við Seat. Ein av designstjórunum er Walter de Silva, sum ein kendur bildesignari í heimsklassa. Lamborghini Gallardo Spyder er júst nú komin á marknaðin. Bilurin er ein cabriolet útgáva av Gallardo SE. [...] ið valdi Lamborghini Gallardo Spyder til heimsins flottasta bilmodell í 2005. Hvat fólk halda vera flott valdast eyguni sum síggja. Tað er ikki altíð at bilar við tí nýggjasta og smartasta designinum verða [...] bilmodell í søguni hjá Lamborghini. Upp á tvey ár eru seldir ikki minni enn 3.000 Gallardo (innilokaðir), av hesum eru 14 seldir í Danmark, har ein slíkur bilur kostar um 3,5 milliónir krónur. Tann dýrasti L
hevur hann havt tað við sær síðani. Og sjáldan kemur hann tómhentur av floti. Hóast árini eru mong, dámar honum framvegis væl at fara á flot. Karl Johan hevur altíð verið áhugaður í ítrótti. Sjálvur íðkaði [...] er hann onkuntíð so spentur, at hann kennir seg noyddan at fylgja við heimanífrá og fáa spælararnir av grovfíluni verbalt, um teir ikki vinna ella onkur ger okkurt mistak. Karl Johan sat í nevndini hjá [...] ótu biskuitt, meðan armeraði trolarin, Karolina Tordé, sum lá úti á vánni, varð sprongdur í luftina av týskum bumbuflogførum, beint frammanfyri eygunum á teimum. Karl Johan valdi sær handverksleiðina sum
Vodafonedeildini. Ikki flott Tey, ið høvdu rindað 70 krónur fyri at síggja dystin á Injector Arena í gjár, gjørdu tað neyvan í eini vón um flott fótbóltsspæl. Liðini eru í tyngra endanum av stigatalvuni, og [...] síðu. Men Balazs Sinkó javnaði aftur fyri gestirnar sera stutt undan hvíldini. Tá var hann tryggur av brotssteigarmarkinum eftir sera gott uppspæl í høgru. KÍ er við aftur Seinni hálvleikur var lítið skipaður [...] Isaksen tryggjaði klaksvíkingum øll stigini. Nógv er broytt hesa seinastu vikuna. KÍ hevur lyft seg av aftasta plássinum og hevur langt um leingi fingið samband við ovaru liðini á stigatalvuni. Nú er s
Nes kommunu skipar fyri bátafestivali, og hetta er samstundis fyrsta bátastevnan av sínum slag á árinum. Í byrjanini av síðstu viku søgdu veðurmenninir heldur vánaligt veður við regni og frískum vindi [...] 12.30, og tá klokkan nærkaðist 15, la bátafylgið úti fyri Oyrunum á Toftum, har teir – ein og ein - stevndu inn í Oyrahavnina. Talið av bátum var millum 60 og 70, og hetta er umleið sama tal, sum á festivalinum [...] okkurt leskandi. Bátafestivalurin byrjaði í besta veðri – við turrveðri, lítlum og ongum loti og fitt av sól. Tað var ikki fyrr enn seinni um kvøldið, at regnið, sum veðurmenninir høvdu spátt, kom. Millum
ð Føroya er á básinum hjá Nes kommunu, sum partur av virkseminum á havnalagnum á Toftum. Felagið hevur eisini støð í Klaksvík og eigur ein fjórðing av landingarmiðstøðini á Tvøroyri. Kristian Fríðrik Olsen [...] 110-120 fólk í arbeiði á Toftum og í Klaksvík. Hesi taka sær av landing, skiljing og skrivstovu-og tænastuvirksemi. Hetta svarar til út við 80 ársverk. Hann sigur, at eitt av málunum hjá LMF á North Atlantic
Botnuppgerðin hesa ferð verður á Svangaskarði, har B68 fær vitjan av ÍF. Fuglfirðingar smurdu í 8. umfari, sum var 10. mai, B68 av 3-0, tá ið toftamenn vitjaðu í Fuglafirði. ÍF hevur leingi leitað eftir [...] um fyritreytirnar eisini næsta ár at vera partur av bestu deildini skuldu verða toluligar. Hin dysturin, sum skal vinnast, er tann nú sunnudagin á Toftum. Tað er við øðrum orðum so at siga spurningur um [...] eftir nýggjum fólki til álopið. Síðsta leygardag fingu teir vitjan av amerikanskum spælara, sum frammanundan hevur verið í Viborg. Hann er farin avstað aftur. Talan var um stóran verjuspælara, og hann hildu
í Klaksvík eru annars Kósin, Fiskavirkið í Gøtu, Fiskavirking á Toftum og Valhalla á Toftum. - Annars eru keyparar úr meginpartinum av landinum her norðuri, siga tey á Fiskamarknaðinum. Mikudagin kom [...] Fiskivinna Eingi størri skip hava lagt veiðina upp á Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík hesa vikuna, men talið av útróðrarbátum, sum hava selt fiskin á gólvinum, hevur ligið millum 15 og 20 um dagin, ávikavist mánadagin [...] 000 pund um dagin. Útróðrarbátarnir royna bæði við línu og snellu, og sagt verður, at meginparturin av veiðini hjá teimum, sum royna við línu, er hýsa. Keyparar og prísur Á Fiskamarknaðinum í Klaksvík verður
partur av familjuni er í Havn. Tað sigur Høgni Waag Høgnesen, sum býr á Toftum. Hvat heldur tú um hesa útbygging av vegakervinum? - Hetta er fantastiskt - ikki minst fyri umhvørvið. Flutningurin av bingjum
góðan form í føroysku kappingunum seinastu vikurnar, og í Danmark eydnaðist tað honum at taka eitt av metunum frá Marnari Djurhuus, ið fyri nøkrum árum síðani var einaráðandi hjá monnum. Julian Gregersen [...] heimasíðu. Í tilsvarandi kapping hjá kvinnum, eydnaðist tað Oddvør Josepsen at renna í mál til eitt flott 2. pláss og harvið silvursheiðursmerki í DM fyri ung. Tað er tó ikki bara í renning, at føroyingar
saman við serstøku ljóðviðurskiftunum, sum eru í Klæmintsgjógv. Henda stóra holan gevur sera stórt og flott afturljóð, umframt nógv náttúruljóð, ið blíva til ein aktivan lutakara í tónleikinum. »Ein er aldrin [...] fleiri onnur hugskot. – Klæmintsgjógv er longu heimsins besta konserthøll. Hon skal eisini gerast ein av heimsins kendastu konserthøllum, sigur Dávur Juul Magnussen, uttan tó at útgreina ítøkiliga, hvussu