Heimsins flottasta bilmodell

Triðja árið á rað er ein Lamborghini er kosin "The World´s Most Beautyfull Car 2005". Hesaferð varð tað Gallardo Spyder, sum fekk hendan heiður. Bilurin hevur V10 motor við 520 hk og eini toppferð upp á yvir 300 km/t

Tað var ein altjóða dómsnevnd, ið valdi Lamborghini Gallardo Spyder til heimsins flottasta bilmodell í 2005.

Hvat fólk halda vera flott valdast eyguni sum síggja. Tað er ikki altíð at bilar við tí nýggjasta og smartasta designinum verða best móttiknir, tá teir koma á marknaðin. Tað er helst orsøkin til, at flestu bilmodellini líkjast hvørjum øðrum - fyri ikki at stoyta kundarnar.

Men italsku Lamborghini mugu hava rakt plett við sínum designi, tá teir eru kosnir "The World´s Most Beautyfull Car" trý ár á rað. Lamborghini hava síðan 1998 hoyrt til VW-konsernina, har teir eru undir Audi-Group, saman við Seat. Ein av designstjórunum er Walter de Silva, sum ein kendur bildesignari í heimsklassa.

Lamborghini Gallardo Spyder er júst nú komin á marknaðin. Bilurin er ein cabriolet útgáva av Gallardo SE. Talan er um ein bil við V10 motori við 520 hk, ið koyrir frá 0-100 km/t upp á 4,3 sek. og toppferðin er 314 km/t. Karossaríið er gjørt úr aluminium, og koyrieginleikarnir eru nakað heilt fyri seg.

Lamborghini Gallardo er mest selda bilmodell í søguni hjá Lamborghini. Upp á tvey ár eru seldir ikki minni enn 3.000 Gallardo (innilokaðir), av hesum eru 14 seldir í Danmark, har ein slíkur bilur kostar um 3,5 milliónir krónur. Tann dýrasti Lamborghini Murciélago V12 kostar yvir 5,5 milliónir krónur í Danmark.