Botnuppgerðin hesa ferð verður á Svangaskarði, har B68 fær vitjan av ÍF. Fuglfirðingar smurdu í 8. umfari, sum var 10. mai, B68 av 3-0, tá ið toftamenn vitjaðu í Fuglafirði.
ÍF hevur leingi leitað eftir nýggjum fólki til álopið. Síðsta leygardag fingu teir vitjan av amerikanskum spælara, sum frammanundan hevur verið í Viborg. Hann er farin avstað aftur. Talan var um stóran verjuspælara, og hann hildu teir í Fuglafirði seg ikki hava so nógv brúk fyri.
ÍF fer sunnudagin at hava ein nýggjan spælara á liðnum. Talan er um Christian Soelberg, sum higartil hevur spælt við VB/Sumba. Toftamenn komast við danska spælaran, tí tað var hann, sum javnaði til 1-1 fyri VB/Sumba, tá ið teir á Jóansøku spældu ímóti B68! Sambært VB heimasíðuni var avtalan millum danska spælaran og felagið galdandi fram til 1. juli. Tað er í samráði millum VB/Sumba og ÍF, at spælarin nú flytir til Fuglafirðar.
B68 á føtur
Á Toftum skulu teir royna at reisa seg eftir avhølvingina á Mølini á Eiði mánakvøldið. Sjálvandi er tað torført eftir sovorna viðferð.
Ralp van Dooren og Øssur Jacobsen vóru leikbannaðir á Eiði. Teir eru báðir tøkir aftur. Øssur Hansen er burturstaddur. Hann verður ikki aftur fyrrenn eina ferð í næstu viku.
Lagið er sjálvandi heldur einki serligt í Fuglafirði. Leygardagin taptu fuglfirðingar 2-1 á heimavølli móti VB/Sumba. Tað var annar dysturin, sum skuldi vinnast, um fyritreytirnar eisini næsta ár at vera partur av bestu deildini skuldu verða toluligar. Hin dysturin, sum skal vinnast, er tann nú sunnudagin á Toftum.
Tað er við øðrum orðum so at siga spurningur um lív ella deyð hjá bæði B68 og ÍF. Meiri spennandi fær tað ikki verið.
ÍF hevur ikki fingið fult síðani 22. mai, tá ið teir vunnu 2-1 á Skála. Seinast B68 fekk fult var 11. juni, tá ið teir vunnu 3-1 í Klaksvík.