ODDAGREIN: Hendingaríkt politiskt ár

Um skamma stund er árið lagt aft­ur­um. Eitt ár, sum eins og øll onn­ur ár er rokað við hendingum, góð­um sum ringum, bjørtum sum døkk­um.

Á politiska vígvøllinum hevur nógv verið á skránni. Við ársbyrjan høvdu vit seinnu ABC samgonguna, sum tyktist heldur trek og fastlæst – helst tí, at arbeiðslagið og yvirlitið ikki var so gott, sum tað átti at verið.
Fyrst í árinum hendi tað, at Jørg­en Nicl­a­sen, utt­an­rí­kis­ráð­harri, legði frá sær, tí tað bar ikki til bæði at sita sum lands­stýr­is­mað­ur og floks­for­mað­ur sam­stund­is – ein um­ber­ing fyri eitt­hvørt, sum ikki sá dags­ins ljós, og sum Jørg­en Nicla­sen og Fólka­flokk­ur­in ikki meina long­ur.
Seinni í vár tók Fólkaflokkurin seg úr sam­gong­uni. Tá hendi so tað, at sam­gong­an mill­um Sam­bands­flokk­in og Javn­að­ar­flokk­in helt fram – við stuð­uli frá Tjóð­veld­i­num og Poul Mich­el­sen, sum var farin úr Fólka­flokk­i­num.
Her kom í ljósmála slíkt, vit ikki hava sæð áð­ur í før­oysk­um pol­i­tikki. Kaj Leo Jo­hann­e­sen, løg­mað­ur, var krum­tapp­ur­in í eini breið­ari pol­it­isk­ari semju millum samgongu og and­støðu, sum eisini fevndi um eitt longri tíðarskeið, enn verandi val­skeið.
Fólk sóu fyri sær, at nú blíðk­aði fyri hug­að­um monn­um – og kvinn­um. Nú fingu vit ein progressivan pol­itikk, sum veruliga kunda bera móti málinum.
Eftir valið eru tað fleiri, sum ikki kenna seg aftur í teimum vallyftum, tey hava valt eftir. Fakfeløg hava mót­mælt sum ongantíð áður, og sam­gongan hevur veruliga fingið eina harða byrjan.
Men sambært veljarakanning, sum Gall­up gjørdi fyri Sosialin, so hev­ur hetta ikki tikið grundarlagið und­an sam­starv­i­num hjá borg­ar­­ligu re­ak­ti­o­neru sam­gong­uni, hó­ast tært er av grundarlagnum – og hó­ast and­støðan hevur styrkt sína støðu.
Mest kontroversiella mál­ið er helst flat­skatt­in og skatting­in av pen­sjóns­inn­gjøld­um, sum er grund­ar­lag­ið fyri flat­skatt­i­num. Fak­fel­øg­ini halda tað ikki vera rímuligt, at tey lág­løntu skulu gjalda gildið fyri skatta­lætta til tey ríku. Neyvan hevði nak­ar hetta í tonkunum í val­stríð­num, hóast Fólk­a­flokkurin hevur havt hetta í síni stevnu.
Men valt er valt, og vit hava tað stýri, vit hava valt. Fakfeløgini hokn­aðu í stríðnum um flatskattin, og nýggja borgarliga samgongan vann. Men skulu fak­fel­øg­ini – og stríðið um barrikadurnar tak­ast fyri fult í fram­tíðini, so mugu fak­fel­øg­ini taka sær aðrar partar fyri.
Spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer.