ODDAGREIN: Ikki kringvarp um skattin

Tað er nú greitt, at meiriluti er ikki á tingi fyri uppskotinum hjá Aksel V. Johannesen, formanni Javn­aðar­floks­ins, um at kringvarpsgjaldið fram­yvir skal gjaldast umvegis skatt­in. Uppskot hansara var, at allir skatt­a­borgarar skuldi rinda eitt gjald, sum til dømis var 0,7 pro­sent, umvegis skattin, sum so skuldi verða trygga grundarlagið undir Kring­varpi Føroya.

Tjóðveldi hevur fyrr havt upp­skot frammi um tað sama, so Javn­að­ar­flokk­ur­in og Tjóðveldi draga somu líni í hesum máli. Men teir fáa eft­ir øllum at døma onga hjálp frá øðr­um flokkum á tingi, og hevði mál­ið fallið, um tað var lagt fyri ting­ið.
Úrslitið av vánaliga rakstrinum av Kring­varp­i­num seinastu mongu ár­ini er nú, at allir pengarnir, sum Kring­varpið arvaði frá gamla Út­varpi Før­oya eru brúk­tir – og tað før­ir við sær, at stovnurin í ár ikki ein­ans hev­ur hall á rakstrinum, men at sam­l­aða úrslitið fer at hava hall, og tað má tað ikki hjá einum al­menn­um stovni.
Fyri at kunna klára at reka Kring­varp­ið fyri 54 milliónir árliga held­ur enn 60 mil­l­i­ónir, so krevur tað, at Kring­varp­ið sig­ur 20 fólkum úr starvi. Men tað kostar so mikið nógv í upp­sagn­ar­løn, at Kringvarpið noyð­ast at siga 10 fólkum afturat úr starvi.
Men sambært tí, sum lands­stýr­is­mað­ur­in segði við Portalin í gjár, so ar­beið­ir hann við eini loysn, so Kring­varpið fær eina »bleyt­ari lend­ing«. Tað skal helst tulk­ast so, at hann fer at royna at finna stovn­i­num pengar, so tey sleppa undan hes­um eyka uppsagnarpengum.
Trupulleikin við Kringvarpinum er ikki tann, at tey hava 10 prosent minni at húsast við. Tí tann trup­ul­lei­kan kenna allir stovnar og all­ir miðl­ar. Trup­ul­leikn er, at húsast hev­ur ver­ið eft­ir inntøkum, sum tey hava droymt at fingið frá lýs­ing­um og spæli. Slíkar inntøkur eru svik­a­lig­ar, og tí kann ein public service stovn­ur sum Kringvarpið ikki dúva sítt virk­semi á slíkar inntøkur.
Tá pol­i­tiski myndugleikin ikki vil tryggja stovnins inntøkur við kring­varps­­gjald­ið um skattin, so skyld­ar mynd­ug­leik­in bæði stovn­i­num og brúk­ar­u­num, at stovn­ur­in fær eitt trygt grundarlag at virka á. Tað kann saktans verða á ein­um lægri, men tryggum støði. Vit skulu sjálvandi hava eitt gott og eitt trygt og eitt óheft kring­varp. Tað kundi verið rætt, at latið út­varp­ið ver­ið út­varp, sum var fíggj­að við kring­varps­gjald­i­num, með­an sjón­varp­ið aft­ur var koyrt í ein stovn fyri seg, sum kundi verið fíggjaður á annan hátt.
Men tað hevur týdning, at inn­tøk­u­grund­ar­lag­ið hjá Kringvarpinum ikki ó­rógv­ar aðrar miðlar og ikki ó­rógv­ar trú­virði stovnins.