frælsi at velja at »stuðal Magn ella Effo« ella »gjalda tunnilin«, sum hann sigur

– Gongur væl við íløguni fær land­ið tunnilin tað skjótari kvit og frit, gongur tað illa er í lagi hjá and­stø­ð­uni. Vit sleppa landinum und­an váða og ov­ur­stórum veð­haldi, nú sigi eg sum onkur, eg skilji spurn­ing­in men hvat er trupuleikin.
Nei lat okkum velja tað tryggaru loysn­ina við ongum almennum veð­haldi, og hvar tað persónliga frælsi kem­ur at avgerða, hvønn veg eg koyri, og hvat prís eg vil gjalda, sig­ur løg­mað­ur eisini á Facebook.

Úti úr heimi hoyra vit eisini um á­var­ing­ar ímóti hesum OPP modell­i­num. Eitt nú hevur Konservativi flokk­urin í Onglandi ávarað floks­fel­ag­ar­nar í Noreg, sum júst hava vunn­ið stjórn­ar­valdið, um ikki at nýta hetta mod­ellið, so sum tey ann­ars hava engt við í val­stríðnum.

– Størsti váðin við OPP-avtalum er, at saml­aðu útreiðslunar verða nógv hægri, enn tær høvdu verið, um tal­an var upp statsfígging, sig­ur flokk­ur­in, sum vísir á dømi við ein­um sjúkr­a­húsi í Edinbourg, sum kost­aði statinum 10,6 milliardir krón­ur, hóast tað bara var 1,8 milli­ard­ir krón­ur vert.

Pípan í Tinganesi hevur nú fingið ann­að ljóð. Tað sum Landsverk segði í vár, mettu løgmaður og Kári ikki verða vert at bera niðan í tíng­ið, tí tað órógvaði. Nú er tað grund­ar­lag­ið und­ir støð­u­tak­an­ini hjá lands­stýr­i­num. Tað er sjálv­andi gott í sjálvum sær.

Men við­gerð­ar­til­gong­din í hes­um máli er djúpt órógvandi.