280 fólk fólk við Gjógv. í 1921 búðu 283 fólk í bygdini. Í dag kann tað talið saktans býtast við fimm, heldur hann. Tey vóru eini 50 skúlabørn í trimum flokkum, tá hann gekk í skúla. Karl Jacob fór sum [...] 105 ára gomul og er elsta fólk, sum hevur livað í Føroyum í nýggjari tíð. Og tey gerast gomul í familjuni, veit Karl Jacob at siga frá. Ein systur, sum búði í Danmark, gjørdist 97 ár. Eina systir eigur hann [...] fylgir hann væl við í tíðindum. Bæði føroyskum og útlendskum í útvarpi og sjónvarpi. Og samfelagsviðurskiftum sum heild er hann sera áhugaður í. Tá vit spyrja, um hann hevur verið á vali í seinastuni, hevur
við tær? ? At eg eri uppvaksin í eini bygd vid 15 fólkum. Hevði tú kunnað funnið upp á at etið menniskjakjøt? ? Ongantíð í lívinum. Eg dugi ikki at ímynda mær, at eg endi í eini støðu, har tað verður neyðugt [...] út. Tórun Ellingsgaard hevur seinastu tveir mánaðirnar verið morgunvertur í sendingini "God morgen, Danmark" hjá TV2, sum fer í luftina hvønn gerandismorgun klokkan sjey. ? Tað er eitt sindur ringt at koma [...] frá Journalistháskúlanum í Århus. Men at hon endaði innan hesa vinnuna var heilt av tilvild. ? Eg var júst komin heim aftur til Føroya úr New York, tá eg søkti eitt starv í SvF. Tað stutta av tí langa
umsetingini av stuttsøguni, ið lýsir ein gamlan føstulávintssið, sum doyði út í Føroyum í 1950unum. Seinasta grýlan doyði úti í Svínoy í 1956. Og tað er júst frá svínoyingum, sum minnast hesa seinastu grýluna [...] frásøguløgini í søguni. Grýlan er ein søga, men hon er eisini ein almenniskjalig kensla, eitt aldargamalt ritual, ein bygdarsøga, søgan um Dunald og mangt annað alt í senn. Eina løtu er hon tætt at bæði í tíð og [...] søguna, skulu kortini ikki kenna seg alt ov trygg í stólinum. Uttan at avdúka ov nógv, kagar ein "danskari", sum ikki er við í søguni hjá William, mitt í øllum út úr einum av leiklutunum. ? Onkur heldur
Teir, sum eru virknir í ETA. ETA byrjaði sítt virksemið í Francotíðini, og hevði breiða undirtøku í fólkinum. Men felagsskapurin helt fram eftir at einaræði varð avtikið, og kastar í dag við sínum harðskapi [...] dag og demokratur í morgin?, segði ein rumeni sum býr í Føroyum einaferð í útvarpinum. Tá ein hyggur at støðuni í Spania kann sigast, at tað helst eisini tekur sína tíð at flyta seg frá fasistiskum einaræði [...] Franco-tíðina, tá sjálvt tað baskiska málið var bannað í royndunum at køva baskisku tjóðina einaferð fyri allar. Men baskar eru framvegis í verjustøðu í tí, teir roknað fyri sítt heimland. Og spanski staturin
luttók hann dúgliga í nógvum føroyskum útisetalívi í miðbýnum, bæði í studentafelagnum og føroyingafelag. Hann sást mangan í Neystinum, sum tá lá í Nordhavn og í ítróttarfelagnum í Valby ella á Amager [...] einki alternativ til Atla í føroyskum politikki. Hann var í politiskum serklassa, ikki minst, sum maðurin, ið fekk konstruktivar loysnir í lag. Sum samráðingarmaður, ikki minst í uttanlandsmálum var hann [...] politiskt engageraður var hann, at hann til løgtingsvalið í 1966 fekk sær farloyvi frá arbeiðinum, fór til Føroya og legði persónliga út í valstríðið, m.a. í Kollafirði, hóast hann sjálvsagt ikki var uppstillaður
Abraham á bakka í Oyndarfirði og Óla á Bakkanum í Fuglafirði. Eg var nokk ikki meir enn eini 5 ár, tá Abraham abbi doyði, og 15, tá Óli á Bakkanum doyði. Einastu ferð, eg minnist Abraham abba í Fuglafirði, [...] annars búði í Streymnesi, var á vitjan. Meg minnist, at tær, Poula, Ingibjørg og mamma sótu í stovuni, og vit sótu nøkur í køkinum og prátaðu, tá Dánial so spakuliga bankaði uppá. Vit, sum í køkinum vóru [...] vóru, skuldu til at bjóða honum inn í stovuna, so hann kundi fáa ein kaffimunn saman við teimum, men tað legði hann ikki í, men setti seg á ytsta bonk, tí hann var bara komin fyri at fylgja konuni oman.
tá ið hann doyði 4. januar í 1970, og Mona var 60, tá ið hon doyði 9. mai í 1978. Mona og Jósup fingu seks børn: Sigurd, Ásvør, Jonna, Óli, Magni og Joan. Sigurd býr í Sønderborg, Magni býr í Klaksvík, [...] Joan býr í Havnini. Ásvør doyði í 1977, og Jonna doyði í 1986. Eftir skúlaárini var Óli til skips við Sjúrðarbergi, sum Martin Sivertsen førdi, og eitt skifti var hann saman við tveimum øðrum í Reykjavík [...] drong og búgva í Mongolia, har tey eru trúboðarar í NTM. Don er giftur Helen, sum er ættað úr Kanada. Tey eiga tveir dreingir, og tey búgva í Wisconsin, har Don arbeiðir í byggivinnuni. Í 1983 heitti leiðslan
stórur partur av familjuni býr í dag aðrastaðni enn í Skálavík, men lyndi og sermerkini síggjast tó aftur. Leygardagin læt framsýning eftir Eyvind Dalsgaard upp í Smiðjuni í Lítluvík, har Dalsgaard kundi [...] uttan orsøk. Í 1952 doyði Eyvind Dalsgaard. Eitt spennandi fyribrigdi í føroysku listasøguni. Hann gjørdist bert 47 ára gamal, men hansara listaverk liva eftir. Hann vaks upp millum átta brøður í Skálavík [...] kundi bjóða fólkum vælkomnum leygardagin. Framsýningin hevur opið hvønn dag frá kl. 14 til 18 í Smiðjuni í Lítluvík.
afturfyri. Fólk vóru samd um, at granskingin í framtíðini má gerast í samstarvi millum tað almenna og vinnuna. Lítið av nýhugsan Tað var lítið av nýhjugsan í formansfrágreiðingini, sum løgd varð fyri l [...] hevur fingið annað umboðið í Norðurlandaráðnum, og tað ætlar flokkurin at brúka til millum annað at arbeiða fyri, at Føroyar fáa fullan limaskap í Ráðnum, segði formaðurin í síni frágreiðing. Eisini skal [...] formaður í Granskingarráðnum, var biðin at vera gestarøðari á landsfundinum. Hann greiddi frá arbeiðinum hjá Granskingarráðnum og nevndi, hvussu nógvar verkætlanir Ráðið stuðlar. Gav eitt lítið innlit í, hvat
løgregluni í Eysturoynni. Farið varð beinanveg at leita, og leitað varð fram við vegunum, tí sagt varð frá at drongurin var seinast sæddur í bili. Løgreglan í Runavík sigur, at fólk frá sløkkiliðunum í oynni [...] við landi, og teir funnu skjótt bilin, sum var eftirlýstur, og tann saknaða drongin í honum. Førarin var einsamallur í bilinum, tá vanlukkan hendi. [...] oynni, politistar við hundum og ein rúgva av sjálvbodnum fólki tók lut í leitingini. Tað varð rættiliga skjótt komið fram á spor, sum bendu á, at ein bilur var farin oman av gamla Leirvíksvegnum nakað miðskeiðis