Doyði í ferðsluvanlukku

Ein 18 ára gamal drongur doyði um vikuskiftið av ferðsluvanlukku í Eysturoynni

Ein ferðsluvanlukka á gamla Leirvíksvegnum kravdi eitt mannalív um vikuskiftið. Ein 18 ára gamal drongur, sum var einsamallur i bili, koyrdi út av vegnum og endaði á sjónum.
Sunnukvøldið var ein 18 ára gamal gøtudrongur efirlýstur hjá løgregluni í Eysturoynni. Farið varð beinanveg at leita, og leitað varð fram við vegunum, tí sagt varð frá at drongurin var seinast sæddur í bili.
Løgreglan í Runavík sigur, at fólk frá sløkkiliðunum í oynni, politistar við hundum og ein rúgva av sjálvbodnum fólki tók lut í leitingini.
Tað varð rættiliga skjótt komið fram á spor, sum bendu á, at ein bilur var farin oman av gamla Leirvíksvegnum nakað miðskeiðis millum Varmakeldu og Kálvadal.
Froskmenn fóru at leita fram við landi, og teir funnu skjótt bilin, sum var eftirlýstur, og tann saknaða drongin í honum. Førarin var einsamallur í bilinum, tá vanlukkan hendi.