Áðrenn flestu føroyingar hava fingið eygu, og nakrar tímar áðrenn Hr. og Frú Danmark skulu møta til arbeiðis, skal hon vera klár. Og tað er ikki nóg mikið. Hon skal verða væl fyrireikað og harumframt síggja vakin og frísk út. Tórun Ellingsgaard hevur seinastu tveir mánaðirnar verið morgunvertur í sendingini "God morgen, Danmark" hjá TV2, sum fer í luftina hvønn gerandismorgun klokkan sjey.
? Tað er eitt sindur ringt at koma upp so tíðliga, men eg eri so heppin, at eg búgvi tætt við studio, so eg havi ikki langt at fara. Harafturat er ongin ferðsla so tíðliga um morgunin, sigur Tórun Ellingsgaard og flennir. Hon ásannar, at hon er b-menniskja, og tí hevur hon eisini brúk fyri at sova um seinnapartarnar fyri at orka at fyrireika næstu sendingina um kvøldið.
Av tilvild
Trý ár eru liðin, síðani Tórun varð útbúgvin sum journalistur frá Journalistháskúlanum í Århus. Men at hon endaði innan hesa vinnuna var heilt av tilvild.
? Eg var júst komin heim aftur til Føroya úr New York, tá eg søkti eitt starv í SvF. Tað stutta av tí langa er so, at eg slapp at gera og vera vertur í eini ítróttarsending, og tað førdi so við sær, at eg eisini byrjaði at gera innsløg til Dag og Viku, greiðir Tórun frá.
Sum tíðin gekk fann hon so útav, at hetta slagið av arbeiði dámdi henni væl, og tískil gjørdi hon av at søkja inn á Journalistháskúlan og fara undir útbúgvingina.
"God morgen, Danmark"
London, Århus, Odense, Bornholm, Keypmannahavn teljast millum støðini, har Tórun hevur búleikast seinastu árini. Nú tykist hon at hava funnið seg til rættis á Eysturbrúgv í Keypmannahavn ? nakað hon sjálv er ógvuliga glað fyri. Og eisini nakað, ið hevur hóskað væl til hennara arbeiðið seinastu tveir mánaðirnar, har hon hevur verið noydd at fara upp klokkan 4.45 hvønn morgun fyri at møta til arbeiðis klokkan 5.30.
? Tað, sum ger, at tað ber til at fara á skermin so tíðliga um morgunin er, at vit hava fólk, sum leggja sminku á fyri okkum. Tá eg so komið inn í sminkurúmið um morgnarnar, skal eg bara sita har í trý korter, sigur Tórun og leggur afturat, at tað hevur verið ógvuliga kærkomið at hava hesi fólkini afturat sær.
Seinasti arbeiðsdagur sum morgunvertur verður ein av fyrstu døgunum, tí skjótt nú kemur fasti morgunverturin, Cecilie Frøkjær, aftur.
? Umhvørvið á arbeiðsplássinum hevur verið ógvuliga hugnaligt. Vit hava altíð góða tíð at tosa við gestirnar, so tað er eitt heilt annað tempo, enn tá talan er um tíðindasendingar. Harafturat hevur tað verið ógvuliga læruríkt at sleppa at arbeiða við so garvaðum journalistum.
Tað hevur verið serliga spennandi at fáa møguleika at læra um so nógv ymisk evni, sum ein annars neyvan hevði sett seg inn í.
? Ein løtu situr tú og tosar um Fólkatingsvalið, og 15 minuttir seinni dagin eftir um eina konspiratiónsteori, um hvussu tað veruliga gekk fyri seg, tá Lady Diana doyði. Hvør dagur er nýggjur.
Í hesum arbeiðnum metir Tórun, at ein tann týdningarmesti eginleikin er, at ein duga at lurta eftir fólki.
? Og tá meini eg at lurta ordiligt! Tað vil siga, at lurta og hoyra, hvat verður sagt. Tað krevur eisini, at tú eitt journalist-iskt eygað og veit, hvat er ein góð søga.
---
Arbeiðið við morgunsendingunum hevur verið soleiðis skipað, at um kvøldarnar verður sendingin fyrireikað og síðani send morgunin eftir.
? Við øðrum orðum merkir tað, at eg siti og hyggi eftir tíðindum frá klokkan 18 og langt út á kvøldið. Sjálvandi ikki alla tíðina, men mestsum. Tað er neyðugt at vita, hvat tað er, sum hevur gingið fyri seg, og ein verður noyddur at vera "ajour".
At senda beinleiðis og at vera á skerminum í samfullar tveir tímar (bert avbrotið av tíðindum og lýsingum) er ikki bara sum at siga tað. Og í "God morgen, Danmark" sendingunum er ongin telepromtari, sum kann minna teg á, hvussu allir gestirnir eita ella heitini á bókum og so framvegis.
? Tað merkir, at tað er nógv ein skal minnast til, samstundis sum tú skalt royna at fáa tað at síggja út, sum tað er leikandi lætt. Eg sigi "royna", tí tað er ikki altíð, at tað eydnast, sigur Tórun við einum lítlum smíli.
Brixtofte
Arbeiðið fyllir ógvuliga nógv í lívinum hjá Tórun. Sum hon sjálv sigur tað, so krevur journalistikkur, at ein fylgir væl við.
? Tað gerst ein lívsstílur uppá tann mátan, at ein altíð skal vera kunnaður um tað, sum gongur fyri seg. Hugskotini koma jú eisini tá ein hevur frí og ikki bert millum 9 og 17.
Arbeiðsstílurin hjá Tórun tók í 2002 eina lítla vend, tí tá fór hon saman við Jaku-Lina Elbøl Nielsen nevniliga undir at skriva eina bók. Talan er um bókina "Brixtofte - Spillet om magten" um vælkenda Farum borgarstjóran, Peter Brixtofte. Hetta var samstundis eisini fyrsta ferðin Tórun royndi nakað annað enn sjónvarp, og dámdi henni tað eisini væl.
? Researchtíðin er tó tann sama, sum tá ein skal gera sjónvarp. Tað er bara mátin ein leggur tingini fram uppá, sum er øðrvísi. Men at skula skriva var eisini ein umstilling, sum eg skuldi ígjøgnum, viðgongur hon.
At skriva eina bók var spennandi og avbjóðandi. Og ráddi tað um at halda høvdið kalt, tá hald-ast skuldi skil á øllum teimum yvir 100 munnligu keldunum umframt øllum tí skrivliga tilfarinum.
? Eg minnist ta tíðina, at hvør dagur fór við at fara upp og so varð researchað og skrivað - hvønn dag í vikuni. Einastu pausurnar eg fekk var, tá eg fór út og keypti mær eitt tyssi av tulipanum, sum eg síðani kundi sita og hyggja eftir og minna meg á, at ein dag fóru vit at verða lidnar við bókina.
Bókin gjørdist eisini alt meira aktuell, meðan tær báðar arbeiddu við henni, tí so um ta tíðina byrjaðu líkini at detta úr skápinum hjá Brixtofte. Og tað eggjaði eisini teimum báðum at fáa bókina lidna.
Um Tórun fer at royna seg sum rithøvund aftur, veit hon ikki. Sum er liggur í øllum førum onki á tekniborðinum.
Fallin væl til
Hóast Tórun er flutt nógv runt seinastu árini, so er hon nú fallin væl til á Eysturbrúgv. Sum er hevur hon ongar ætlanir um at flyta heim aftur til Føroya.
? Eg havi flutt so nógv, at eg eri von við tað. Tað er mestsum vanligt. Men nú eri eg fallin til í Keypmannahavn, og eg eri glað fyri at hava mína egnu íbúð og tey nærmastu rundanum meg.
Frítíðin fer við øllum møguligum. Alt frá yoga og pilates til "window-shopping", cafélív og sushi.
? Mær dámar væl at "slentra" runt við vinkonunum uttan at skula nakað ávíst. Nú havi eg eisini latið eyguni upp fyri at standa á skí. Eg stóð fyrstu ferð á skí fyri tveimum árum síðani, men eg trúði ongantíð eg fór at læra tað. Men nú havi eg rættiliga fingið smakkin fyri tí, greiðir morgunverturin frá, sum fer at standa á skí aftur í mars.
Nú tíðin á Hovedbanagarðinum í TV2 morgunstudionum er liðug, liggur ein nýggj uppgáva fyri framman. Talan er um eina reportasjusending fyri TV2. Enn kann Tórun ikki útdjúpa, hvat sendingin fer at snúgva seg um. Hvat síðani fer at seta breyðið á borðið er ilt at siga.
? Eg taki eina uppgávu í senn. Eg fái at síggja, hvussu tað sær út, tá eg eri liðug við reportasjusendingina. Tað kann eg loyva mær, tá eg ikki havi familju at taka mær av.
Tað einasta, sum liggur fast eftir reportasjusendingina er, at hon í summar ætlar sær til grisku oynna Santorini við ommuni.
????????
Fimm ferðir?
Enda setningin: "Ein morgunvertur er..."
? ... ein persónur, sum kann tosa við øll sløg av fólki um øll hugsandi evni.
Um tú kundi viðtikið eina lóg, hvør skuldi hon so verið?
? Alt ov nógv fólk seta børn í verðina uttan at gera sær greitt, hvussu stór ein uppgáva tað er. Lógin skuldi tískil verið, at øll foreldur skulu taka uppgávuna í álvara, soleiðis at børnini fáa eina so góða byrjan uppá lívið sum møguligt.
Hvørjum gerast fólk bilsin av við tær?
? At eg eri uppvaksin í eini bygd vid 15 fólkum.
Hevði tú kunnað funnið upp á at etið menniskjakjøt?
? Ongantíð í lívinum. Eg dugi ikki at ímynda mær, at eg endi í eini støðu, har tað verður neyðugt.
Hvat brúkar tú ov nógvar pengar uppá?
? Góða sjokulátu.
??????
BLÁ BÓK
Navn: Tórun Ellingsgaard
Føðingardagur: 27.11.1970
Ættað: Úr Svínáum
Systkin: Tvær systrar
Bústaður: Eysturbrúgv, Keypmannahavn
Starv: Journalistur
Nakað tú ikki visti um Tórun: At tá hon var smágenta, plagdi hon at egna á Eiði og í Norðskála fyri at fáa lummapengar.