Óli hevur seinastu fjøruti árini verið partur av trúboðanarfelagsskapinum New Tribes Mission, NTM, og tey seinastu árini hevur hann havt høvuðsábyrgdina í felagsskapinum. Hann býr í Sanford í Florida.
Foreldrini hjá Óla vóru Mona og Jósup Jacobsen, og barnaheimð var á Ziskatrøð. Hvørki Monu ella Jósupi vóru langt lív lagað. Jósup var 55 ára gamalur, tá ið hann doyði 4. januar í 1970, og Mona var 60, tá ið hon doyði 9. mai í 1978.
Mona og Jósup fingu seks børn: Sigurd, Ásvør, Jonna, Óli, Magni og Joan. Sigurd býr í Sønderborg, Magni býr í Klaksvík, og Joan býr í Havnini. Ásvør doyði í 1977, og Jonna doyði í 1986.
Eftir skúlaárini var Óli til skips við Sjúrðarbergi, sum Martin Sivertsen førdi, og eitt skifti var hann saman við tveimum øðrum í Reykjavík, har høvuðsendamálið var at býta út kristiligan lesnað og annars at stuðla kristnilívinum.
Í 1965 fór Óli á skúla hjá New Tribes Mission. Trúboðaraútbúgvingin var skrúvað saman í trimum - bíbliuskúli, málskúli og venjingarskúli. Óli fór á venjingarskúlan, sum var í Jersey Shore í Pennsylvania, og síðani fór hann á málskúlan, sum tá var í Waukesha í Wisconsin. Tá ið hann var liðugur við ta útbúgvingina, heitti leiðlsan á hann um at verða lærari á skúlanum. Óli var á hesum skúlanum í fimtan ár. Síðsta lítla helmingin av áramálinum hevði hann høvuðsábyrgdina av málskúlanum.
Tað var meðan Óli var í Wisconsin, at hann hitti Judy, sum er týskur amerikanari soleiðis at skilja, at bæði foreldur hennara vóru úr Týsklandi. Judy og Óli giftust 27. januar í 1968.
Ofta sigst tað, at amerikanarar hava so ilt við at síggja út um eingjargarðarnar. Tað ber sjálvandi ikki til at taka allar amerikanarar yvir ein kamb, og Judy telist avgjørt ikki millum teirra, sum nevnda skoðsmálið rakar. Úr barnaheiminum arvaði hon týska málið og sambandið við familjuna í Týsklandi, sum hon framvegis røkir. Og tá ið hon var gift við føroyingi, fór hon undir at læra seg føroyska málið og føroysku mentanina. Tað hevur eydnast so mikið væl, at hon sum einki megnar at samskifta og samstarva við tey, sum ikki duga annað enn føroyskt. Óli hevur ongantíð fjalt yvir, og øll, sum kenna hann og konuna munnu geva honum rætt í tí, at Judy hevur verið honum ein sera góð kona og ein óvanliga hollur stuðul í arbeiðnum, sum gjørdist hansara lívsstarv.
Judy og Óli eiga tveir dreingir. Dan er giftur Christy, sum er ættað úr USA. Tey eiga tríggjar gentur og ein drong og búgva í Mongolia, har tey eru trúboðarar í NTM. Don er giftur Helen, sum er ættað úr Kanada. Tey eiga tveir dreingir, og tey búgva í Wisconsin, har Don arbeiðir í byggivinnuni.
Í 1983 heitti leiðslan í NTM á Óla um at flyta til Manilla fyri at hava høvuðsábyrgdina av arbeiðnum hjá felagsskapinum í Filipsoyggjunum. Judy og Óli vóru í Filipsoyggjunum í tíggju ár. Stóra avbjóðingin var at samansjóða samverkafólkini úr Filipsoyggjunum við tey úr USA og aðra staðni frá. Tað mundi roynast væl hjá teimum, tí í 1993 sendi høvuðsleiðslan í NTM boð eftir Óla um at flyta til Florida at vera partur av høvuðsleiðsluni fyri allan felagsskapin. Síðani í 2001 hevur Óli verið formaður í sjey manna nevndini, ið hevur dagligu leiðsluna og høvuðsábyrgdina fyri fleiri enn 3000 trúboðarum úr 39 ymiskum londum. Knappliga 30 av teimum 3000 eru føroyingar.
Umframt í USA skipar NTM fyri útbúgving av trúboðarum í eitt nú Kanada, Onglandi, Australia, Filipsoyggjunum, Mexiko, Kolumbia, Venezuela, Bolivia og Brasilia, og í 21 londum ymsa staðni kring knøttin - úr Grønlandi og suður ígjøgnum og sólarringin runt - eru trúboðarar hjá NTM í holtur við at umseta Skriftirnar og við kristniboðan við tí endamáli, at samkomur skulu verða grundaðar.
At hava evstu ábyrgdina av so mongum starvsfólkum á so nógvum og ymiskum støðum og plássum og við so margfaldari bakgrund er í sær sjálvum veldug avbjóðing, sum eitt nú ber stór krøv við sær til evnini at lurta og samskifta og at megna at vera íblásari á einari rúgvu av ferðum og fundum kring allan heimin. Óli er góður prædikumaður, og umframt í NTM høpi eru tað ofta boð aðra staðni frá eftir honum at luttaka á trúboðanarstevnum og eisini øðrum kristiligum tiltøkum. Millum torførastu uppgávurnar munnu vera tær, tá ið starvsfólk hjá NTM hava verið tikin gíslar. Seinastu árini er hetta komið fyri fleiri ferðir í Latínamerika og Asia.
Hóast Óli á Grømma hevur verið burturi úr Føroyum í fjøruti ár, so er hann framvegis føroyingur í sinn og skinn. Hann fylgir við í føroyskum samfelagsviðurskiftum, og hann er ættkærur og trúgvur móti Føroyum og føroyingum. Judy og hann vitja í Føroyum, tá ið tað ber teimum til. Næsta ferðin, at tey fara at koma henda vegin, verður í september í ár.
Føðingardagin heldur Óli í morgin heima í Samford, har tey hava bjóðað einum hálvt hundrað gestum at gleðast saman við teimum, og tað skuldi ikki undrað, um sumt av tí, sum tað fer at verða vartað upp við, verður við íblástri úr Føroyum.
Telefonnummarið hjá Óla er 001407 3243941 og teldupost adressan hjá honum er oli_jacobsen@ntm.org.JH